hósdagur 19. mai 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 19. mai 2005
19
Ikki færri enn trý
vælútgjørd skip fara
at gera kanningar fyri
Statoil á føroyska
landgrunninum í
summar. Tað fyrsta
kom á Havnina
fríggjadagin og fer nú
undir at skjóta seis-
mikk í loyvunum hjá
Statoil.
OLJULEITING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Fríggjadagin kom fyrsta
seismikkskipið í ár á Havn-
ina eftir útgerð. Talan er um
norska Polar Princess frá
felagnum Fugro, sum er
ein gamlan kenningur á
landgrunninum. Við hes-
um stóra seismikkskipinum
letur Statoil startskotið av
til eina røð av kanningum á
landgrunninum. Kanning-
ar, sum skulu hjálpa felag-
num at finna best egnaðu
støðini í undirgrundini at
seta sínar borikrúnur í, í
2006 og helst árini eftir tað
eisini. Seinni koma tvey
onnur skip at gera kanning-
ar fyri Statoil. Tey koma at
gera kanningar á økinum,
sum Statoil fekk tillutað í
2. útbjóðing tann 17. januar
í ár. So ein kann ikki siga
annað enn at tað gongur
skjótt og sigur tað helst
eisini nakað um vónirnar
hjá Statoil at finna olju og
gass við Føroyar.
Polar Princess fer at
skjóta seismikk á einum
stóru øki, sum Statoil søkti
um og fekk tillutað leiti-
loyvi. Rúni Hansen, stjori í
Statoil, sigur, at endamálið
við hesum kanningunum er
at fáa eina betri fatan av
jarðfrøðini í undirgrundini.
Hini bæði skipini, sum
koma til Føroya í næstum,
fara at gera aðrar kanning-
ar. Tað eina skal taka nakrar
kjarnuroyndir av havbotn-
inum, til tess at kanna, um
kolvetni er likið upp úr
undirgrundini og triðja
skipið skal standa fyri
kanningum, ið hava til
endamáls at greina meira,
hvussu tjúkt basaltið er á
økinum.
Hini bæði skipini, sum
eisini hoyra til felagið
Fugro, eru Polarsyssel og
Aurelia. Polarsyssel kemur
seinast í mai og Aurelia
seinni í juni. Tað er Thor í
Hósvík, sum umboðar skip-
ini í Føroyum. Thor hevur
eisini fleiri hjálparskip í
arbeiði í seismikkvinnuni
og oljuvinnuni ymsa staðni
kring heimin.
Statoil er tað útlendska
oljufelagið, sum fekk tillut-
að flestu loyvini í 2. útbjóð-
ing fyrr í ár. Felagið stendur
einsamalt fyri nøkur av
loyvunum og er so eisini
saman við øðrum oljufe-
løgum.
Statoil
startskot
til
seismikk
Gunnbjørn Mortensen hjá Thor, sum er umboð fyri Fugro
Polar Princess fer nú at skjóta
Seismikk fyri Statoil á føroyska
landgrunninum