Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 174 - 12. september 2000 Nr. 174 - 12. september 2000 Sandoyingar komnir á turt Undirhaldsvirðið lá í stórum málmøguleikum báðar vegir, tá sumbingar vitjaðu á Sandi B71-SUMBA 3-0 (1-0) B71 verður eisini komandi ár í bestu deildini. Teir vunnu í góðveðrinum sunnudagin 3–0 á Sumba, sum framvegis er í vanda fyri at flyta niður. Fýra jugoslavar vóru á gestandi liðnum. Ein jugo- slavi, ein pólverji og tveir danir vóru á heimaliðnum. Men sjálvt um tað bara vóru fýra sandoyingar á B71 lið- num, so var ikki minni lagt í fyri at tryggja framhald- andi 1. deildarfótbólt á Sandi. Spenningur var í alla tíðina. Spælið var ikki altíð so rudduligt. Sandoyingar halda sjálvir, at vat spæli viðvíkur mundi hetta vera eitt tað vánaligasta avrikið hjá teimum í ár. Kortini var tað rættuliga undirhaldandi, tí bæði liðini høvdu fleiri stórar mál- møguleikar. B71 fekk hol á í 17. minutti. Miðverjin, Bergleif Sólsker, varð skrásettur fyri málið. Hornasparksinnlegg kom úr vinstru, bólturin varð beindur út í hitt borðið, og tá hann kom innfyri aftur, var Bergleif fyrstur at seta krúllin undir hann. Sumbingar fingu undan steðginum ein risa møgu- leika at javna. Í besta Jesper Olsen stíli spældi B71 verj- an, har Jógvan Jón Petersen var aftastur og Bergleif Sól- sker og Bernhard Petersen eftiransarar, Sasa Tomajek púra blankan. Sum so mangan áður var Valdemar Nowisci tryggur aftasti skansi hjá B71, og hann megnaði at byrgja uppfyri, so verjubrølarin ikki gjørd- ist til meiri enn ein kvøkkur. Avgjørt síðstu løtuna Í 2. hálvleiki trýsti Sumba heilt nógv fyri at fáa út- javnandi málið. Teir fluttu fólkið langt fram, og teir høvdu fleiri upplagdar møguleikar at skora, men teir fingu ikki mál. Bæði tí at Valdemar stóð seg væl, og tí sumbingarnir ikki vóru nóg neyvir, tá teir vóru komnir í góðar støður. At Sumba legði so stóra orku í álopspartin hevði við sær, at tað var opið í verjuni. Heimaliðið kom tískil fleiri ferðir í yvirtalsstøður, men teir megnaðu ikki at fáa mál, tí ofta var næstsíðsta sendingin ikki nóg neyv. Fróði Mortensen var hesa ferð í Sumbiar málinum. Hann helt tætt, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Tá metti Niklas á Líðarenda, at Jan Poulsen hevði spælt bóltin við arminum í brots- teiginum, og liðformaðurin, Eli Hentze var tryggur úr ellivu metrum. Hann var saman við Michael Jørgen- sen hangandi álopsmaður aftanfyri Høgna Hansen, sum var einsamallur heilt á toppinum. Við sigrinum á Sumba tryggjaði B71 sær framhaldandi sæti í bestu deildini. Sumbingar liva hinvegin framvegis í óvissuni um, hvat framtíðin hevur at bjóða Høgni Hansen staðfesti heimasigurin sjey minuttir undan leikloki. Uppspæli var í vinstru, og í staðin fyri at senda tætt inn undir málið valdi Alex Nielsen at senda eitt sindur út frá til Høgna Hansen, sum var í góðari støðu, tá hann takkaði fyri møguleikan og skoraði til 3–0. jh B71-Sumba 3-0 (1-0)1-0: Bergleif Sólsker 17 2-0: Eli Hentze 80 (br.) 3-0: Høgni Hansen 83 B71: Waldemar Nowiscki – Bernhard Petersen, Jógvan Jón Petersen, Bergleif Sól- sker – Bjørn Thorsteinsson, Kári Nielsen, Julian Flo- rescu, Alex Nielsen – Eli Hentze, Høgni Hansen, Michael Jørgensen Sumba: Fróði Mortensen – Mortan úr Hørg, Marlon Kjærbo, Bergur Vinther – Hallur Dam Joensen, Jan Poulsen, Hans Jákup Thomsen, Spasojé Biberdzic, Nicola Biberdzic – Nebosja Vel- kovic, Sasa Tomajek JÁKUP MØRK HB-KÍ 2-2 (0-1) Fyri bæði liðini var tað av altavgerandi týdningi, at stig fingust burtur dystinum leygardagin. Einamest tókt- ist hetta umráðandi hjá HB, sum síðani summarfrítíðina hevur havt kós beint móti botninum, meðan tað hin- vegin hevur gingist klaks- víkingunum nakað betri. HB liðið er nógv broytt seinastu dystirnar, og verður tað nú í nógv størri mun satsað upp á royndar leik- arar, ístaðin fyri at vóna, at teir yngru skulu halda lið- inum uppi. Sostatt var bert pláss fyri Eyðuni Højgaard og Ransin N. Djurhuus av teimum yngru í byrjunar- Hvørgin fekk frið 2. deild: Hvørki HB ella KÍ kunnu kenna seg vís í striðnum um niðurflyting, eftir at liðini býttu stigini leygar- dagin uppstillingini. Royndir menn so sum Jónleif Sól- sker, Kaj Leo Johannesen, Gunnar Mohr og Heðin Joensen vóru millum teirra, sum mannaðu hini plássini. Hjá KÍ var talan um eitt sindur meira blandað fólkaslag, men tað vóru tó tveir leikarar við royndum, sum stóðu fyri tí mesta. Tomislav Sivic og Allan Joensen vóru allar 90 minuttirnar á vøllinum, og tað var eisini fyrst og fremst, tá hesir høvdu bólt- in, at vandi var á ferð. Einasta málið í fyrra hálvleiki var eisini eitt úrslit av samspæli teirra millum. Tomislav fekk bóltin í einum kvikum mótálopi, og tá Allan yvirlappaði, varð bólturin sleptur júst í røttu løtu, og Kaj Leo hevði ikki ein livandi kjans, tá bólturin varð langaður fram við honum. Sovandi út Størsta partin av fyrra hálvleiki var tað KÍ, sum hevði yvirvágna í spælin- um, og eftir at teir kundu fara til hálvleiks við lítlu leiðsluni, mundu tey flestu rokna við, at teir eisini skuldu vinna dystin. Tað tók tó ikki HB leikarunum nógva tíð at fáa javnvág í roknskapin. Eftir at hava givið bóltin upp, var ein long sending løgd oman móti horninum, og tá bólt- urin so varð lagdur inn fyri, setti Florin Mihaéscu kollin á. KÍ leikararnir tóktust ør- kymlaðir av hesum, og eina løtu eftir málið, hevði HB greiða yvirvág, og fleiri heilt góðir møguleikar spurdust eisini burtur úr, men mál fingu teir tó ikki. Spakuliga kom KÍ við aftur í dystin, og aftur vóru tað teir báðir veteranarnir, sum tóktust vandamestir. Serliga Tomislav var væl upplagd- ur, og tað var meira enn tí einu ferðina, at hann so at siga gjørdi gjøldur burtur úr Bjarka Mohr, sum hevði ótakksamu uppgávuna at mansverja jugoslavan. KÍ legði seg á odda aftur, tá Allan Joensen dróg frá miðjuni, og staddur skamt uttan fyri brotsteigin lat hann skot av. Kaj Leo hálv- bjargaði, og eftir at hava fingið fatur á returinum, kundi Tomislav sera hegn- isliga senda bóltin í netið frá spiskum. KÍ hevði eftir hetta onkran heilt góðan møguleika at leggja seg á odda, men líkt var til, at teir máttu taka til takkar við ein- um teprum sigri. Hetta gjørdist tó av ong- um, tí heldur óneyðugt fekk HB fram móti dystarenda javna fyri aðru ferð. KÍ mál- verjin, Meinhard Joensen, framdi eitt fullkomuliga óneyðugt brotsspark, tá hann fór út eftir einum hornasparksinnleggi, og Florin takkaði fyri møgu- leikan. Sostatt gjørdist javnleikur úrslitið, hóast KÍ løtu seinnu átti brotsspark. Dómarin metti tó, at brotið móti Tom- islav varð framt á sjálvum brotsteigarmarkinum, og tá frísparkið frá Tomislav tók undirsíðuna á tvørtrænum, slapp HB við skrekkinum. Eitt stig í part var helst minni, enn báðir partarnir høvdu vónað. Tað bøtti tó nakað um støðuna, at Royn tapti móti B36, so alt í alt gjørdist fjarstøðan til bein- leiðis niðurflyting størri. HB-KÍ 2-2 (0-1) 0-1: Allan Joensen 1-1: Florin Mihaéscu 1-2: Tomislav Sivic 2-2: Florin Mihaéscu (br.) Eyðun Højgaard taldist millum fáu ungu leikararnar á HB liðnum, sum var heppið at fáa annað stigið móti KÍ Vágbingar hildu vágamenn á botnsessinum, samstundis sum teir sjálvir lupu bukk um B68, soleiðis at teir nú eru á silvurplássinum Mynd: Áki Bertholdsen VB er framvegis eitt gott boð upp á meistaraskapin. Sunnudagin høvdu teir vitjan av botnliðnum úr Vágum. Tað var týðuligt á útgangsstøðinum, at heima- liðið var oddalið, og at gestirnir vóru botnlið. VB leyp á við nógvum fólki og fullari ferð, meðan FS Vág- ar royndi at verja. Teir høvdu bara Kim Poulsen í álopinum (Birgir Joensen kom á vøllin í 2. hálvleiki), og teir hildu alla tíðina nógv fólk afturi á egnari hálvu. VB legði fyri sum eitt ódnarveður. Tað mesta gekk fyri seg í og kring brots- teigin hjá FSV, og fyrstu trettan minuttirnar trýstu vágbingar seg til eina rúgvu av hornaspørkum. Hesi góðu einki mál, og so fór eitt sindur av guvuni Vágbingar halda stílin Men tað gekk ein tími, áðrenn rættulig ferð koma á málskjótingina ímóti illa sperdu vágamonnunum burtur. FSV hevði okkurt álopið á tekniborðinum, men so var tað, at VB fekk hol á. Tað trýsti gestirnar niður, og fram til 57. minutt, tá VB økti til 2–0, var talan um eitt støðugt trýst á málið hjá Remi Mikotionis, sum hevði nógv at gera, meðan Bjarni Johansen í hinum endanum so at siga var arbeiðsleysur. Á miðvøllinum vóru Palli Augustinussen, Tórður Holm, Milan Kulic og Jón Pauli Olsen greitt omaná í stríðnum ímóti Sonna Jo- hansen, Hannus Olsen, John Johansen og Igor Kiriilovas, sum er ein fínur bóltspælari, men sum ikki kennir seg heilt á heimabeiti, tá tað meiri er talan um stríð, enn um spæl. VB var alla tíðina yvir- mannað á miðvøllinum, tí vongverjarnir báðir, Pre- drag Zivkovic og Magni Jacobsen ikki høvdu nakran mann at ansa, og harvið kundu luttaka nógv í fram- rættaða spælinum. Vág- bingar vóru kaldir og tóktust trúgva upp á, at tað var bara ein spurningur m tíð, áðrenn stóra leikliga yvirvágin fór at verða um- sett til fleiri mál, og soleiðis tørnaði tað eisini út. Málini VB fekk hol á í 15. minutti. Hornaspark úr høgru varð sent tvørturum og innfyri aftur málið, har Robert Cieslewicz ikki var ansaður og tískil hevði lætt við at seta síðsta fótin á. 1–0 gjørdist til 2–0 í 57. minutti. Milan Kulic sendi fríspark úr vinstru og til handara stólpan, har Krys- ztof Popczynski hevði síðsta fótin á. Og so gekk skjótt við málskjótingini. Tað bleiv 3–0, tá ein tími var farin. Altíð vandamikli Jón Pauli Olsen smekkaði flatt langskot dygst fram við stólparótini. Tað sá út til, at hetta skuldi gerast úrslitið, men tá tíggju minuttir vóru eftir, var FS Vágar málverjin sera óheppin. Hann tóktist hava tak á kiksaðari sending frá einum av viðspælarunum, men ólukkutíð fyri málverj- an og FSV, so støkk skrúvandi bólturin framvið málverjanum og inn um strikuna. Tá fór luftin rættuliga úr vágaliðnum, og síðstu mi- nuttirnar gjørdu teir báðir sera vandamiklu útlending- arnar í VB álopinum hvør sítt mál. Bæði komu eftir skjótálop. Ymisk útlit Vágbingar og vágamen fóru í góðveðrinum á Vágseiði av vøllinum við púra hvør sínari næstu framtíð. VB, ið næstu ferð hevur Predrag Zivkovic leikbannaðan, stríðist fyri heiðursmerkj- um, sum tað framvegis er møguleiki fyri verða av gulli. FS Vágar skal berjast fyri at sleppa burtur av aftasta plássinum og harvið bein- leiðis niðurflytingini. Teir í Vágum vóna, at Tór–Ingar Akselsen verður tøkur, tá teir komandi sunnudag fáa vitjan av B71. jh VB: Bjarni Johansen – Predrag Zivkovic, Michael í Lágabø, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen – Palli Augustinussen, Tórður Holm, Milan Kulic, Jón Pauli Olsen – Krysztof Popczynski, Robert Ciesle- wicz FS Vágar: Remi Mikotionis – Heðin Joensen, Eyðfinn Fjalsbak, Zilva Zudis, Albert Ari Thomassen, Rimvadis Bakus – John Johansen, Igor Kirilovas, Hannus Olsen, Sonni Johansen – Kim Poulsen Tað verður torført hjá Royn JÁKUP MØRK Royn-B36 0-1 (0-0) Kravið hjá Royn undan dystinum var avgjørt ein sigur, tí umframt at liggja á aftasta plássi, so hevur liðið eisini eina sera torføra skrá í dystunum, sum eftir eru. Hetta var eisini næstseinasti dysturin heima á grasinum í Hvalba. Tað gekk tó ikki, tí B36 tók øll stigini við sær norð- uraftur. Einasta málið gjørdi Tórálvur Poulsen beint eftir 2. deild: B36 fekk uppreisn eftir tapið seinasta vikuskiftið, og nú verður tað torført hjá hvalbingum at vera verandi í deildini steðgin, og tað var nóg mik- ið at tryggja B36 sigurin. B36 broderaði seg ígjøg- num í vinstru síðu, og tað endaði við, at Tórálvur Poulsen kom at standa púra leysur við málverjanum beint undir málinum. Hann trillaði bóltin kalt framvið málverjanum til 1-0. Vindurin darvaði Serliga í fyrra hálvleiki var sera nógvur vindur tvørt- urum vøllin, og hetta darv- aði spælinum sera nógv. Havnarmenninir høvdu eisini torført við at venja seg við undirlagið, sum kanska var heldur ójavnari, enn teir eru vanir við. Tí var lítið av skipaðum spæli at síggja og fáir málmøguleikar. B36 hevði teir stóru møguleikarnar í fyri steðg- in. Tvær ferðir skuldu teir havt sett bóltin í netið. Fyrst fekk Tórálvur Poulsen eina sending frá miðvøllinum, og hann gjørdist púra leys- ur. Hann dró heilt nær mál- inum, men málverjin bjarg- aði sera flott tí harða skot- inum. Kanska størsta møguleik- an í øllum dystinum hevði Bárður Olsen hjá B36. Mál- verjin hjá heimaliðnum hálvbjargaði einum lang- skoti, og B36 framherjin var fyrstur á bóltinum, men beindi hann uppum úr 5- metra fjarstøðu. Royn hevði lítið at bjóða uppá fyri steðgin, og ongan veruligan málmøguleika fingu teir. Móti endanum av dyst- inum legði Royn trýst á B36 fyri at at fáa útjavnandi málið, men allar royndirnar miseydnaðust. Eini tríggjar vandamiklar royndir stóðust av trýstinum, men málverj- in hjá B36 noyddist ikki at gera nakra stóra bjarging. Fyrrverandi landsliðs- spælarin Jákup Símun Sim- onsen sat á beinkinum hjá B36 henda dagin, og hann spældi tað seinasta korterið. Hann vísti eisini, at hann ikki heilt hevur gloymt bóltkynstrið, men hann er ikki beinleiðis í landsliðs- venjing. Royn er nú trý stig aftan- fyri HB, sum er næstniðast. Enn eru ikki allar vónir brostnar, men tað verður torført. Royn hevur tveir útidystir móti ÍF og TB, sum bæði eru topplið, og ein heimadyst móti NSÍ. Hvalbingar skulu vinna onkran av hesum dystunum fyri at yvirliva. Hinvegin hevur B36 nú aftur møguleikan at fáa heiðursmerki. Fýra stig eru fram til TB og ÍF á øðrum og triðja plássi. B36 hevur bara dystir í Havn eftir, og har standa teir seg vanliga sera væl. Royn-B36 0-1 (0-0) 0-1: Tórálvur Poulsen Royn er nú sera illa spert í botninum, og havandi dystarskránna í huga, tykist sannlíkt, at teir komandi ár spæla í triðju deild