Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 19. mai 2005 21 Ráðstevna um ES var í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur, at tað er neyðugt fyri føroyingar at taka stórar og kontroversi- ellar avgerðir í ES- spurninginum. Løg- maður sigur, at real- politiskt fer okkurt kanska at henda í hesum valskeiðnum ES OG FØROYAR Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Tað var Løgmansskrivstov- an, sum skipaði fyri ráð- stevnuni um ES. Løg- tingsmenn úr øllum flokk- um vóru til staðar, tá ser- frøðingar og fólk við vitan um ES høvdu framløgur um Evropeiska Samveldið. - Løgtingið og Føroya Landsstýrið eru samd um, at tað er týdningarmikið at fáa eitt kvalifiserað grund- arlag til vega, soleiðis at mann hevur møguleika fyri at fara inn í eitt veruligt kjak um Føroyar og til- knýtið hjá Føroyum til ES í framtíðini, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Hangandi fastir - Vit mugu ásanna, at skulu vit halda fast í eini fram- haldandi vælferð í Føroy- um, so er tað neyðugt at vit finna okkara pláss í al- tjóðagerðini. Føroyingar hava í nokkso nógv ár havt ein tendens til at verða hangandi fastir í eini skip- an, meðan vit síggja øll onnur lond flyta seg og lata seg meira og meira upp. Vit hava kanska havt hug til beint tað øvugta. Tískil er tað so øgiliga neyðugt, at vit dyrka møguleikarnar. Vit mugu finna útav, hvat tað eru fyri modellir, sum eru skilagóð fyri Føroyar, sigur løgmaður. Fiskivinnan eymt punkt - Tá Føroyar í sínari tíð tóku avgerð um, at mann skuldi verða uttanfyri, so var tað orsakað av felags fiskivinnupolitikkinum. Hetta er framvegis eitt eymt punkt, og vit hava hoyrt á ráðstevnuni í dag, at uttan mun til um vit fara inn sum limir gjøgnum Danmark ella sum eitt sjálvstøðugt land, so koma vit undir felags fiskivinnu- politikkin. Tað verður uttan iva øgiliga trupult at fáa nakra serskipan, tá tað snýr seg um fiskivinnuna, men tað eru fleiri aðrir møgu- leikar fyri samstarvi, sigur Jóannes Eidesgaard, løg- maður. Møguleikar í frælsunum - Eg havi ikki nakað einfalt svar uppá, hvat vit eiga at gera, men eg føli tað er ein skylda hjá landsstýrinum at fáa eitt hóskandi vitanar- grundarlag til vega, soleiðis at vit kunnu taka kjakið upp í Løgtinginum og finna útav, hvat er ein skilagóð leið, tá vit tosa um ES. Í dag hava vit bert eina av- talu við ES, tá tað snýr seg um vørur, meðan hini trý frælsini eru uttanfyri okk- ara samstarv. Og tað er í teimum frælsunum, at tað liggur eitt veruligt poten- tiale fyri eitt lítið land at kunna menna seg, sigur Jóannes Eidesgaard. Stórar avgerðir - Nú tá búskapurin vendir, so síggja vit, at tað er neyð- ugt at taka nakrar veruligar, stórar og kontroversiellar avgerðir um framtíðina hjá Føroyum. Hetta skal eisini linkast saman við teirri strategisku ætlanini, sum vit hava fram til 2015, har ES-spurningurin er ein týð- andi partur. Nógvir íslend- ingar eru samdir um, at EBS-avtalan var tann hend- ingin, sum hevði størst ávirkan á at flyta Ísland frá at vera eitt meira ella minni uppsteðgað vakstrarøkið til at verulig gongd kom á búskapin aftur. Føroyingar hava brúk fyri at fáa rela- tiónir, soleiðis at vit hava møguleika fyri at geva bú- skapinum eitt spark, sigur Jóannes Eidesgaard, løg- maður. - Føroyar eru eitt sindur øðrvísi fyri enn hini londini við tað, at fiskivinnan hev- ur so øgiliga nógv at siga. Eg eri av teirri áskoðan, at skulu vit fara inn í ES, so eiga vit at fáa fullkomiliga greiði á, hvørja ávirkan tað fær á okkara fiskivinnu- politikk. Í nógvum av ES- limalondunum, har sum fiskivinnan hóast alt hevur stóran týdning, har eru tey í fiskivinnuni ofta ónøgd við, at teirra ávirkan á fiskivinnupolitikkin ikki er nøktandi. Tað er umráðandi fyri okkum at fáa greiði á hesum. Tættari samstarv er ivaleyst neyðugt. Hesin spurningurin hevur verið frammi í landsstýrinum, og eg trúgvi, at hetta er ein spurningur, sum mann kemur at taka støðu til í nærmastu framtíð - kanska í hesum valskeiðnum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýris- maður í fiskivinnumálum. -hkm - Í Íslandi hava vit ásanna, at EBS-samstarvsavtalan hevur verið frugtagóð fyri landið. Hon hevur verið ein av grundarsteinunum und- an búskaparligari menning seinastu árini, sigur Kjartan Jóhannsson, íslendskur sendiharri til ES. - Avtalan hevur eisini havt við sær, at íslendskar fyritøkur hava havt møgu- leika fyri at víðka um teirra virksemi og harvið fáa eitt betri handilsgrundarlag. Í byrjanini var tað sjálvandi týdningarmikið fyri Ísland, at vit fingu eina góða sam- starvsavtalu í samband við handil og fish. Men um- framt tað hava vit havt fyri- mun av samstarvinum á mongum øðrum økjum. Eitt víðfevnt sjónarmið í Íslandi er, at EBS-sam- starvsavtalan hevur gagnað landinum. Men eg havi ikki vitan ella grundarlag fyri at úttala meg um, hvønn veg Føroyar eiga at flyta seg, sigur Kjartan Jóhannsson, íslendskur sendiharri til ES. -hkm Hoydal: Ríkisrættar- liga støðan má avklárast – Fyri tað fyrsta er tað sera trupult at viðgera ES í Føroyum uttan so, at tú hevur avklárað okkara ríkisrættarligu støðu. Men tað ger onki, um vit taka orða- skiftið, tí ES er eisini fyri stórbroyting við teimum eysturevrope- isku londunum, sum koma inn. Tað er klárt, at Føroyar mugu finna sær eina støðu, sigur Høgni Hoydal, formað- ur í Tjóðveldisflokkin- um. - Trupulleikin er bara tann, at yvirhøvur at fara at tosa um eina nýggja skipan við ES, tá vit ikki hava avklára okkara ríkisrættarligu støðu, tað er øgiliga trupult. Sum eitt sjálv- støðugt land høvdu vit saman við Íslandi og Noregi kunna sagt tað, at jamen vit mugu royna at fáa eina skipan við ES, sum er gald- andi fyri alt Norður- atlantshavið, ið tekur atlit til, at hesi londini hava bæði søguliga og eisini í framtíðini fara at vilja umsita okkara stóra livandi tilfeingi. Tá hevði mann kunnað staðið sterkur, um mann var eitt slag av norðuratlantiskum OPEC, har vit kundu røkt tey áhugamálini, sigur Høgni Hoydal. - Men limaskap í ES dugi eg ikki at síggja sum nakran fyrimun fyri Føroyar yvirhøvur, hvørki í núverandi ríkisrættarligu støðu ella sum sjálvstøðugt land. Fara vit í núver- andi ríkisrættarligu støðu at tosa um at blíva limir í ES, so verða Føroyar ein dup- ultur útjaðari; ein út- jaðari í Danmark og ein útjaðari í ES við ongari ávirkan, so tað er ikki ein møguleiki, sigur Høgni Hoydal, formað- ur í Tjóðveldisflokkin- um. -hkm Kontroversiellar avgerðir um ES EBS og EFTA - Hvat er tað? EFTA - European Free Trade Association. Fríhandilsfelagsskapur millum Ísland, Liktinstein, Noreg, og Sveis. EBS er ein samstarvsavtala millum trý av EFTA-londunum einumegin og ES hinumegin. Noreg, Ísland, og Liktinstein hava avtalu við ES, sum ber í sær, at ES-reglur viðvíkjandi innara marknaðinum í ES eisini eru galdandi í hesum londunum. Talan er bert um búskaparligt samstarv, og ikki politiskt samstarv. Íslendskur sendiharri: EBS hevur gagnað Íslandi Kalsø: Fiskivinnupolitikkurin má greinast – Íslendskar fyritøkur fingu við EBS ein møguleika fyri at vaksa um og moderniserað seg sjálvar, sigur Kjartan Jóhannsson Mynd: Jens Kr. Vang