hósdagur 19. mai 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 92 - 19. mai 2005
- Tað er minni av
hummara nú, enn tað
hevur verið. Tað hev-
ur verið so nógvur
toskur inni á firðun-
um, og hann hevur
etið nógv av humm-
aranum, sigur Elmar
Simonsen í Hvanna-
sundi. Hann kundi
hugsað sær at
hummaratíðin varð
broytt til tað, hon var
áðrenn seinastu
broytingina
FISKIVINNA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Bárður
Hvannasund: Tað sær sera
friðarligt út á havnalagnum
í Hvannasundi seinnapartin
henda fríggjadagin í apríl
mánaði.
Ikki eitt menniskja er at
síggja, og við bryggju
liggja í hópatali av smærri
og størri bátum. Strand-
faraskipið Másin liggur
mín
sann
eisini
við
bryggju.
Ein reyður bussur hjá
Bussleiðini í Havn er ein-
asta tekinið um eitt sindur
av rørslu og flytingum á
havnalagnum. Men í hon-
um er ikki ein sál at síggja.
Tað ber næstan ikki til:
Onkustaðni má okkurt slag
av vinnuligum virksemi
vera á hesi náttúrugóðu
havnini.
Vit fáa eyga á nakrar
dreingir, sum fjasast við ein
skutara, har norðarlaga á
havnaøkinum. So var ikki
púra manntómt, kortini.
Vit koyra spakuliga yvir
tann vegin, og nú síggja vit,
at ein reyður lastbilur
stendur uttan fyri ein egn-
ingarskúr.
Men
longur
frammi sæst ein maður ar-
beiða í einum øðrum skúri.
Hann riggar til egning.
Hann sker agn.
- Ánei, tit. Eg eri einki
fyri at tosa við blaðmenn.
Farið tit heldur yvir í hin
skúrin, har tann reyði bilur-
in stendur.
- Hasin er munandi betri
skorin fyri tungubandið enn
eg. Hann dugir at siga tað,
sigur hesin maðurin, ið er
ættaður
norðarlaga
av
oynni.
Vit so gera. Venda bilin-
um og koyra fram móti
reyða lastbilinum. Har er
ljós inni í egningarskúr-
inum, og inn gjøgnum
vindeygað síggja vit ein
mann í funksjón. Úr skúrin-
um er annars ikki ein lydur
at hoyra.
Tað forðar kortini ikki
manninum í egningarskúr-
inum, Elmari í virksemi
sínum, har hann stendur og
egnur enn ein stamp.
Hann ger klárt til næsta
túr við útróðrarbáti sínum,
Neshamar, sum liggur við
bryggju norðanfyri byrg-
ingina um Hvannasund.
Har er eisini ein báta-
hylur, og hagani frá er stutt
út á hav.
Eingin fýraftan
Hvannasundsmaðurin,
Elmar Simonsen er einsa-
mallur í skúrinum fríggja-
dagin hin 29. apríl.
Klokkan er farin at nærk-
ast fýraftan hjá vanligum
fólki, men hann stendur
líka tolin og líka íðin og
festir agnið uppá línuna.
Tá pikkar brádliga uppá
hurðina, og inn koma tvey
umboð fyri tíðindatænast-
una.
- Um vit kunnu fáa eitt
lítið prát við hann um lívið
sum
útróðrarmaður
í
Hvannasundi?
- Jú, tað er so gamaní.
Spyrjið tit bara. So skal eg
royna at svara, sigur Elmar
vinarliga.
Tað er helst hugaligt hjá
honum at fáa eina slíka
óvæntaða vitjan, tí sum
oftast er hann einsamallur í
skúrinum og egnir.
Rúsur og stampar
Tá satt skal verða sagt, so
er egningin bert ein partur
av virkseminum hjá Elmari.
Ta størru orkuna brúkar
hann í fiskiskapinum eftir
hummara.
- Eg fiski fyri tað mesta
hummara. Hinvegin, so
plagi eg onkutíð at seta
onkran stampin, tá tað
liggur fyri.
- Men akkurát nú er tað
mest hummara, eg royni
eftir, sigur hann.
Tíðin tá loyvt er at seta
hummararúsurnar er júst
byrjað - frá 1. apríl - og
varir hon fram til 1. ok-
tober. Soleiðis er skipanin
nú, men soleiðis hevur tað
ikki altíð verið.
Fyrr var hon frá hálvum
apríl og fram til hálvan
september. Og hesa tíðina
dámdi Elmari betur enn
hana, teir nú hava.
- Hetta var tann betra
tíðin at fiska í, tí tá fekk
man nógv meiri av humm-
ara. Eg haldi ikki, at tað er
so nógvur hummari um
summarið.
- Men tað er fyri salgið
skyld, at teir hava broytt
tíðina, soleiðis at teir kunnu
sleppa av við hann livandi,
eins og prísurin er hampi-
liga góður, sigur Elmar.
550 kilo
Henda fríggjadagin, vit
vitja egningarskúrin hjá
Elmari í Hvannasundi var
apríl
mánaður
nærum
liðugur.
Og hvussu - hevur fiski-
skapurin eftir hummara
higartil í ár verið góður?
- Jú, henda mánaðin havi
eg fingið nógvan hummara.
Serliga fyrst í mánaðinum,
sigur hann.
Hann metti seg hava
fiskað eini 550 kilo tann
mánaðin, og var væl nøgd-
ur við tað.
- Tað er nøkurlunda,
haldi eg. Jú, jú. Tað er rætti-
liga gott.
Hjá Elmari er ikki trupult
at sleppa av við hummaran,
sum verður seldur av land-
inum gjøgnum eitt felag á
Argjum,
sum
kallast
ORCA.
Bara norðanfyri
Bátur hansara, Neshamar
liggur sum nevnt norðan
– Ikki nógvur
hummari um
summarið