hósdagur 19. mai 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 19. mai 2005
17
Blair bjóðar av
Afturvaldi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, ætlar
sær at fáa Parlamentið at samtykkja ikki færri enn 45
lógaruppskot teir næstu átjan mánaðarnar, og fleiri
teirra eru av slíkum slagi, at tey kunnu geva honum
trupulleikar.
Eitt nú ætlar Blair at seta í gildi eina lóg um eitt ser-
ligt samleikaprógv. Endamálið við tí er at forða fyri, at
fólk gera sær dælt av ymsum almennum veitingum,
sum tey ikki hava rætt til. Hesum er vinstrivongurin í
abour ímóti, og nógvir bretar halda, at kortið er enn ein
roynd hjá myndugleikunum at skerja tað persónliga
frælsið. Stjórnin hevur lagt dent á, at samleikaprógvið
eisini er eitt lið í bardaganum ímóti yvirgangi.
Onnur lógaruppskot, sum fara at fáa harða mótstøðu,
snúgva seg um nýskipanir innan skúlaverkið, heilsu-
verkið og almannaverkið. Eygleiðarar í London siga, at
Blair ætlar sær at fremja tey nógvu uppskotini fyri at
fáa bretar at minnast hann fyri annað enn kríggið í Irak.
Nakrir tingmenn hjá Labour ætla sær kortini at geva
honum stóra mótstøðu fyri at noyða hann at leggja frá
sær og at lata Gordon Brown, fíggjarmálaráðharra taka
við.
Vilja hava ísráðharra
Fer norska andstøðan at skipa stjórn aftan á stórtings-
valið í heyst, er tað ikki óhugsandi, at Noreg fær ein
ráðharra í ísviðurskiftum, sum tikið verður til.
Miðflokkurin, sum ætlar sær at skipa stjórn saman
við Arbeiðaraflokkinum og Sosialistiska Vinstraflokk-
inum aftan á valið, hevur skotið upp, at stjórnin skal
hava ein ráðharra, sum skal umsita viðurskifti í teimum
norðastu økjunum. Sambært flokkinum hevði ráð-
harrin fingið fleiri týðandi evni at viðgera so sum um-
hvørvi, orku og trygdarpolitikk.
Arbeiðaraflokkurin og Sosialistiski Vinstraflokkurin
taka undir við uppskotinum hjá Miðflokkinum. Sagt
verður, at tað ætlaða ráðharrastarvið fer at líkjast tí hjá
Jens Evensen í sjeytiárunum. Hann var havrættarráð-
harri, og norskir viðmerkjarar eru á einum máli um, at
tað var ein sera skilagóð avgerð at lata ein ráðharra um-
sita havrættarviðurskiftini burturav tá, skrivar Aften-
posten.
Avsannaði skuldsetingar
Amerikanskir politikarar hava lagt bretska tingmannin
George Gallooway undir at hava fingið væl burtur úr
olju fyri mat-skipanini, sum STb setti í gildi ímóti Irak
aftan á Flógvakríggið. Tað var ein nevnd hjá senatin-
um, sum kom við skuldsetingunum, men George Gal-
loway sigur, at als einki hald er í teimum.
- Eg selji ikki olju og havi ongantíð gjørt tað, og
eingin hevur nakrantíð selt olju mína vegna, segði
George Galloway, tá hann fyrradagin hitti senats-
nevndina.
- Satt at siga havi eg ongantíð sæð eina oljutunnu, og
eg havi heldur ongantíð átt ella selt eina, segði bretski
parlamentslimurin, sum fýltist á, at ein nevnd hjá
amerikanska senatinum almannakunnger slíkar upplýs-
ingar uttan at tryggja sær, at nakað hald er í teimum.
Tørvur á javnstøðunevnd
Radikali Vinstraflokkurin í Danmark heldur, at Fólka-
tingið eigur at hava eina javnstøðunevnd.
Lone Dybkjær, sum er framsøgumaður floksins í
javnstøðumálum, sigur í samrøðu við Politiken, at
fakfeløg, kvinnufelagsskapir og onnur hava víst á, at alt
ov lítil dentur verður lagdur á at tryggja javnstøðu
ímillum menn og kvinnur í tí politiska arbeiðinum. Eitt
nú verður alt ov lítið gjørt við at kanna, um lógir fáa
størri ávirkan á annað kynið enn hitt, sigur hon.
Uppskot um javnstøðunevnd hevur verið í Fólkating-
inum fyrr, men undirtøka hevur ikki verið fyri tí higar-
til. Undir einum orðaskifti í Fólkatinginum fyri einum
mánað síðani nevndi Lone Dybkjær tankan, men tá
vóru tað bara Sosialistiski Fólkaflokkurin og Eindar-
listin, sum søgdu seg taka undir við henni. Kortini
hevur hon gjørt av at leggja eitt uppskot til samtyktar
fyri tingið.
UTTAN ÚR HEIMI
Deyðahavið er mink-
að so nógv, at okkurt
má gerast, men málið
hevur eisini sera stór-
an politiskan týdning
BJARGING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ísraelsmenn, palestinar og
jordanar eru samdir um at
gera okkurt fyri at bjarga
Deyðahavinum. Okkurt má
gerast, tí tey seinastu 50 ár-
ini er vatnstøðan fallin heil-
ar 27 metrar, og vatnið
minkar framvegis.
- Bara tað, at vit kunnu
tosa um hetta, er eitt gott
politiskt tekin, tí tað gevur
vónir um samstarv ímillum
londini, sigur ísraelski ráð-
harrin Benyamin Ben Eliez-
er, sum júst hevur tingast
við sínar palestinsku og
jordansku starvsbrøður um
málið.
Fyribils hava teir eitt upp-
skot um at grava ein 180
kilometrar langan tunnil frá
Reyðahavinum til Deyða-
havið og at leiða vatn tann
vegin. Arbeiðið verður mett
at kosta næstan 20 milliardir
krónur, og Heimsbankin
hevur lovað at fíggja megin-
partin.
Men enn eru fleiri ósvar-
aðir spurningar. Summi
halda, at tunnilin kann fáa
óhepnar avleiðingar fyri tey
sjáldsomu
koralrivini
í
Reyðahavinum, og at vatn-
leiðingin eisini kann fáa
aðrar umhvørvisligar av-
leiðingar.
Deyðahavið, sum er 417
metrar undir havinum, er á
markinum ímillum Jordan
og Vestara Áarbakka, sum
er undir ísraelskum her-
valdi, og tann politiski
spenningurin hevur higartil
forðað øllum ætlanum um
at bjarga vatninum, sum er
saltari enn nakað annað
vatn í heiminum.
-Vit umhugsa málið, og
nú skulu allir partar kanna
tey umhvørvisligu og bú-
skaparligu árinini, sigur
palestinski ráðharrin Ghas-
san al-Katib við sjónvarpið
Al-Jazeera.
Meiri enn ein fjórð-
ingur av teimum jød-
isku niðursetufólk-
unum í Gaza-geiran-
um eru nú til reiðar at
flyta haðani. Men
mótstøðan er fram-
vegis stór
FLYTING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ísraelska stjórnin hevur
boðið teimum umleið 8.000
niðursetufólkunum í Gaza-
geiranum endurgjald, aftur
fyri at tey noyðast at flyta
frá húsi og heimi. Sambært
blaðnum Yedioth Aharonot
hava 450 av teimum umleið
1500 húskjunum tikið av
tilboðnum frá stjórnini um
at búseta seg í bygdum tætt
við Miðjarðarhavið.
Nógv niðursetufólk hava
hótt við at seta seg upp
ímóti myndugleikunum, og
summi hava eisini hótt við
at taka til vápnini, gerst tað
neyðugt. Tí er spenningurin
sera stórur, og tað er ivaleyst
orsøkin til, at tey, sum hava
játtað at flyta, hava sýtt fyri,
at teirra nøvn verða al-
mannakunngjørd.
Ísraelska stjórnin sigur, at
málið um at niðurleggja
fleiri niðursetubygdir verður
ikki tikið uppaftur, og at
stjórnin fer ikki at slaka fyri
trýsti. Mótstøðufólkini hava
boðað frá, at tey ætla sær
heldur ikki at slaka, og so
seint sum annan hvítu-
sunnudag stongdu tey fleiri
týðandi vegir um alt landið.
Hildið verður, at hetta var
fyrireiking til tiltøk, sum
ætlandi verða sett í verk, tá
afturtøkan úr Gaza verður
sett í verk í summar.
Mugu samstarva fyri at
bjarga Deyðahavinum
Fjórði hvør til reiðar
at flyta úr Gaza
Ariel Sharon, forsætisráð-
harri, var nú um dagarnar og
hugdi at einum øki, sum
niðursetufólkini í Gaza-
geiranum skulu búseta seg í