mikudagur 18. mai 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 91 - 18. mai 2005
Leif
hjálpir
Oddbjørn
John Eystberg, sum
hevur verið í Gøtu,
er nýggjur venjari
hjá næstbesta HB
liðnum
VENJARAR
Jóannes Hansen
Tá ið KÍ sunnudagin vann
3-0 í Fuglafirði, var
gamli KÍ spælarin Leif
Olsen undir liðini á
nýggja KÍ venjaranum
Oddbirni Joensen. Leif
kom á besta KÍ liðið
miðskeiðis í sjeyti árun-
um, og hann spældi har,
inntil
hann
fór
til
Danmarkar at lesa.
Higartil í ár hevur Leif
havt ábyrgdina av næst-
besta HB liðnum. Nú
hann ynskti at sleppa úr tí
starvinum, segði HB seg
einki hava ímóti tí, um
tað eydnaðist teimum at
finna nýggjan venjara til
2. deild.
Nýggjur venjari hjá HB
2. deild er John Eystberg.
Fyrrverandi VB spælarin
hevur higartil í ár verið
venjari í Gøtu, har hann
hevur tikið sær av ung-
lingaliðnum og liðnum í
2. deild, sum HB í fyrsta
umfarinum
vann
8-1
ímóti.
Leif Olsen sum eisini er
ættaður úr Klaksvik, er
settur sum hjálparvenjari
hjá Oddbjørn Joensen
Mynd: Bárður Lydersen
Suverenir toftamenn
Ikki minni enn 8-0
gjørdist sigurin í
oddabrakinum, og
eftir trý umfør hevur
B68 enn ikki latið mál
fara ígjøgnum
2. DEILD
Jákup Mørk
Ætlaða oddabrakið á Toft-
um gjørdist ongantíð til
nakað brak. Til tað vístu
toftamenn seg enn einaferð
alt ov sterkar.
Ikki minni enn 8-0 gjørd-
ist úrslitið av oddadyst-
inum, og við hesum settu
toftamenn eina feita striku
undir, at tað var eitt stórt
mistak og einki annað, tá
teir í fjør mistu sessin í
bestu deildini.
Fyri steðgin vóru tó ikki
tekin um, at talan skuldi
gerast um somikið lemjandi
stórsigur. B68 hevði greiða
yvirvág, men leiðslan var
kortini bara tvey mál, og so
var kanska væntandi, at
vertirnir
bara
koyrdu
leiðsluna eftir steðgin.
Men so var ikki. Ístaðin
settu teir fulla ferð, og
snøgt sagt trumlaðu hval-
bingar niður. Seks ferðir
afturat endaði bólturin í
kassanum, og so var ikki
nógv hjá hvalbingum at
gera, annað enn at leggja
leiðina heim aftur við
ongum stigi.
Toftamenn eru hinvegin
væl fyri. Teir hava við
trimum sigrum livað upp til
heitið sum favorittar at
vinna deildina, og eitt gott
mát fyri styrkina er helst at
hyggja at málmuninum.
Hesin sigur í øllum førum,
at enn er einki mál farið
ígjøgnum
hjá
tofta-
monnum.
Tætt um annað
plássið
Hetta gav so øðrum liðum
møguleika at ota seg upp
móti oddinum, og trý lið
tóku av hesum, soleiðis at
hesi nú eru ájøvn Royn á
stigatalvuni.
Í Havn hevði HB vitjan
av Sumba, og her var
yvirvágin alla tíðina greið.
Stóran part av dystinum
vórðu sumbingar trýstir
langt aftur á vøllin, og tó at
málini gjørdust nakað nógv,
so kundi lítið setast á
leiðsluna hjá HB. Fimm
ferðir sendu teir reyð/-
svørtu bóltin í kassan,
áðrenn Jón Pauli Olsen at
enda fekk minkað nakað
um munin, men tá var langt
síðani avgjørt, hvar stigini
skuldu fara.
Í Gøtu var B71 á vitjan,
og eisini teir megnaðu at
taka alt móti gøtumonnum,
sum enn eru púra sørir.
Gøtumenn settu sjálvir
sandoyingarnar í gongd, tá
teir gjørdu fyrsta málið við
sjálvmáli, og síðani kundi
Clayton Soares staðfesta
sigurin við einum máli
hvørju megin steðgin.
Og eisini FS Vágar 2004
megnaði at fáa fult burtur
úr sínari ferð, tá teir vitjaðu
í Leirvík. Eisini her skuldi
sjálvmál til, áðrenn gestir-
nir komu ígongd, og so
kundi Sonni Johansen stað-
festa sigurin, sum av álvara
tykist hava sett ferð á vága-
menninar. Tað er annars
merkisvert, at Sonni higar-
til er einasti spælarin hjá
FSV, sum er komin á mál-
talvuna.
Seinasti dysturin hetta
umfarið var á Argjum, har
AB hevði vitjan av B36. Og
her eydnaðist árstalsfelagn-
um at fáa síni fyrstu stig.
Ikki minst takkað verið
Tummas Hans Rubeksen,
sum skeyt øll trý málini, og
tvær ferðir legði B36 fram-
um, men í báðum førum
megnaði AB tó at koma
upp aftur á javnt.
Úrslitini um
vikuskiftið vóru hesi
B68-Royn
8-0 (2-0)
HB-Sumba
5-2 (3-0)
GÍ-B71
0-3 (0-2)
LÍF-FSV04
0-3 (0-1)
AB-B36
3-3 (1-2)
Máltindarnir
Formula-deildin
Súni Olsen
GÍ
5
Rúni Nolsøe
HB
5
Tór-Ingar Akselsen
HB
5
Christian Høgni Jacobsen
NSÍ
5
Jónhard Frederiksberg
Skála
5
Allan Mørkøre
B36
4
Andy Olsen
NSÍ
4
Bogi Gregersen
Skála
4
Óli Johannesen
TB
4
Obele Okeke Onyebuchi
B36
3
Hans Pauli Samuelsen
EB/S
3
Hans á Lag
HB
3
Rasmus Nolsøe
HB
3
Atli Danielsen
KÍ
3
Heðin á Lakjuni
KÍ
3
Olivur Abrahamsen
TB
3
2. deild
Clayton Soares
B71
5
Tummas Hans Rubeksen
B36
4
Uni Arge
HB
4
Jóan Pauli Olsen
Sumba
4
Rene Thomsen
Sumba
4
Súni Fríði Barbá
AB
3
Ovi Magnussen
B68
3
Sonni Johansen
FSV04
3
Dánjal Pauli Dalbø
GÍ
3
Hendrik Rubeksen
HB
3
Formula-deildin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 B36
9
5
-
3
-
1
12
3
9
18
2 HB
9
5
-
1
-
3
24
12
12
16
3 NSÍ
9
4
-
4
-
1
15
9
6
16
4 Skála
9
4
-
3
-
2
18
12
6
15
5 TB
9
3
-
3
-
3
10
10
0
12
6 ÍF
9
3
-
3
-
3
12
20
-8
12
7 KÍ
9
3
-
2
-
4
13
13
0
11
8 EB/Streymur
9
2
-
4
-
3
8
14
-6
10
9 VB
9
2
-
2
-
5
5
13
-8
8
10 GÍ
9
1
-
1
-
7
9
20
-11
4
Støðan, 2. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 B68
3
3
-
0
-
0
12
0
12
9
2 HB
3
2
-
0
-
1
12
6
6
6
3 B71
3
2
-
0
-
1
9
4
5
6
4 FSV04
3
2
-
0
-
1
4
1
3
6
5 Royn
3
2
-
0
-
1
3
9
-6
6
6 AB
3
1
-
1
-
1
5
5
0
4
7 Sumba
3
1
-
0
-
2
13
15
-2
3
8 LÍF
3
1
-
0
-
2
8
11
-3
3
9 B36
3
0
-
1
-
2
4
6
-2
1
10 GÍ
3
0
-
0
-
3
5
18
-13
0
Lesið
- so eru tit við