mikudagur 18. mai 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 91 - 18. mai 2005
NSÍ venjarin er ikki
minst fegin um, at
tað nú hevur eydn-
ast at hildið tætt í
fimm hálvleikum
NSÍ
Jóannes Hansen
NSÍ er eftir fyrsta trið-
ingin av kappingini á
heiðursmerkjaplássi. Tí
er einki undarligt í, at
lagið í Runavík er gott.
- Eg haldi, at um nak-
ar vinnari skuldi vera, so
vóru vit rætti vinnarin,
er skoðsmálið, sum NSÍ
venjarin, Trygvi Mort-
ensen, hevðí eftir dystar-
lok í høgættarkuldanum.
Hvat ert tú mest nøgd-
ur við?
- Eg eri fyrst og fremst
nøgdur við, at tað eydn-
aðist okkum at fáa øll
stigini, tá ið tað var so
tætt. Tað er ikki altíð, at
tað í sovornum førum
hevur koppað okkum til
fyrimunar, og tað boðar
frá góðari gongd, tá ið
tað ger tað. Nú er einki
mál skorað ímóti okkum
í tveimum heilum og
einum hálvum dysti. Tað
eri eg væl nøgdur við,
og eg eri stak væl nøgd-
ur við hugburðin hjá
spælarunum. Teir hava
viljan, sum skal til, og
hann ber langt.
Tit løgdu trýst á
frammarlaga í høgra
borði?
- Vinstri vongverjin,
Iulian Florescu, er ofta
maðurin, sum plagar at
seta gongd á álopsspæl-
ið hjá Skála. Vit høvdu
avrátt, at miðvallarin hjá
okkum í høgru, Andy
Olsen, skuldi byrgja upp
fyri honum frammarlaga
á vøllinum, og tað haldi
eg eydnaðist sera væl.
At so Andy varð einsa-
malli málskjúttin, og at
ungu menninir vóru
stinnir, ger tað uppaftur
hugaligari,
heldur
Trygvi Mortensen.
Og nú?
- Næstu ferð verður
stór avbjóðing á skránni.
Tá skulu vit spæla í
Gundadali móti HB. Vit
hava seks dagar at fyri-
reika okkum, og tað
kemur væl við. Vit fegn-
ast um, at hvørja ferð vit
vísa ungu monnunum
álit, og tað gongst teim-
um væl, so gerast teir
stinnari, og nú fara teir
orduliga at fáa sína søk
fyri.
Trygvi rósar sínum
monnum
Í tøttu grannaupp-
gerðin varð staðfest,
at teir á Skála eru
troyttari eftir nógvu
dystirnar, enn teir eru
í NSÍ, har ungu
menninir syrgja fyri,
at tað er betri tak á
spælinum, enn tað
sjáldan hevur verið
NSÍ-SKÁLA
Jóannes Hansen
Tað var tætt, og tað stútt og
støðugt ógvuliga spenn-
andi. NSÍ vann 1-0 á grann-
unum á vestara armi á
Skálafjørðinum, og harvið
noyddust skálamenn fyri
sjeyndu ferð av sjey møgu-
ligum av vøllinum uttan at
hava fingið stig móti NSÍ.
Fyrra umfarið reið fyri
tað
mesta
um
snarið.
Kanska
vóru
gestirnir
omaná eina løtu, men fram
móti steðginum var eingin
munur á. Skála hevði fríska
lotið, sum darvaði spælar-
unum nakað, undan 1.
hálvleik, og miðskeiðis í
fyrra umfarinum settu teir
heimaliðið undir støðugt
trýst. Tað bar fimm tøtt
hornaspørk við sær. Fleiri
vandamiklar støður stóðust
av, men tað eydnaðist ikki
at fáa mál.
Tættast við vóru skála-
menn, tá ið arbeiðssami og
stútti Pætur Dam Jacobsen
sendi flatt móti tóma mál-
inum, eftir at Jens Martin
Knudsen hevði verið úti og
roynt at boksa burtur. Helgi
L. Petersen, sum á sentrala
miðvøllinum tykist hava
funnið stevið aftur, bloker-
aði, og so spurdist einki
burturúr.
Mesta partin av 1. hálv-
leiki gekk tað mesta hjá
NSÍ fyri seg í høgru. Síðu-
skiftini vóru ikki so mong,
men tá ið teir endiliga
løgdu diagonalt í vinstru,
fekk Christian Høgni Ja-
cobsen góðan møguleika,
men bólturin fór dygst við
síðuna av.
Síðsti triðingurin ikki
nóg tungur
Bæði liðini høvdu hug-
burðin, at tey vildu spæla
og ikki sparka fótbólt, og
tað eydnaðist toluliga úti á
vøllinum. Men á síðsta
triðinginum vóru tað oftast
verjurnar, sum høvdu takið.
Hjá Skála, sum hevði sett
stinna
miðverjan
Rúna
Rasmussen á beinkin, var
tað stórur smeitur, at Bogi
Gregersen ikki var millum
teir fyrstu ellivu. Hann hev-
ur undanfarnu ferðirnar
havt arbeiðssemið, sjálvs-
álitið og dirvið, sum hevur
verið so gagnligt, tá ið liðið
skuldi drívast fram á vøllin.
Orsaka av skaða var hann
bara á vøllinum síðstu løt-
una, tá ið heimaliðið hevði
vunnið sinniliga yvirskotið
og harvið ikki hevði trupul-
leikar av at halda tørn.
Síðsta korterið av 1.
hálvleiki fekk NSÍ betri tak
á, og í 2. hálvleiki vóru teir
mesta partin av tíðini
omaná. Jónhard Frederiks-
berg fekk beinanvegin í 2.
hálvleiki risa møguleika at
leggja Skála framum, og
hevði hann tá havt fingið
mál, so kundi tað havt tikið
seg øðrvísi upp. Annars
tryggi miðverjin Óli Han-
sen misti bóltin afturum
seg. Jónhard streyk avstað
og inn í brotsteigin, men tá
ið hann royndi at seta
framvið málverjanum, fekk
Jens Martin Knudsen vart
fyri. Hóast Jónhard hevur
skotið fleiri mál enn nakar
annar á Skála í ár, so hevur
hann fleiri ferðir misnýtt, tá
ið møguleikarnir hava verið
rættuliga stórir.
Tað vóru tvær orsøkir til,
at NSÍ fekk takið, og fekk
bæði sigursmálið og stórar
møguleikar,
sum
væl
kundu havt borið størri
leiðslu við sær. Onnur or-
søkin var tann, at NSÍ sum
heild tóktist vera betri fyri.
Tøttu uppgerðirnar seinastu
vikurnar tóktust ikki hava
tikið teimum eins dygt,
sum tær høvdu tikið skála-
monnum.
Hóast
Skála
miðvøllurin var væl mann-
aður, og einki bilti viljan-
um, so var tyngdin í fram-
rættaða partinum ikki tann,
sum hon hevur verið. Í
borðunum eydnaðist tað
nærum ikki at sleppa til
baklinjuna og at leggja
innfyri, og álopsspælarar-
nir, Jónhard Frederiksberg
og Bjarni Jørgensen, megn-
aðu ikki nóg væl at kroysta
miðverjarnar Óla Hansen
og Viggo Johannesen, sum
aftur hesa ferð var sera
stinnur.
Ungu menninir
Hin orsøkin var tann, at
javnvágin á NSÍ liðnum er
betri, enn hon leingi hevur
verið. Tríggir ungir menn
halda veteranum á beinkin-
um, og teir eru sera stinnir.
Blaðungi Einar Hansen,
sum umframt at vera krops-
sterkur eisini er stinnur í
bóltspælinum, hevur vunn-
ið tøttu kappingina um
plássið í vinstra verjuborði,
og har verður hann eisini
næstu ferðirnar, um hann
framvegis fer at vísa mynd-
ugleikan og nærlagnið, sum
hann gjørdi hesa ferð.
Andy Olsen hevur spælt
nógv seinnu árini, og hann
gerst alt meiri eyðsýndur.
Hann er gjøgnumbrots-
sterkur, og hesa ferð megn-
aði hann eisini at byrgja
fyri, so Iulian Florescu ikki
fekk tann leiklutin í upp-
byggjandi partinum, sum
hann oftast hevur hjá Skála.
Justinus R. Hansen hevur
ofta verið skiftisspælari. Í
ár hevur hann verið millum
teir fyrstu ellivu, og móti
Skála staðfesti hann, at nú
eigur NSÍ verjukendan
miðvallara, sum, umframt
at vinna nærdystir og at
vera fyrstur á returbóltum,
eisini hevur yvirblikkið og
ikki minst megnar at fara
sjálvur.
Undan steðginum vóru
fráboðanir um, at ungu
menninir kundu gera um
seg. Fyrst vórðu beinini
krøkt undan Andy Olsen, tá
ið hann kom inn úr vinstru
og við bóltinum setti ferð á
fram
eftir
miðásinum.
Einki spurdist burturúr
frísparksroyndini, og lítla
løtu seinni var um reppið,
at Jústinus R. Hansen slapp
NSÍ-Skála 1-0(0-0):
Ungdómurin
gongur undan
í NSÍ
NSÍ-Skála 1-0(0-0)
1-0: Andy Olsen 61.
Dómari: Oddmar Andreasen
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen,
Viggo Johannesen, Einar Hansen - Andy Olsen, Helgi L.
Petersen, Justinus R. Hansen, Jónstein Petersen (Gert
Langgaard, 85.) - Dánial Hansen (Ike Onyema, 82.), Christian
Høgni Jacobsen (Justinus H. Hansen, 90.)
Gult kort: Jónstein Petersen,Viggo Johannesen
Skála: Vlada Filipovic - Bárður Danielsen, Jenel Cristian (Rúni
Rasmussen, 67.), Milic Curcic, Iulian Florescu - Pætur Dam
Jacobsen, Pauli G. Hansen, Nenad Stankovic, Hanus
Thorleifsson - Bjarni Jørgensen (Bogi Gregersen, 81.), Jónhard
Frederiksberg
Gult kort: Hanus Thorleifsson, Bárður Danielsen
Fakta um dystin
NSÍ-venjarin er ikki minst væl nøgdur um, at teir nú
hava hildið málið reint í hálvan triðja dyst