hósdagur 19. mai 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 19. mai 2005
23
fyri
byrgingina
um
Hvannasund, og hagani er
stutt á leiðirnar, har rúsur-
nar verða settar.
- Eg seti bara norðanfyri.
Og orsøkin til tað er hin
einfalda, at eingin hummari
er sunnanfyri.
- Tað er meiri bleytur
botnur norðanfyri, sigur
Elmar.
Í loyvinum til hesa veið-
una verður sagt, at loyvt er
ikki at draga oftari enn
annanhvønn dag. Og van-
liga plagar hann tí at draga
annanhvønn dag, og onku-
tíð triðjahvønn dag.
Í sama loyvi hevur Elmar
møguleika at seta við 250
rúsum, men hann brúkar
ikki henda møguleikan fult
út. Hann hevur tískil bert
230 rúsur.
Gott, men strævið
Við jøvnum millum verða
korini hjá fiskimonnum og
útróðrarmonnum havd til
umrøðu manna millum og
aðrastaðni, har tjakast verð-
ur.
Men hvussu er hjá teim-
um, ið royna eftir humm-
ara? Hvussu eru teirra kor?
Tosar nakar um tey? Og er
tað eitt gott lív at vera
hummarafiskari?
- Ja, tað haldi eg. Tað er
eitt gott lív. Men onkutíð
kann tað vera eitt sindur
strævið, tá man skal draga
rúsurnar og um man er
einsamallur umborð.
- Tað er eitt sindur
strævið, tá 230 rúsir skulu
takast inn, hóast eg havi
spæl umborð, sigur hann.
Henda dagin vit vitjaðu
skúrin hjá Elmari hevði
veðrið verið sera ólagaligt
dagin fyri og um náttina.
Og fyrrapartin henda
dagin var heldur ikki av
besta veðri, tí rættiliga tung
alda var í sjónum.
- Í dag fari eg so ongan
veg, tí tað var so keðiligt
veður í morgun. So eg sló
av beinanvegin.
- Men eg vænti at fara
norður at draga í morgin,
leygardagin.
Av Hvannasundi
til Italia
Eitt er at seta rúsirnar út,
men eitt annað er so at
draga tær umborð.
Men eitt heilt triðja er so
tað arbeiðið, sum gerast
skal, tá hummarin er komin
innanborða. Tá skal nevni-
liga berast skjótt at, tí
hummarin er “veðursjúk-
ur”, um ein kann siga tað
so.
Tað er tí best - fyri allar
partar - at tað er gott veður,
tá rúsirnar verða drignar.
Hummarin verður lagdur
livandi í kassar umborð á
bátinum, men er ikki ser-
liga glaður fyri føroyska
regnið.
- Tað er ikki gott fyri
hann, um hann stendur ov
leingi í kassunum í regnin-
um.
- Hann skal jú vera liv-
andi og frískur, frá tí at
hann verður drigin her í
sundinum og til hann er
komin allan vegin fram til
Italia, ella hvar hann nú
einaferð endar.
Góður prísur
Avgerandi fyri ein útróðrar-
mann og ein hummara-
fiskara er prísurin, ið fæst
fyri veiðuna.
Her eru hummarafiskar-
arnir í teirri hepnu støðuni,
at prísurin á hummara er
rímiligur - fyri ikki at siga
góður.
Hummarin, ið fæst norð-
an fyri er nakað størri enn
aðrastaðni í landinum, og tí
fæst eisini meiri fyri hann
frá keyparunum.
- Akkurát, hví hann er
størri her, veit eg ikki. Men
ein orsøk kann vera, at tað
er minni fiskur at fáa.
- Tað er minni av humm-
ara nú, enn tað hevur verið.
Tað hevur verið so nógvur
toskur inni á firðunum, og
hann hevur etið nógv av
hummaranum, sigur Elmar.
Hann vísir hetta við
einum dømi: Tann eina
dagin setti hann eina kalva-
línu út fyri Múlan. Og í tí
eina maganum fann hann
ikki færri enn tríggjar
hummarar.
Hvannasund er tó einki
eindømi um hetta, tí hann
hevur hoyrt um tað sama,
bæði í Árnafirði og í
Tangafirði.
- Og vit hava eisini sæð
upp í seks hummarar í mag-
anum. So tú skilir, at stovn-
urin av hummarum er nógv
minkaður av hesum, endar
Elmar samrøðuna.
- Eg egni ein stamp soleiðis av og á,
sigur Elmar Simonsen úr Hvannasundi
- Prísurin er góður á hummara, men tað er nakað lítið til av honum.