hósdagur 19. mai 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 92 - 19. mai 2005
Dollar tók dik á seg,
og euro fall til tað
lægsta støði í 6
mánaðar.
Og nú eiga týskarar
ikki longur Deutsche
Börse í Frankfurt
BÚSKAPUR, VALUTA
OG KAPITALISMAN
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Amerikanski dollarin reist-
ist brádliga upp til eitt støði
í mun til euro, har hann ikki
hevði verið seinastu seks
mánaðarnar. Sum kurvu-
myndin, ið gongur aftur til
1. november í fjør, vísir, so
hevur lutfallið ongantíð í
hesum tíðarskeiði verið so
til fyrimuns fyri dollar.
Fríggjadagin í seinastu viku
skrásetti ECB, europeiski
sentralbankin, at ein euro
bert gav 1,2635 dollar. Fyri
viku síðani var talið uppi á
1,2863. Nú mánadagin var
annar
Hvítusunnudagur,
men hesin dagur er ikki alla
staðni í verðini frídagur ella
heiligdagur, so valutahand-
ilin helt fram í Asia og Au-
stralia,
og
fyrrapartin
svingaði
dollar/euro-lut-
fallið
millum
1,2580-
1,2610, ella uppaftur lægri
enn fríggjadagin.
Hesin hægri dollarkursur
er góður fyri virkir og
handlar, sum selja vørur til
USA.
Tað hægsta euro hevur
verið, var 28. december í
fjør, tá vekslikursurin var
1,3637 dollar fyri eina
euro. Tað lægsta liggur tó
fleiri ár aftur, men tann 26.
oktober var vekslikursurin
bert 0,8252 dollar fyri eina
euro.
So er at spyrja, hví
styrknaði dollar so
mikið í seinastu viku?
Jú, tað vóru nýggj hand-
iljavnaðtøl úr USA, sum
óvæntað vístu ein heilt
nýggjan og positivan ten-
dens í gongdini. Áður hava
vit umtalað hugtakið ”the
twin deficits”, sum vísir til,
at USA hevur havt eitt risa
stórt hall bæði á handils-
javnanum og í landshúsar-
haldinum.
Ikki tí at USA-handils-
javnin var positivur. Nei,
men fyri apríl bleiv hallið á
handilsjavnanum bert 55
milliardir $, har eygleiðarar
kanska høvdu væntað eitt
hall uppá 61-62 milliardir.
Hesin lítli bati gav vónir
um, at strukturellu pro-
blemini í amerikanska bú-
skapinum, millum annað
the twin deficits, vóru farin
at broytast til tað betra.
Oljuprísurin enn
nær teim 50$
Og so hendi henda kós-
broyting, meðan oljuprísir-
nir enn eru høgir, og stórur
partur av amerikanska inn-
flutninginum er olja. Á
amerikanska New York
Mercantile
Exchange,
NYME, har oljan verður
handlað, kom prísurin fyri
tunnuna niður á 48,67$
fríggjadagin; úr 53,10$
týsdagin fyri.
Brent-oljan, sum verður
handlað í London, plagar at
liggja eitt sindur lægri, men
lá fríggjadagin á 48,66$.
Fallandi prísirnir komast
av, at lagrini eru full, og
eftirspurningurin bæði í
Kina og USA hevur verið
eitt sindur minni í sein-
astuni. Apríl hevur í Kina
víst lægsta vøkst í langa tíð,
og orsøkin er m.a. mangul
uppá orku (elektricitet) og
aðra rávøru. El-verkini
kunnu stutt sagt ikki fylgja
við longur
Ongar tekstilkvotur
mótvegis Kina longur
Ein grund til at vænta verri
handilstøl í USA, var tann,
at ein áralong kvotaskipan
mótvegis Kina, sum hevur
avmarkað útflutning av
bíligum kinesiskum tekstil-
vørum, fór úr gildi á nýggj-
árinum. Men tvørt móti
spádómunum, so minkaði
ameriaknski innflutningur-
in úr Kina. Og haraftrat
hendi tað gleðiliga fyri
USA, at útflutningurin til
Kina vaks annan mánað
uppí slag.
Orsøkin kann í hesum
føri ikki vera, at dollarin er
veikur (tað skuldi í teoriini
gjørt at amerikanskar vørur
blivu bíligari at keypa í út-
londum). Men kinesiska
valutan, yuan, er fast tengd-
ur at dollar, so har liggur
lutfallið fast og skuldi ikki
givið USA nakran fyrimun
á hasum økinum. Annars
hava í longri tíð verið
spekulatiónir um, nær Kina
fór at uppskriva ella revalu-
era sína valuta, Yuan. Men
tað fer ikki at henda beint
nú, siga kinesisk bankafólk.
Men ongin ivi um, at tað
kemur. Og tað fer at pressa
bæði dollar og euro niður,
eingin ivi um tað.
Men hóast burturbeining-
in av hesi handilsforðing,
sum WTO hevur gjøgnum-
ført, so arbeiðir parlament-
ið í USA við einum nýggj-
um uppskoti umm at seta
kvotur
fyri
kinesiskar
bummullsvørur, undirklæð-
ir, buksur, skjúrtur, hosur.
Kina mótmælir sjálvandi
og hevur vent sær til WTO,
World Trade Organisation.
Aftaná seinastu juster-
ingarnar av rentuni, sum
sentralbankarnir fastleggja,
so er rentan í USA (The
Fed) komin uppá 3%, með-
an europeiska framvegis
liggur fast á 2%. Hetta
dregur kapital til USA
heldur enn til Euro-økið.
Tað sær út sum europeiski
ECB leggur størri dent á
stabilitet og lága inflatión,
meðan amerikanska The
Fed leggur dentin á bú-
skaparligan vøkstur, heldur
enn lága inflatión.
Ymiskar meldingar av
europeiska megin-
landinum
Sama dag sum dollarin
reyk upp, komu annars
gleðilig boð úr Týsklandi
um, at framleiðslan (GDP)
var vaksin við 1% fyrsta
ársfjórðing í ár, og tað er
eftir umstøðunum nógv.
Annars hava bæði týska
stjórnin og ymsir búskapar-
ligir stovnar fleiri ferðir sett
væntaðu tølini fyri 2005
niður. Men úrslitið hilnað-
ist also væl frægari enn
spádómarnir høvdu sagt.
Tó, hetta var ikki nóg mikið
til at leggja uppfyri dollar-
an.
Týskland og Slovakia
hava annars atkvøtt fyri
nýggju ES-.traktatini. Men
meiri spennandi verður
fólkaatkvøðan í Frankaríki,
sum verður 29. maj. Enn
stendur at kalla á jøvnum.
Tað óhepna er, at Chirac
forseti millum fólk ikki er
so væl lýddur, og tí fara
nógv at atkvøða nei, fyri at
siga honum ímóti, hóast tað
er nakað heilt annað á
skránni. Vit fáa at síggja.
Eitt nei í Frankaríki fer at
geva ES trupulleikar, og tað
fer helst ikki at styrkja
europeiska gjaldoyrað.
Kapitalismu-kritikk-
urin í Týsklandi
Kritikkur av kapitalismuni,
serliga teir asosialu kapital-
grunnarnir, sum bert hugsa
um profitt, og ikki hugsa
um arbeiðspláss, bleiv skot-
in í gongd av formanninum
í týska javnaðarflokkinum,
SPD, sum eitur Frantz
Müntheferin. Vinnulívið og
konservativa
andstøðan
østu seg upp um at nakar
loyvdi sær at ”leggja á
kapitalismuna” og kalla
hetta slag av kapitalistum
fyri grashoppur.
Nú er eitt feitt dømi um
framferðina hjá ávísum
amerikanskum og bretskum
kapitalgrunnum,
eisini
kallaður spekulatións-kapi-
talur, komin fram í dags-
ljósið. Sjálvt háborgin hjá
týsku kapitalismuni, Børs-
urin í Frankfurt, er yvirtikin
av útlendskum kapital-
grunnum. Teir nýggju in-
vestorarnir hava sett bæði
formann í nevndini, Rolf-
Ernst Breuer, og sjálvan
stjóran, Werner Seifert, frá.
Útlendingar eiga nú
Børsin í Frankfurt
Søgan er long og fløkt.
Men stutt kann nevnast, at
Deutsche Börse í Frankfurt
seinasta árið í fleri umfør-
um hevur roynt at keypt
børsin í London, London
Stock
Exchange..
Tað
eydnaðist ikki. Ein flokkur
av partaeigarunum undir
leiðslu av amerikanaranum
Christopher Hohn, sum er
medeigari av kapitalgrunn-
inum TCI, fekk broytt
gongdina. Tær 1,5 milli-
ardir euro ella gott 10
milliardir
krónur,
sum
Seifert hevði sett av til at
keypa Londonbørsin, fóru
staðin til at keypa partabrøv
aftur frá hesum flokki, sum
átti í Deutsche Börse í
Frankfurt. Sagt við øðrum
orðum, so fingu partaeig-
arar útgoldið 10 milliardir
krónur fyri at fylgja ráðum
frá amerikanaranum Hohn
frá TCI, í staðin fyri stuðla
stjóran Seiffert. Kanska er
hatta eisini eit slag av
globalisering.
Í dag eru tað ikki týsk-
arar, sum eiga Deutsche
Börse, men eingilskmenn
og amerikanarar. Sambært
”The Economist” (140505)
áttu týskir partaeigarar í
2003 68% av partabrøvun-
um. Nú í mai 2005 eiga teir
bert 7%, amerikakarar eiga
29% og eingilskmenn 48%.
Dollarin tók dik á seg
”Kapitalspekulantar og Christopher Hohn
fingu 1,5 milliardir út úr Deutsche Börse í
Frankfurt”
Dollars fyri Euro
1. November 2004 - 16. Mai 2005
1,25
1,27
1,29
1,31
1,33
1,35
1,37
01-nov-04
15-nov-04
29-nov-04
13-dec-04
27-dec-04
10-jan-05
24-jan-05
07-feb-05
21-feb-05
07-mar-05
21-mar-05
04-apr-05
18-apr-05
02-maj-05
16-maj-05
RG-2005
Kelda:ECB
Gongur kurvan upp, styrkist Euro:
€
Gongur hon niður, styrkist Dollar:
$