Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 18. mai 2005 27 Landsliðsmaðurin iðrar seg um miss- in, tá ið stóri møguleikin upp- stóð, og hann held- ur, at næsta viku- skiftið fer at hava sera stóran týdning fyri møguleikarnar hjá Skála SKÁLA Jóannes Hansen Jónhard Frederikberg hevði tíðliga í 2. hálv- leiki fínan møguleika at leggja Skála á odda. Tað hevði verið vorðið sum fongur ímóti fríska lot- inum, men royndin kiks- aði. - Eg gjørdist púra leysur, tá ið bólturin fór undir fótin á Óla Han- sen. Jens Martin kom út ímóti, og eg royndi at seta bóltin framvið hon- um, men hann megnaði at bjarga, tíverri, stað- festir Jónhard Frederiks- berg, sum hesa ferð hevði annan mann enn Boga Gregersen undir liðini á sær. - Kanska eru vit ov veikir yvirfyri broyting- um. Bjarni Jørgensen hevur verið skaddur, og hann er eisini vanur at spæla longri afturi á vøllinum. Í 1. hálvleiki haldi eg, at vit høvdu yvirvág, og aftaná ber til at siga, at vit áttu at havt kent okkara vitjunartíð, tá ið vit høvdu lotið und- an. Tað gjørdu vit ikki, og tað kostaði, tí vit megnaðu ikki at koma afturíaftur, tá ið teir høvdu skorað. Og nú? - Vit skulu í Gundadal at spæla ímóti B36. Vit eru nú á fjórða plássin- um, men tað eru bara trý stig fram til B36 og fremsta plássið. Um tað fer at eydnast okkum at vinna á teimum, so verða vit við aftur heilt har frammi. Um vit einki fara at fáa burtur- úr, so verður talan um mun upp á seks stig, og tað er nógv. Nú hava vit møguleika at hvíla í fleiri dagar, enn vit hava havt møguleika fyri seinastu ferðirnar. Tað kemur væl við, heldur Jónhard Frederiksberg. Á Skála hava teir fleiri ferðir víst á, at í fjør vóru teir ov fáir at standa seg í kappingina. Tað kostaði ov nógv, tá ið onkur fór burturav, tí hann var skaddur ella leikbannaður. Hesa ferð var Rúni Rasmussen ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur annars verið sera stinnur, men venjarin hevði ímóti gomlu liðfe- løgunum hjá Rúna í NSÍ valt at taka Jenel Cristi- an framum. Rúni varð skiftur inn fyri ru- menska spælaran mið- skeiðis í 2. hálvleiki. Arnhold Berg, sum í fjør var so mikið stinnur, at hann undan ferðini til Kypros og Írlands fekk landsliðsboð, hevur leingi verið knæskaddur. Í síðstu viku fór hann at venja aftur, og um tað fer at gangast væl hjá honum, so verður hann við í kappingini um plássini um ikki so langa tíð. Kendu ikki sína vitjunartíð ígjøgnum, tá ið hann sjálv- ur royndi. Einsamalla málinum var Andy Olsen meistari fyri, tá ið ein tími var farin, og tað var vorðið sum mál. Jónstein Petersen sneiddi á baklinjuni framvið mót- støðumanni, innleggið var neyvt, og mitt fyri málinum hevði Skála verjan ikki tamarhald á. Andy Olsen var komin inn frá og høgru, og hann heilfluktaði upp undir nettakið. Eitt sera vakurt mál. Sum síðsti hálvi tímin leið, slepti Skála støðugt í verjupartinum, men tá megnaðu teir ongantíð at seta NSÍ verjuna undir trýst. Heldur vóru tað teir á heimaliðnum, sum vóru nærri við at økja um leiðsl- una. Dánial Hansen, sum væl kann brúkast alla staðni á vøllinum, og Christian Høgni Jacobsen vóru onkra ferðina nær við, men Vlada Filipovic, sum framvegis er so mikið skaddur í fótinum, at tað ikki ber honum til at sparka málspark, var tryggur, og teir á heimaliðnum kundu væl liva við tepra og uppi- borna sigrinum. Andy Olsen hevði týdningarmiklal leiklut í verjupartinum, tá hann skuldi byrgja upp fyri Iulian Florescu, og at hann so eisini skuldi gerast match-vinnari, mundi ikki gera dagin verri Mynd: Bárður Lydersen Jónhard Frederiksberg hevði góðan møguleika at ogna Skála í mista lagi eitt stig, men Jens Martin Knudsen fekk ta ferðina vart fyri einsamalla skála-áleyparanum Mynd: Bárður Lydersen