Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 18. mai 2005 31 Handilslærlingur Vit sóknast eftir lærlingi til VHS deildina hjá P/F Mariu Poulsen, Smyrilsvegur 8. Vit kunnu bjóða eitt spennandi yrki, við dagligum avbjóðingum og góðum arbeiðsumhvørvi. FHS ella HH er ein treyt fyri at byrja sum lærlingur í handilsvinnuni. Vit vænta at tú ert røsk/raskur, fyrikomandi og von/vanur við at fáast við fólk. Harafturat er tað ein fyrimunur um tú hevur aðrar royndir ella útbúgv- ingar innan handilsvinnuna, men hetta er ikki ein treyt. Seinasta freist at senda inn umsókn við prógvum er, fríggjadagin 10. juni 2005. Eru spurningar eru tygum altíð vælkomin at ringja tlf. 312000. Box 182 FO-110 Tórshavn Rudding Miðvágs Kommuna hevur sett sær fyri, at bilvrak, akfør, úthús og lutir annars, sum uttan góðkenning frá kommununi rekast á almennum ella privatum økjum, skulu beinast burtur og latast góðkendum móttakara. Sambært grein 1 í umhvørvislógini er ikki loyt at lata órudd liggja og rekast á almennum ella privat- um uttandura øki, og í grein 10 um burturkast stendur at ikki er loyvt at lata ónýtilig akfør liggja og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella aðrastaðni. Og í grein 61 í ferðslulógini stendur at løgreglan kann burturbeina ella selja skrásetingar- skyldug akfør, sum standa á almennum vegi uttan nummarplátu. Tey sum eiga/hava frammanfyri nevndu akfør/lutir o.t. á almennum ella privatum øki, skulu beina hetta/hesar burtur skjótast gjørligt. Verður hetta ikki gjørt innan 23. mai 2005, beinir kommunan tað burtur fyri eigarans rokning. Miðvágs kommuna og Sýslumaðurin Ársaðalfundur Ítróttasamband Føroya hevur ársaðalfund á Hotel Føroyum 21. mai 2005 kl. 10.00. Skrá sambært lógum felagsins. Ítróttasamband Føroya Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2005 saman við kvittanum fyri goldnan barna- pening, skal vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 03.06.2005. Um goldið verður til Toll- og Skatt- stovu Føroya, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir. Umsóknir sum vera Almannastovuni í hendi innan nevndu freist verður væntandi avgreiddar í juni 2005. Umsóknarbløð fáast við at venda sær til økisdeildir- nar. Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barnagjald/-gjøld frá Ríkisumboðnum, ella samsvarandi útlendsk gjaldsavgerð sendast inn saman við umsóknini. Almannastovan Økisdeildin í Tórshavn J. Broncksgøta 27 100 Tórshavn Tlf. 35 35 70 - fax 35 35 71 Økisdeildin í Eysturoy Heiðavegur 620 Runavík Tlf. 47 47 10 - fax 47 47 11 Økisdeildin í Norðoyggjum Klaksvíksvegur 78A 700 Klaksvík Tlf. 45 72 40 - fax 45 72 41 Økisdeildin í Suðuroy 800 Tvøroyri Tlf. 35 35 60 - fax 35 35 61 Stuðul til uppihaldspening