hósdagur 19. mai 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 92 - 19. mai 2005
- Fiskivinnupolitikk-
urin hjá ES kemur
ikki at yvirliva í tí
líki, sum hann er, sig-
ur Óli Samró, bú-
skaparfrøðingur.
Hann væntar at ES
fær eina regionala ella
desentrala fiskivinnu-
skipan innan eitt
áratíggju
ES OG FØROYAR
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
– Um Ísland, Noreg, og
Føroyar fáa eitt tættari
tilknýti til ES, og um hesi
trý londini kunnu semjast
um, at tey vilja hava ávirk-
an á fiskivinnupolitikkin,
so fáa tey tað. Tað sigur seg
sjálvt, at ES má finna eina
semju við hesi londini um
fiskivinnupolitikkin, sigur
Óli Samró, búskaparfrøð-
ingur.
Fiskivinnupolitikkurin
hjá ES byggir upp á lond,
sum eru limir í ES. Hesi
londini avgeva rættin til
tilfeingi til ES at umsita
sentralt í Brússel. Nøgdin
sum kann fiskast verður
stýrd úr Brússel, men tú
varðveitir tey fiskirættindi,
sum tú hevði áðrenn inn-
liman í ES.
Óli Samró sigur, at fiski-
vinnupolitikkurin hjá ES er
ólogiskur. Búskaparfrøð-
ingurin væntar, at fiski-
vinnupolitikkurin hjá ES í
framtíðini verður býttur
upp í ymisk øki. Til dømis
verður Miðalhavið eitt øki,
Suðuratlantshavið
eitt,
Eystursjógvurin eitt, Norð-
sjógvurin eitt, Norðurat-
lantshavið eitt, og so fram-
vegis.
– Ein regionalur ella
desentralur fiskivinnupoli-
tikkur hevði verið tað mest
logiska. Tað er ongin log-
iskur samanhangur í at
umsita tvey so ymisk fiski-
vinnuøki sum til dømis Ís-
land og Grikkaland undir
sama fiskivinnupolitikki.
Politikkurin
má
verða
regionalur ella desentralur,
sigur Óli Samró, búskapar-
frøðingur.
- Vit hava í dag tað
ringastu avtaluna við
ES, sum tað kann
hugsast at hava, sigur
Kaj Leo Johannesen,
formaður í Sam-
bandsflokkinum
ES OG FØROYAR
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
- Eg haldi, at tað er gott at
fáa nakrar meiningar um
ES. Eg haldi, at vit síggja
nú, hvussu átroðkandi tað
er, at føroyingar fáa eitt
veruligt kjak um ES; hvat
tað er fyri nakað, og hvat
fyri møguleikar eru fyri
Føroyar og fyri einari fram-
tíðar vinnu. Tað eru nøkur
scenariur, sum eru sett upp,
ið eru áhugaverd. Tað vísir
bara tað, at ES er ikki ein
statisk skipan. Tað vil siga,
at tað eru nakrir møgu-
leikar, sum tú kanst velja
ímillum, um tú fert inn í eitt
tættari samstarv við ES,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Føroyar eitt land
í Afrika
- Tríggir møguleikar vórðu
nevndir. Eitt er tann tjóð-
skaparligi
spurningurin.
Skulu vit fara inn sum ein
partur av Danmark, ella
skal tað verða sum full-
veldisríki. Tað triðja er at
gera tað sum eitt nú Ísland
og Noreg gera tað við
EFTA og við eini EBS-
líknandi samstarvsavtalu.
Tað gevur sjálvandi eisini
nakrar
møguleikar. Vit
kunnu í øllum førum stað-
festa, at vit í dag hava tað
allar ringastu avtaluna, sum
tað kann hugsast at hava
við ES. Vit eru tað, sum eg
havi nevnt fyrr, ein banan-
republikk. Vit kunnu sam-
anbera okkum við nógv av
teimum afrikonsku lond-
unum. Tí støðuni mugu vit
syrgja fyri at sleppa okkum
burturúr sum skjótast, sigur
Kaj Leo Johannesen, for-
maður í Sambandsflokkin-
um.
Bert partvís avtalur
við ES
- Vit taka ikki lut í nøkrum
av teimum fýra frælsunum,
og vit hava bert partvís
avtalur um vørur - alt hitt
hava vit onga avtalu um
yvirhøvur. So tað eru øll
hesi fýra frælsini, sum
liggja opin fyri okkum, og
tað er tað, sum vit skulu
fara at hyggja alvorliga
eftir, soleiðis at vit ikki
verða eftirbátar. Eg síggi, at
sum tíðin fer, so blíva tað
fleiri og fleiri politikarar,
sum eru nógv meira posi-
tivir yvirfyri ES. Longu nú
eru
viðmerkingar
frá
politikarum, at vit kunnu
ikki longur stinga høvdið í
sandin, sigur Kaj Leo Jo-
hannesen, formaður í Sam-
bandsflokkinum.
Vinnuhúsið:
Tingini
kunnu
boyggjast
- Tað er týdningarmikið,
at tað er skipað fyri
hesari ráðstevnuni, tí vit
mugu fáa orðaskiftið
um ES upp á eitt hægri
støði. Tað er gott, at vit
fáa sett hol á eitt kjak
um teir ítøkiligu møgu-
leikarnar, sum vit hava í
mun til ES. Tað má ikki
verða eitt kjak uttan
nakað innihald. Tað má
verða ítøkiligt, sigur Jan
Mortensen,
stjóri
í
Vinnuhúsinum.
- Vit hava fingið lýst
nakrar møguleikar, og
eg haldi íslendingurin
lýsti sera væl, hvønn
týdning tað hevur havt
fyri Ísland at vera við í
EBS. Tú hevur flutt Ís-
land frá at vera eina
nokkso lukkaða fiski-
vinnutjóð til at verða eitt
modernað globalt sam-
felag við handilssam-
bondum allastaðni. Før-
oyingar standa nokk har,
sum Ísland stóð tá. Hava
føroyingar fyrst sett sær
eitt mál um, hvat teir
sjálvir vilja, so er ikki
vist, at tað eru nakrar
forðingar. ES hevur eis-
ini víst á, at tingini
kunnu boyggjast, og
sjálvt lítil lond sum
Malta hava fingið ES-
limaskap,
sigur
Jan
Mortensen,
stjóri
í
Vinnuhúsinum.
-hkm
Djurholm:
EFTA
politiskt best
møguleika
- Tað áhugaverda við
ráðstevnuni er, at vit
síggja og fáa lýst,
hvørjar møguleikar vit
hava. Tað eru tríggir
møguleikar: tú kanst
gerast limur í ES sum er,
tú kanst gerast limur
sum sjálvstøðugt land,
ella tú kanst gerast lim-
ur í EFTA, og eg trúgvi,
at EFTA er tann møgu-
leikin, sum politiskt
hevur best møguleika.
Men eitt eri eg so sann-
førdur um: Vit mugu
taka henda spurningin í
størsta álvara, tí at
marknaðaratgongdin,
tað verður spurningurin
um
okkara
framtíð,
sigur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður
í
vinnumálum.
-hkm
Sosialurin varpar á hesum síðum ljós á spurn-
ingin um ES í sambandi við, at ráðstevna um
ES var í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.
ES má finna semju við
Føroyar, Ísland, og Noreg
Ongin kann til dømis finna
samanhang millum
fiskivinnu í Grikkalandi og í
Íslandi, sigur Óli Samró,
búskaparfrøðingur, um
fiskivinnupolitikkin hjá ES
Mynd: Jens Kr. Vang
Sambandsformaðurin:
Vit eru ein bananrepublikk
- Vit kunnu ikki longur goyma okkum fyri ES. ES er har, ES er okkara størsti handilspartnari í
dag, og vit eru noyddir til at fyrihalda okkum til tað, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í
Sambandsflokkinum
Mynd: Jens Kr. Vang