hósdagur 19. mai 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ætlanin er at fara
undir útbygging av
gassfundinum Laggan
miðskeiðis millum
Hetland og føroyska
markið. Hetta verður
fyrsta gassútbygging
á Atlantsmótinum og
kann hon fáa stóran
týdning fyri framtíð-
ar gassfund í før-
oyskum øki í fram-
tíðini.
OLJUFRAMTÍÐ
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Tað má sigast at vera góð
timing av Statoil, tá felagið
mikudagin bjóðar føroying-
um at vitja høvuðsborgina í
London og greiða frá
bretska gassmarknaðinum
og tilgongdini í gassfram-
leiðslu í Europa seinastu
árini. Tí júst í hesum døg-
um hevur eitt av heimsins
størstu oljufeløgum, tað
franska Total gjørt av at
fara undir at fyrieika út-
bygging av tí fyrsta gass-
framleiðandi feltinum á
Atlantsmótinum, miðskeið-
is millum Hetland og før-
oyska markið. Talan er um
Laggan gasskelduna, sum
varð funnin fyri umleið 20
árum síðani. Fleiri brunnar
hetta seinasta árið hava
sannført Total og tess partn-
arnar, Eni, Chevron og
Dong, feløg, sum eisini øll
eru sera virkin á Føroyaøki-
num, at tað lønar seg at fara
undir
at
menna
Lag-
gangasskelduna. Hon ligg-
ur norðan fyri risastóra
Clair oljufeltið, sum fór
undir framleiðslu fyri stutt-
um, eftir at verða funnið í
1978. So lív er við at koma
í gamlar kolventiskeldur í
hesum økinum, sum so
eisini liggur rættiliga tætt
upp at føroyska markinum.
Hvat sjálvandi eisini eru
góð tíðindi fyri okkum.
Sambart oljutíðarritinum
Uppstreym verður nú kann-
að, hvussu ein slík út-
bygging skal síggja út tvs.
um brúk er fyri einum
framleiðslupalli ella um øll
framleiðslan skal fara fram
á sjálvum havbotninum.
Væntast kann at útbygg-
ingin fer at taka eini fýra ár
og at fyrsta gassið kemur á
marknaðin í antin 2009 ella
2010.
Enn er ikki avgerð tikin
um, hvussu gassið skal flyt-
ast men fleiri møguleikar
verða kannaðir. Tað kann
antin fara gjøgnum verandi
leiðing, sum gongur frá
Schiehallionfeltinum og til
Sullom Voe í Hetlandi. Ein
annar møguleiki er at
leggja ein 250 kilometrar
langan leiðing til Alwyn
pallin (eisini Totalogn)
norðaliga í Norðsjónum og
síðani festa í Friggleiðing-
ina, sum førir gassið til St.
Fergus í Skotlandi, sum
Total eisini umsitur.
Ein slík útbygging og til-
gongd kann veruliga fáa
týdning fyri aðrar møgu-
ligar útbyggingar. Eitt nú
gassfeltini Torridon og
Laxford og Victoria, øll
gassfund, sum eru gjørd
fyri nógvum árum síðani,
men sum einsamøll metast
at vera ov lítið til at byggja
út. Kemur ein infrastruk-
turin frá Laggan fær tær
kollveltandi týdning fyri øll
hini fundini.
Og hyggja vit so eftir
gongdini um okkara leiðir,
so er okkurt, sum bendir á,
at gass eisini er ein møgu-
leiki. Og í okkara umráði
verður torført at sleppa av
við gass. Men hevur tú eina
gassleiðing í grannalag-
num, so er hetta lagamanni.
Sigurð í Jákupsstovu,
stjóri á Oljufyrisitingini
sigur, at hetta eru góð tíð-
indi fyri Føroyar. At gass-
framleiðsla kemur í gongd
merkir, at vit fáa ein infra-
struktur ella undirstøðu-
kervi, sum so aftur kann fáa
stóran týdning fyri aðrar
møguligar gasskeldur í
økinum, og her eisini í
føroyskum øki. Tað kann
gera, at gassfund um okk-
ara leiðir, hóast hesi ikki
nýtast at vera so stór, ger-
ast
lønandi.
Sigurð
í
Jákupsstovu bjóðar Lagg-
anprojektinum
vælkom-
num og vónar, at tað fer at
seta gongd á menning av
øðrum gasskeldum eisini.
Ein orsøk til at gassfram-
leiðsla á Atlantsmótinum
hevur áhuga er tann, at
Bretland um ikki so langa
tíð fer at hava sera stóran
tørv á at keypa gass. Hóast
partur av eftirspurninginum
fer at verða nøktaður við
norskum gassi, so kann
gass av Atlantsmótinum
eisini fáa stóran týdning.
Nú bara
Chevron
Heimsins næststørsta
oljufelag
Chevron-
TexacoUnical fer í
næstum at broyta navn
til bara Chevron. Eftir
samanlegging
við
Texaco hevur felagið
verið kallað Chevron-
Texaco. Men nú hevur
felagið so bjóðað uppá
stóra oljufelagið Uno-
cal, sum eftir øllum at
døma skjótt verður
partur av Chevron-
Texaco. Men tá tað
verður mett, at tað
verður og strævið at
brúka heitið Chevron-
TexacoUnical er av-
gjørt bara at brúka
navnið Chevron. Tað
merkir so eisini, at
føroyingar skulu venja
seg við at brúka navnið
Chevron, tá felagið
verður umrøtt um okk-
ara leiðir í framtíðini.
At navnið og felagið
hevur okkara áhuga
kemst av, at felagið
júst hevur fingið til-
lutað leitilovyi á okk-
ara landgrunni. Tað
situr so eisini á loyvum
í bretskum øki, sum
eru sera áhugaverd, eitt
nú loyvi stutt frá før-
oyska markinum, har
eitt stórt oljufund varð
gjørt í fjør. So Chevron
fer allarhelst at vera
eitt av orðunum og
nøvnunum, sum vit
fara at hoyra meira til
her á landi komandi
árini.
Útlit fyri gassframleiðslu
á Atlantsmótinum
Nr. 92 • hósdagur • 19. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo