Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 91 - 18. mai 2005 TB-GÍ 3-0 (1-0): TB setti vongskerda GÍ upp á pláss EB/Streymur-VB 1-1 (0-0): Við seinasta sparkinum Gøtumenn megnaðu einki at gera við tøttu TB verjuna, og tað hevði týdning fyri gongdina, at TB fekk fulla úrtøku, tá ið teir fyrstu ferð fingu møguleikan TB-GÍ Jóannes Hansen Tað gongur strúkandi hjá TB. Í vikuni, sum fór ella neyvari 13. mai, fylti elsta bóltfelagið í landinum 113 ár. Tað feiraðu teir við man- ér. Mikukvøldið 11. mai tryggjaðu teir sær trý stig í Vági, og 2. hvítusunnudag 16. mai fingu teir aftur fulla úrtøku, tá ið botnliðið úr Gøtu var á Sevmýri. Einki bendi fyrsta kort- erið á, at GÍ er botnlið. Teir høvdu fríska lotið undan, og teir løgdu væl fyri. Hvussu tað hevði havt hilnast, um Súni Olsen, sum aftur hesa ferð var framrættaður miðvallari aftanfyri Krzystof Pop- czynski, ið var einsamallur á toppinum, hevði havt lagt GÍ framum, tá ið hann gjørdist einsamallur á topp- inum, ber tað bara til at ímynda sær. Men tað eydn- aðist heldur ikki hesa ferð ársins spælara í fjør, sum ikki hevur havt somu eydnu við málskjótingini í ár, at fáa mál. Predrag Markovic staðfesti enn eina ferð, at hann er góður fongur hjá TB. Harvið bar tað fram- vegis TB til fyrst og fremst at dúva upp á verjupartin. Tá ið fyrsta korterið var farið, linkaði GÍ trýstið eitt sindur, og tá ið TB fekk fulla úrtøku burturúr fyrsta mál- møguleikanum, sum teir høvdu, var tað sum vátur vøttur frammaná hjá gøtu- monnum, sum sjálvsagt vóru serliga móttakiligir fyri brotasjógvum, tí teir í teimum átta umførun-um frammanundan hava verið so illa tøssaðir. Miðvallarin í høgru, Einar Petersen, legði frí-sparks- sending í brotsteigin og eftir eitt sindur av afturi og fram var tað Óli Johannesen, sum smekkaði bóltin í málið aftanfyri Marcel Dawid, sum nú tykist skula fáa orduliga kapping frá Meinhardti Joensen, sum var á GÍ beinkinum. TB dúvaði enn eina ferð upp á stinnu aftastu ketuna. Gøtumenn høvdu ógvuliga ilt við at bróta ígjøgnum. Á sentrala miðvøllinum hjá TB arbeiddu Bárður Dimon og Birgir Rasmussen væl, og í borðunum fingu teir góða hjálp frá Einari Peter- sen og Búa Mortensen. Í framrættaða partinum var TB betri fyri hesa ferð, enn teir hava verið undan- farnu ferðirnar, tá ið tað hev- ur eydnast teimum at fáa úr- tøku, hóast teir ikki hava havt nakað serligt av álops- spæli. At tað hilnaðist betri hesa ferð mundu tað vera tvær orsøkir til. Onnur er tann, at ungu og óroyndu spælararnir fáa alt størri sjálvsálit, nú tað er farið at ganga væl hjá TB. Hin or- søkin er tann, at mótstøðu- liðið hesa ferð megnaði ikki at seta tað trýstið á tvørá- menn, sum onkur av hinum liðunum hava megnað at gera. GÍ er langt frá gamlari styrki. Sámal Joensen er so mikið illa fyri, at tað ber honum ikki til at spæla. Magni Jarnskor varð nýttur seinna minna helmingin av seinna umfarinum, uttan at GÍ kom afturíaftur. Gøtu- menn royna og royndu at stríðast, men teir vóru ikki nóg stinnir í framrættaða partinum, og í verjuni tókt- ust teir ikki serliga sannfør- andi. Mótbrekkan hjá GÍ gjørdist uppaftur tyngri ímóti vindinum, tá ið seinna umfarið var sjey minuttir gamalt. Vongverjin í vinstru hjá TB, Jón Jo- hannesen, legði fram til rættuliga væl upplagda álopsspælaran Olivur Abra- hamsen, sum slapp frá GÍ verjuni og lyfti upp um Marcel Dawid og í kassan. Tá hevði Olivur framman- undan havt onkran góðan møguleika, og hann hevði fleiri enn henda eina, sum hann nýtti at økja um heimaleiðsluna til 2-0. Í 89. minutti staðfesti innskifti Allan Poulsen stórsigurin, og harvið hevur TB vunnið tvær ferðir í hesum kappingarárinum 3- 0 á heimavølli. Fyrra ferðin var, tá ið teir høvdu vitjan av EB/Streymi. Hjá gøtumonnum veit illa við. Úrsitini eru soltin, og hóast lagið hevur verið og framvegis tykist vera gott, so kemst tað ikki utt- anum, at sjálvsálitið mink- ar, og at mótbrekkan kenn- ist serliga tung, tá ið tapið er so mikið dygt móti teim- um, sum tað frammanund- an kappingarbyrjan varð roknað við skuldu verða teir, ið fóru at hava størsta stríðið fyri at sleppa undan niðurflytingini. Undan vitjanini í Vági hevur GÍ spælt tríggjar landskappingardystir á tamb, uttan at tað hevur eydnast at fáa mál! Tað er undirstriking av, at áður so høgt flúgvandi gøtumennin- ir av álvara eru skerdir - bæði í álopinum og í verj- uni, sum í trimum teimum seinastu umførunum hevur latið seks mál fara ígjøgn- um. Enn einaferð bjargaði sparkiteknikkurin hjá Hans Paula Samuel- sen stig til EB/Streym. Hesa ferð tá hann í seinastu sekundunum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Heldur ikki í fjórðu roynd- ini eydnaðist EB/Streymi at vinna heimadyst. Møgu- leikarnir tóktust annars ikki heilt eingir, nú VB kom á vitjan, men hóast støðuna í tunga endanum, so hevur VB serliga á útivølli víst seg sum vandamikið kontra-lið, og tí vistu teir á felagsliðnum, at talan í øllum førum ikki skuldi verða um lætta uppgávu. Nakað av vindi var eftir vøllinum, og fyri steðgin nýttu teir á heimaliðnum hendan til at leggja trýstið oman á VB-hálvuna. Fleiri ferðir var eisini nær við, at talan gjørdist um heilt góðar møguleikar, men antin var seinasta sendingin ikki nóg neyv, ella var talan um forkølaðar skotroyndir, sum Bjarni Johansen í VB- málinum ikki hevði nakrar trupulleikar av. Eftir steðgin broyttist gongdin nakað. VB, sum eisini hevði havt nakrar kontra-møguleikar fyri steðgin, var nú í nógv størri mun við til at mynda spælið. Ikki minst, tá teir fleiri ferðir megnaðu at bróta uppspælið hjá EB/- Streymi, og tað var eisini hendan uppskriftin, sum varð nýtt, tá gestirnir løgdu seg á odda. EB/Streymur skuldi kontra, men teir mistu bóltin, og so gekk tað skjótt fyri seg. Spælt varð út í síðurnar og so innfyri, og har stóð Jón K. Poulsen púrasta leysur. Seinastu løtuna royndi VB fyrst og fremst at halda fast um leiðsluna, og hetta eydnaðist eisini, til einir 92 minuttir vóru farnir. Tá fekk EB/Streymur fríspark á brotsteigarmarkinum. Sjálvir vildu teir á heima- liðnum vera við, at talan var um brotsspark, men fyri Hans Paula Samuelsen kundi hetta vera tað sama. Hann gav enn einaferð dømi um framúr sparki- teknikkin, og tó at Bjarni tveitti seg og fekk bóltin, so segði dómarin, at hesin hevði verið innanfyri. 1-1 við seinasta sparkin- um í dystinum, og so kundu báðir partar fara til hús við einum stigi hvør. Eitt úrslit, sum bæði helst kunnu liva við, men har serliga váb- ingarnir mundu iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast í nøkur fá sekund afturat. Hóast heimaliði trýsti, so vóru vágbingar á ongan hátt sørir, tá teir leitaðu niðan eftir vøllinum Mynd: Sofus D. Johannesen EB/Streymur-VB 1-1 (0-0) 0-1 Jón Krosslá Poulsen, 65. 1-1 Hans Pauli Samuelsen, 90. Dómari: Lassin Isaksen EB/Streymur: Gunnar á Steig – Bárður Olsen (Ól- avur Poulsen, 77.), Andrzej Pacek, Fróði Clement- sen, Gert Hansen – Hans Pauli Samuelsen, Marni Djurhuus, Knút Vesturtún, Jákup Martin Joensen (Hallur Jacobsen 65.) – Sonni L. Petersen (Teitur Joensen, 65.), Sorin Anghel VB: Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Súni úr Hørg, Anders Sørensen, Kári í Lágabø – Poul N. Poulsen (Jón Krosslá Poulsen, 40.), Edvard Blé, Milan Kuljic, Símun Samuelsen – Mikael í Lágabø (Sigmund Mikkelsen, 88.), Dan Djurhuus FAKTA UM DYSTIN TB-GÍ 3-0 (1-0) 1-0: Óli Johannesen 19. 2-0: Olivur Abrahamsen 52. 3-0: Allan Poulsen 89. Dómari: Jens Petur Brattalíð TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic, Aca Petr- ovic, Óli Johannesen, Jón Johannesen - Einar Peter- sen, Birgir Rasmussen, Bárður Dimon, Búi Mort- ensen (Allan Poulsen, 64.) - Emmanuel Larbi (Mortan Enni, 77.), Olivur Abrahamsen Gult kort: eingin GÍ: Marcel Dawid - Áslakur R. Petersen, Atli Greg- ersen, Robert Rzeczycki, Hanus Jacobsen - Sam Jac- obsen, Símun Louis Jacobsen (Magni Jarnskor, 72.), Súni Olsen, Poul Henning Jacobsen (Poul Arni Jacob- sen, 72.), Hans Pauli Petersen - Krzystof Popczynski Gult kort: Áslakur R. Petersen FAKTA UM DYSTIN TB hevur nú vunnið seg upp á fimta plássið á stigatalvuni Mynd: Áki Bertholdsen