Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NSÍ-B68 3-0 (2-0) Toftamenn vórðu sunnu- kvøldið sendir út um aftur Rókina tómhentir. Fyri triðju ferð eftir summarfrí- tíðina eydnaðist tað NSÍ at fáa øll stigini ímótti einum oddaliði. Tað var væl klára, tá tikið verður við, at Christian Høgni Jacobsen og Sonni L. Petersen vóru leikbannaðir, at ein tann frægasti bóltspælarin, Sjúrður Jacobsen, var skaddur, og at visitturin hjá Abrahami Løkin á besta liðnum sigst vera liðugur. NSÍ hevði fýra upplagdar málmøguleikar, og teir fingu trý mál. B68 mundi hava umleið sama talið av málmøguleikum, men teir fingu einki mál. At tað ikki var teirra dagur varð so dyggiliga undirstrika, tá teir í 67. minutti fingu brots- spark. Eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Jákupi Djurhuus, varð Mar- lon Jorge feldur av Jónsteini Petersen, men Súni Fríði Johannesen sendi í stólpan til vinstru fyri seg sjálvan. Tá var støðan 3–0, dyst- urin var avgjørdur, og NSÍ hevði verið tætt við at økja til 4–0. Av egnari hálvu sendu teir fríspark fram í vinstru, hagani Jónstein Pet- ersen úr sekstan metrum smekkaði flatt í nærra stólp- an. Henda møguleikan fingu teir stutt eftir, at teir tíðliga í 2. hálvleiki høvdu punk- terað dystin. Tað gjørdi Eddie Mikkelsen úr vinstru, eftir at uppspæl í høgru hjá Gert Langgaard var endað við tveimum fløtum send- ingum tvørtur um vøllin. Mál og møguleikar hjá NSÍ NSÍ setti hol á eftir eitt kor- ter. Teir vunnu fyrsta horna í dystinum í vinstru, tað endaði við nýggjum horna, sum Ian Højgaard sendi beinleiðis í handara stólpan. Bólturin stakk út í vøllin, og meðan nógvir toftamenn hugdu at, tveitti Djóni N. Joensen seg fram og stútaði upp í nettakið. 1–0 gjørdist til 2–0, tá NSÍ í 26. minutti aftur var í nánd av B68 málinum. Jón- stein Petersen sendi mið- skeiðis av B68 hálvuni í høgru frísparksinnlegg inn- fyri málið. Bólturin sigldi yvir vinum og fíggindum og til handara stólpan, har Dánial Hansen var blankur og stútaði í kassan. Møguleikar hjá B68 Toftamenn mundu kenna tað soleiðis, at hetta var ikki teirra dagur. Teir høvdu verið um reppið at fáa um endan aftur, tá støðan var 1–0, men teir megnaðu ong- antíð at fáa úrtøku burturúr møguleikunum. Fyrsta møguleikan fekk Fróði Benjaminsen, tá eitt korter var farið. Hann sneiddi í høgru fleiri av, men tá hann var komin í brotsteigin og skuldi leggja bóltin til vinstra bein, varð hann taklaður. Í næsta álopinum, eftir at NSÍ hevði sett hol á, endaði B68 uppspæl í høgru við, at Fróði Benjaminsen stakk Marcello leysan í vinstru. Í brotsteiginum sneiddi hann út frá, men úr góðari støðu fór skotið við síðuna av handara stólpanum aftanfyri Rúna Joensen. Sjey minuttir undan steðginum spældi Fróði Benjaminsen Súna Fríða Johannesen leysan í brots- teiginum. Royndin hjá hon- um tók stólparótina. Uppskriftin Tað var størri tyngd í spælinum hjá NSÍ, enn tað var í hjá B68. Teir á heima- liðnum vunnu flestu nær- dystirnar, og í høvuðspæl- inum vóru teir suverenir. Teir spældu við trimum í miðverjuni, og hesir vóru botnurin í avrikinum. Umframt at gera fyrsta málið, so var Djóni N. Joen- sen eyðsýndur sum góður stýrimaður í verjuni. Hann og Arnfinn Langgaard vunnu allar luftbóltarnar ímóti lítið sjónligu Marcello Marcellino og Súna Fríða Johannesen, og Kári Han- sen stóð seg eisini væl sum eftiransari. Á miðvøllinum var Elian Hansen við fyri fyrstu ferð í langa tíð. Hann hevði eina uppgávu. Hon var at fylgja Øssuri Hansen alla staðni. Øssur var saman við Jan Dam og Arnbirni Danielsen mest eyðsýndi B68 mað- urin, men tætta eftiransingin gjørdi, at hann ongantíð megnaði tað yvirskotið, sum í fleiri øðrum dystum í ár hevur gjørt, at B68 hevur fingið mál og vunnið sigrar. Brynjolvur Nielsen, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen og Gert Langgaard fingu tyngd og breidd í NSÍ spæl- ið, og í álopinum arbeiddu Jónstein Petersen og Dánial Hansen nógv. NSÍ, NSÍ fagnaðu heima- áskoðararnir, sum hava frøtt seg um fleiri sigrar á teim- um fremstu, men sum sam- stundis mugu staðfesta, at tað neyvan verður meiri enn næstan heiðursmerkir í ár. Toftamenn fóru nakkalangir út um Løkin, men teir kunnu framvegis avgera, um teir skulu vinna gull ella ikki. jh NSÍ-B68 3-0 (2-0) 1-0: Djóni N. Joensen 15 2-0: Dánial Hansen 26 3-0: Eddie Mikkelsen 52 Dómari: Lassin Isaksen (KÍ) NSÍ: Rúni Joensen – Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard – Gert Langgaard, Elian Hansen, Brynjolvur Nielsen, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen – Dánial Hansen, Jónstein Petersen B68: Magnus Poulsen – Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Oleif Joensen – Marlon Jorge, Jan Petersen, Øssur Hansen, Fróði Benja- minsen, Jákup Djurhuus – Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino NSÍ feldi aftur eitt oddalið Býtið av málmøguleikum var hips um haps, men NSÍ hevði stóra úrtøku, meðan toppskjúttarnir hjá B68 vóru sørir Súni Fríði og B68 máttu eins og hini bæði oddaliðini ásanna, at NSÍ er sera væl fyri í løtuni. Bæði VB og HB mistu oddasessin eftir tap móti NSÍ og soleiðis var eisini hesu ferð Mynd: Álvur Haraldsen 18 19 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 174 - 12. september 2000 Nr. 174 - 12. september 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Jákup Mørk HB-GÍ 5-0 (2-0) Longu frá fyrsta bríksli var líkt til, at HB skuldi geva GÍ ein rættuligan umgang sunnudagin, og hóast GÍ onkuntí› fekk fylgt hampu- liga væl vi›, so hev›oi tú alla tí›ina varhugan av, at henda dagin átti HB. Grei›ur munur á Ta› var nevnliga beinanveg- in sjónligt, at GÍ li›i› á vøllinum als ikki var sama GÍ li›, sum fólk eru von vi› at síggja. Hóast manningin var á lei› hin sama, so var hugbur›urin langt vi› sí›- una av tí vanliga, og ta› var eisini skjótt, at spentar stø›- ur spurdust burtur úr. Mark- eringarnar hjá gestunum vóru sum best bar til, og eft- ir at HB hev›i roynt at ligi › framvi› nakrar fer›ir í byrj- anini, brast fyri nev eftir bert sjey minuttum. Ein bóltur var› lyftur inn um GÍ verjuna, og Jón Rói Jacobsen slapp púra leysur av verjuni. Eftir at hava sn‡tt ein spurtandi gøtu- mann langa›i hann til móti málinum, men Hallur bjarga›i í fyrstu atløgu. Re- tururin fall tó aftur til Jón Róa, og uttan stórvegis hóvasták smekka›i hann bóltin flatt í neti›. Løtuna eftir hetta hev›i HB fleiri møguleikar at økja um lei›sluna, men so vi› og vi› kom GÍ betri vi› í dyst- in. Fyrst og fremst var hetta tó orsaka› av, at fer›in hjá HB fór nógv ni›ur, kanska tí teir byrja›u at taka eitt sind- ur lætt upp á uppgávuna. Gøtumenninir sluppu so- lei›is longur og longur ni›- an á vøllin, og onkuntí› spurdust eisini spentar stø›- ur burturúr. Heilt gali› mundi gingi› hjá HB, tá Magni fekk eina høga send- ing inn í brotsteigin, men Bár›ur var sum ein køttur undir tvørtrænum, tá mi›l- ingurin av Jarnskor brø›ru- num heilflukta›i. Um ta› var hetta, sum fekk HB at vakna skal ikki sigast, men ta›, sum eftir var av dystinum mundi GÍ ikki hava naka›, sum líktist einum rættuligum mál- møguleika. Heimamenninir tóku aftur meira yvir, og tá fyrri hálvleikur var so at siga li›ugt spældur, góvu teir GÍ mønustingin. HB hev›i tá vunni› sær hornaspark í vinstru sí›u, og Allan var settur at skjóta. Gøtumenn vóru ógvuliga ónøgdir um, at málverjin ikki fekk tilluta› fríspark, men hvussu var og ikki, so enda›i bólturin í netinum umvegis Bartal Eliasen, sum sostatt var› skrásettur fyri sjálvmál. Einki at tosa um Í seinna hálvleiki var ongan- tí› nakar sum helst ivi um, hvønn veg dysturin skuldi koppa. HB sat á so at siga øllum, og ta› eydna›ist teimum eisini at fáa tr‡ mál. Ta› fyrsta kom, tá Allan Mørkøre var› sendir avsta› í høgru. Hann dróg frá ein- um verjuleikara, sn‡tti tann næsta og langa›i so bóltin í handara sí›unet. Naka› seinni kundi Pætur Dahl økja til 4-0, eftir at eitt innlegg frá Allani slapp at fer›ast til handaru stong, og móti dystarenda kundi Bár›ur Mortansson seta seinasta seymin í, tá hann fekk fatur á einum bólti í GÍ brotsteiginum, og sí›ani seni hann flatt framvi› mál- verjanum. Umframt málini hev›i HB fleiri a›rar gó›ar møgu- leikar, men klárt besti ma›- ur á GÍ li›num, Hallur Han- sen, vardi í fleiri førum sera væl fyri, tá HB leikarar vóru meira ella minni leysir vi› honum. Tí›in farin Gøtumenn hava mangan havt ein meira sigandi leik- lut í kappingini, enn teir hava í løtuni, men sannleik- in er helst tann, at teir í løt- uni ikki eru nóg sterkir at standa seg í oddinum. Sunnudagin s‡ndu teir heldur ikki tann strí›svilja, sum á›ur hevur bori› teir so langt, og ta› er helst í hes- um, at størsta orsøkin til ósigurin skal finnast. Allir 50/50 bóltar enda›u vi›, at HB leikarar struku avsta› vi› bóltinum, og har- umframt var einki sum helst nærlagni í verjuspælinum hjá GÍ. Tá hetta er sagt, skal eis- ini nevnast, at HB í løtum s‡ndi sera gott fótbóltsspæl, og hóast alt skal eitt sindur til, fyri at vinna somiki› trygt á GÍ. Serliga fyrstu løtuna var rættulig fer› á HB saman- spælinum, og ta› var ein fragd at síggja, hvussu væl teir brutu ígjøgnum í bá›um bor›unum. Í vinstru vi› gó›um samanspæli millum Andrew, Róa og Janus, og í høgru vi› rinari rástyrki frá einum Allani Mørkøre, sum rættuliga tykist á veg upp aftur, eftir ska›an hann hev- ur drigist vi› í knænum. Fremsta FM bo› Sum HB spældi sunnudagin tykjast teir at vera mest upp- lagda FM bo›i› í løtuni. Eisini um hugsa ver›ur um komandi toppdystin á Svangaskar›i. Sunnudagin s‡ndu teir í øllum førum ikki á nakran hátt, at teir eru bangnir fyri at vinna gullmerkini, og júst hetta er ein sera t‡dningar- mikil eginleiki, tá enda- spurturin skal setast í gongd. Bæ›i VB og B68 hava s‡nt stórar veikleika á sálar- liga stø›inum, tá tey hava havt oddasessin í varveitslu, og júst sálarligi parturin av spælinum ver›ur uttan iva sera t‡dningarmikil, tá gull- merkini skulu gevast. Harumframt tykist HB at hava eina størri breidd í hópinum enn hinir bá›ir oddafiskarnir, og móti GÍ tóktist ta› ongantí› at gera nakran mun skeivan vegin, tá útskiftingar vór›u framd- ar. Tvørtur ímóti var líkt til, at innskiftu leikararnir vildu prógva, at teir eiga at byrja inni næstu fer›, og eitt nú komu bæ›i Pætur og Bár›ur á máltalvuna eftir innskift- ingina. Samanumtiki› ein huga- gó›ur dagur hjá HB vi›- haldsfólkum, sum so smátt munnu vera farin at hugsa um eina útfer› til Sumbiar í seinasta umfarinum. Á›renn ta› kemur so langt, skal Svangaskar› tó fyrst fáast frá hondini, og einki er at ivast í, at fer›slan inn í Eysturoynna fer at ver›a stór komandi sunnu- dag. HB-GÍ 5-0 (2-0) 1-0: Jón Rói Jacobsen 6 2-0: sjálvmál 44 3-0: Allan Mørkøre 67 4-0: Pætur Dahl 82 5-0: Bár›ur Mortansson 89 Dómari: Jens Petur Brattalí› (VB) HB: Bár›ur Johannesen – Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen – Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Rói Árting – Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum GÍ: Hallur Hansen – Pól Ennigar›, Bartal Eliasen, Leivur Hansen – Áslakur Petersen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Súni Olsen, Henning Jarnskor – Hans Pauli Petersen, Óli Hansen GÍ fekk bank frá HB HB vann seg upp aftur á oddasessin, tá teir vundu burtur úr einum GÍ li›i, sum hinvegin var tamari enn teir leingi hava veri › Dysturin var› í roynd og veru avgjørdur, tá HB kom upp á 2-0, men gøtumenn vóru ógvuliga ónøgdir um, at málverjin ikki fekk fríspark, tá hann fór eftir bóltinum Mynd: Álvur Haraldsen Sosialurin - 311820 Á Hálsi, Tórshavn Tel. 31 92 20 Tvøroyri Tel. 37 10 81 Saltangará Tel. 44 91 49 TILBOÐ Laminat Professional 11000 Eik-Bók-Ahorn-Kirsuber-Merbau 10 ára garanti Spar 40,- BERT 159,- Ahorn parkett 3 stav 14x200x2000 mm. Lakkerað 516,- Olja 572,- Ask parkett 3 stav 14x200x2000 mm. Lakkerað 438,- TILBOÐ 388,- Olja 478,- Merbau parkett 3 stav 14x200x2000 mm. Lakkerað 396,- Olja 490,- Birk parkett 3 stav 14x200x2000 mm. Lakkerað 448,- Eik parkett 3 stav 14x200x2000 mm. Lakkerað 338,- TILBOÐ 298,- Olja 398,- Bók parkett 3 stav 14x200x2000 mm. Lakkerað 338,- TILBOÐ 298,- Olja 398,- Kirsuber parkett 3 stav 14x200x2000 mm. Lakkerað 490,- 10-ára garanti 10-ára garanti 10-ára garanti 10-ára garanti 10-ára garanti 10-ára garanti 10-ára garanti RIMMAR TILBOÐ RIMMAR TILBOÐ