Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 18. mai 2005 29 Eivind bleiv vrakaður Á aðalfundinum hjá hondbóltssambandin um leygardagin var Niels Pedersen í Vest- manna valdur til nýggjan formann. Fyrrverandi formað- urin, Eivind Jacobsen, bleiv ikki skotin upp aftur til formans- starvið FORMANSSKIFTI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Millum hondbóltsáhugaðar føroyingar hevði tað leingi ljóðað, at aðalfundurin hjá HSF í ár kundi gerast rættu- liga rokaligur, tí at feløgini vóru rættuliga ónøgd við nógv viðurskifti í hond- bóltssambandinum. Stór ónøgd við fyrr- verandi formannin Fundurin gjørdist tó ikki serliga rokaligur. Uppmøt- ingin til fundin var góð, og øll feløgini høvdu sent um- boð á fund, og tilsamans vóru fleiri enn 30 fólk á fundi. Tá ið formansvalið var á skránni, var bert tað eina uppskotið, nevnliga fyrr- verandi varaformaðurin Niels Pedersen úr Vest- manna. Eingin skeyt fyrr- verandi formannin, Eivind Jacobsen, upp, og Niels Pedersen bleiv tí einmælt valdur til nýggjan formann. Eivind Jacobsen hevði ikki boðað frá, at hann ikki stillaði upp aftur, og tí kann hetta bert tulkast sum, at feløgini ikki vildu hava hann aftur. Eftir formansvalið var varaformansvalið á skránni, og tá var aftur bert tað eina uppskotið. Formaðurin í SÍF, Eina Gudmundsen, bleiv skotin upp, og hon bleiv vald uttan mótvalevni. Hini fólkini í starvs- nevndini hjá HSF eru Niels Petur Bech, Svein Rógvi Nielsen og Kristian Johan- sen, sum er nývaldur. Til- takslimur er Ingi Olsen. Nýggi formaðurin sigur, at hann stillaði upp til for- mann til frama fyri før- oyskan hondbólt. - Tað var stór ónøgd við farna formannin, og tí still- aði eg upp. Fyrrverandi for- maðurin vildi hava alt undir sær, og hetta gjørdi, at fólk høvdu ilt við at støðast í starvsnevndini, sigur Niels Pedersen. Øll fáa ábyrgd Niels Pedersen sigur, at fremsta uppgávan verður at fáa fólk at trívast í nevnd- ini, soleiðis at tað verður ein ávísur stabilitetur í starvsnevndini. - Ætlanin hjá mær er at fáa loyalitet í starvsnevnd- ini, og øll skulu vita, hvat ið fer fram í hondbóltssam- bandinum. Vit fara eisini at gera eitt arbeiðsbýti, so- leiðis at allir nevndarlimir- nir fáa ábyrgd. Hetta kann vónandi skapa eitt støðu- festi í nevndini, sigur nýggi formaðurin. Niels Pedersen sigur, at nýggja starvsnevndin hjá HSF fer at hava sín fyrsta fund komandi hóskvøld, og tá fer nevndin endaligt at skipa seg. Formaðurin sig- ur seg vóna, at feløgini fara at stuðla nýggju nevndini, tí sum hann málber seg, so eru tey arbeiðsgevarar hjá hondbóltssambandinum. Á aðalfundinum hjá HSF leygardagin var eitt broytingaruppskot fyri kvinnukapping- ina samtykt. Uppskot- ið fer at hava við sær, at kvinnurnar í fram- tíðini fara at spæla hálvfinalu og finalu BROYTINGAR Í HOND- BÓLTSKAPPINGINI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nógv hevur verið kjakast um kvinnukappingina í vet- ur, men nú hevur aðalfund- urin hjá hondbóltssamband- inum samtykt nakrar broyt- ingar, sum skulu gera kapp- ingini meiri áhugaverda. Tvey lið flyta niður Tá ið kappingin hjá kvinn- unum fer av bakkastokki aftur í heyst, verða liðini í deildini átta í tali, sum tey eisini vóru farna kappingar- ár. Hesi átta liðini spæla eitt grundspæl, har liðini fáa 14 dystir hvør. Grundspælið verður lið- ugt á jólum, og tá verður deildin býtt í tveir bólkar. Í báðum bólkunum byrja lið- ini aftur á 0 stigum. Ovari bólkurin spælir síðani um at gerast nummar 1,2,3 og 4 í endaspælinum. Liðini spæla tvær ferðir móti hvørjum øðrum, og tá ið endaspælið er av, eru hálvfinalur á skránni. Liðið, ið endar nummar eitt í endaspælinum, skal dystast við nummar fýra, meðan lið nummar tvey og trý bresta saman. Í hálvfin- alunum verður spælt best av trimum dystum, og tað liðið, ið endaði ovast í enda- spælinum hevur heimavøll í triðja dystinum, um neyðugt verður við einum triða dysti. Vinnararnir av hálvfinal- unum báðum hittas so í fin- aluni, og aftur her verður talan um best av trimum dystum, og eisini her fær ovara liðið í endaspælinum fyrimunin av heimavølli í einum møguligum triðja dysti. Niðari bólkurin spælir á sama hátt sum ovari bólkur- in, men tá ið teirra enda- spælið er liðugt, flyta tey bæði niðastu liðini bein- leiðis niður í næstfremstu deildina. Hetta merkir, at tá ið kappingarárið 2006/2007 fer av bakkastokki um gott og væl eitt ár, eru tað einans seks lið í fremstu kvinnu- deildini. Men tá ið grund- spælið tá endar, koma tvey tey fremstu liðini úr næst- fremstu deildini at dystast við tvey bæði niðastu úr fremstu deildini um upp og niðurflyting. Tað er ikki bert kapp- ingin hjá kvinnunum, ið verður broytt til komandi kappingarár. Eisini manskappingin verður broytt nakað BROYTINGAR Í KAPPINGINI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Aðalfundurin hjá hond- bóltssambandinum var tó samdur um, at kappingin hjá monnunum var góð í verandi líki, og tí er talan ikki um tær stóru broyt- ingarnar. Spæla um gullið og bronsuna Spælt verður framvegis á sama hátt við einum grund- spæli, har øll seks liðini spæla tvær ferðir móti hvørjum øðrum. Síðani verður farið undir endaspælið, og vanligt hev- ur verið, at tá ið endaspælið er liðugt, er kappingarárið eisini liðugt, og liðið, ið endaði ovast í endaspælin- um, er føroyameistari. Men soleiðis verður ikki framyvir. Tá ið endaspælið endar, skulu tey bæði fremstu liðini spæla um gullið. Talan verður um eina fin- alu, har spælt verður best av trimum dystum, og liðið, ið endar ovast í endaspælinum, hevur fyrimun av heimavølli í triðja dystinum, um neyð- ugt er við trimum dystum. Somuleiðis skulu nummar trý og fýra spæla um bronsuna, og her verður sami leistur nýttur, sum finalan verður spæld eftir. Niels Pedersen, sum her handar VÍF-liðskiparanum, John Zachariasssen, FM- steypið, er nýggjur formaður í hondbóltssambandinum. Mynd: Jens Kr. Vang Klaksvíkingar ætlaðu, at tað bara skuldi rógvast á túsund- metra málinum á norðoyastevnu, men hesum tók aðalfundurin ikki undir við Hannis heldur fram sum formaður RSF aðalfundurin tók ikki undir við 8. FM stevnuni og at tað bara verður róð á styttsta teininum í Klaksvík KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Á aðalfundi í Róðrarsam- bandi Føroya, RSF, varð 2. hvítusunnudag sam- tykt, at ein nýggj FM kapping skal vera á skránni í ár. Tað vil siga, at nú fer at verða kappast um sjey FM heiti og ikki seks. Nýggja kappingin kemst av, at genturóðurin verður flokkaður í aldurs- bólkar. Á sama hátt, sum tað hjá dreingjunum er 18 ára aldursmark, verður tað eisini hjá gentunum 18 ára aldursmark so- leiðis, at tað nú verður ein kapping millum 5- mannafør við gentum, sum eru yngri enn 18 ár og ein fyri gentur, sum eru eldri enn 18 ár. Fuglfirðingar og tey í Runavík vildu hava aðal- fundin at samtykkja, at talið á FM stevnum skuldi hækka úr sjey og upp í átta. Tað vildi aðal- fundurin ikki. Meginsjón- armiðið var, at tað er ov stutt frá Norðoyastevnu og til Ólavsøku at kappast fleiri enn sjey ferðir. Klaksvíkingar vildu hava fundin at góðtaka, at tað á Norðoyastevnu í ár bara skuldi kappast á 1000 metrum. Tað vildi fundurin ikki taka undir við. Argja Róðrarfelag og Knørrur vildu hava fund- in at taka undir við, at hesi feløgini skuldu eiga lut fyrireikingunum av ólavsøkuróðrinum. Fund- urin vísti málinum frá sær. Róðrarsambandið legði fyri fundin uppskot um heimild at taka FM stig frá manningum, sum ikki nýta bjargingarútgerð undir venjing. Tað vildi fundurin ikki. Á fundinum var nevnd- arval. Allir sjey nevndar- limirnir stóðu fyri vali, og tveir nevndarlimir, skriv- arin og kassameistarin, sum ávikavíst vóru Sjúrð- ur Gullbein og Dánjal Petur Poulsen høvdu boðað frá, at teir tóku ikki við afturvali. Hannis Joensen, sum hevur boðað frá, at hans- ara skeið í RSF formans- sessinum fer at styttast, varð afturvaldur til for- mann, og Jan Herman Hansen varð afturvaldur til næstformann. Nýggjur kassameistari er Dánjal Petur Olsen, sum framm- anndan var nevndarlimur. Nýggjur skrivari er Paula Eikholm, sum er nývald í nevndini. Hans David Hansen er nevndarlimur, og Poul John Æðustein er nývaldur nevndarlimur. Menninir fáa finaludyst Kvinnukappingin broytt munandi