Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. september 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 174 - 12. september 2000 Nr. 174 - 12. september 2000 Komandi vikuskifti verður av álvara farið undir enda- spurtin í 1. deild. Og tað kann væl vera, at avgerðin um meistaraskap og milli- ónina og um niðurflytingina og vónbrotið í tí samband- inum verður greið, áðrenn komið verður til átjanda og síðsta umfarið, sum er á skránni leygardagin 30. sep- tember. HB er fremst. Komandi sunnudag skulu teir á Svangaskarð. Um teir vinna ímóti B68, so er meistara- skapurin næstan innan- borða. Við gongdini síðani summarsteðgin í huga ber tað illa til at ímynda sær, at B36 í Gundadali og Sumba á Krossinum skulu gera nakað við oddaliðið. Sunnudagin hølvaðu teir í HB gøtumenn ígjøgnum. Vágbingar hildu stílin ímóti FS Vágar. Teir vunnu 6–0, og tað er mest sum greitt, at teir fyri fyrstu ferð nakrantíð fáa heiðursmerk- ir. Tað er framvegis møgu- leiki fyri, at tey gerast av gulli, men VB kann ikki avgera hetta sjálvt. Meðan B68 og HB komandi sunnu- dag fara at takast á Toftum, skal VB spæla í Gøtu. Í tí dystinum fara vágbingar at taka á við B68. Um toftamenn greiða í hvussu so er javnleik ímóti HB, og um VB vinnur í Gøtu, so verður VB fremst. Innanhýsis úrslitini telja meiri enn málmunurin. Tað vil siga, at um HB og VB verða jøvn í stigum, so verður VB ovari á stigatalv- uni. Tað verða teir, tí úrslitið ímóti HB í Gundadali var 2–2, meðan tað í Vági var 0–0. Tað er altso møguleiki fyri, at meistaraskapurin verður avgjørdur upp á mál skorað á útivølli! Treytin hjá vágbingum er, at teir ikki snáva, og at HB snávar. Í tveimum teimum seinastu umførunum skal VB spæla á heimavølli ímóti B68, og teir fáa heið- ursmerkini í Gundadali, har teir 30. september skulu spæla ímóti B36. Gullið tykist hava kós í HB húsið. Teir í HB hava alt kappingarárið dugað væl at undirspælt sín leiklut. Árini frammanundan hava teir altíð sagt, at fyri HB hevur alt annað enn sigur í FM kappingini og steypa- kappingini verið eitt vónbrot. Í fyrstu leikskránni í hesum kappingarárinum – tað var tá KÍ vitjaði í Gundadali í 2. umfari, sum var 30. apríl – segði HB formaðurin, Gunnar Mohr, at í ár vilja vit royna at gera tað betri enn fjórða plássið í fjør. Hóast liðið er nýtt og ungt, áttu vit at megna eitt betri pláss enn fjórða plássið, soleiðis at Havnar Bóltfelag enn einaferð kann umboða Føroyar í Europa Cup. HB hevur staðið seg sera væl higartil. Teir hava breiðari hóp, enn teir hava í Vági og á Toftum. Tað hev- ur týdning, nú fleiri spæl- HB rættaði kósina ímóti meistaraskapinum Um teir vinna á Svangaskarði er ilt at ímynda sær annan meistara enn HB, og um FS Vágar ikki vinna á heima- vølli ímóti B71 verður ilt at ímynda sær ann- an niðurflytara enn vágaliðið arar á flestu liðum eru á markinum til leikbann. Ein møguleika afturat Í botninum sær svart út hjá FS Vágum. Undan viku- skiftinum hoyrdist, at teir – eftir kiksarin á heimavølli ímóti Sumba – av álvara ætlaðu sær undir bjarging- arroyndina í Vági. FS Vágar tapti 6–0. Frástøðan upp til Sumba er ikki størri enn so, at teir í FS Vágum kunnu vinna hana innaftur í einum dysti. Komandi sunnudag fáa teir vitjan av B71. Skulu vit meta út frá talvuni, so er møguleikin at fáa stig størri ímóti sandoyingum, enn hann verður ímóti GÍ í Gøtu og KÍ í Sørvági. Men tað er fyrr sætt, at eitt illa kroyst lið hevur vunnið á favoritt- um, sum ikki hava havt so nógv at spælt fyri. Sumbingar kenna seg ikki tryggar enn. Teir mugu vóna, at B71 verður eins effektivt ímóti FS Vágum, sum teir vóru ímóti sum- bingum. Á pappírinum eig- ur Sumba torførar uppgávur á. Um teir skulu fáa stig, so skal tað vera ímóti KÍ á Krossinum komandi sunnu- dag. At teir skulu fáa stig í Runavík, ella tá HB í síðsta umfarinum kemur suður, er sera lítið sannlíkt. Framtíðin Í hesum døgum verður komandi kappingarárið fyrireikað. Tað eru ikki so mong ár síðani, at manna- gongdin var tann, at tað var liðið væl út á veturin, áðr- enn ábyrgdarpersónarnir í feløgunum fóru at klóra sær í nakkanum og viðgera, hvør skuldi vera venjari komandi kappingarár. At tosa um hvør skuldi spæla við var óneyðugt, tí tað kom so at siga ikki upp á tal at flyta úr barndómsfelagnum. Tað ljóðar frá áhugaverd- um flytingum, men feløgini hava higartil ikki viljað sagt so nógv. Undanfarnu árini hevur HB dyrgt nógv. Tað hava teir ikki gjørt í ár. Úrtøkan higartil bendir ikki á, at teir fara aðra staðni eftir spælarum. NSÍ hevur eftir summar- steðgin vunnið á øllum teimum trimum, sum eru við í FM kappingini. At tað sunnudagin eydnaðist teim- um at vinna sannførandi á B68 var eitt flott avrik. Lyklaspælararnir Christian Høgni Jacobsen og Sjúrður Jacobsen vóru burturfrá, men avloysararnir stóðu seg væl. NSÍ er einasta felagið, sum í ár bara hevur brúkt føroyskar spælarar (síðani summarsteðgin hevur eing- in útlendingur verið í GÍ). Burtursæð frá málverjan- um, Rúna Joensen, og Gert Langgaard hava allir hinir fingið sína fótbóltsuppaling í felagnum. Úrtøkan eftir summarsteðgin boðar frá, at NSÍ neyvan verður ímillum feløgini, sum fara aðra staðni eftir spælarum. Um teir kortini gera tað, so verður tað neyvan til meiri enn at fáa onkran av NSÍ arunum, sum í ár hava roynt seg aðra staðni, til hús aftur. B36 hevur havt eitt turbu- lent heyst. Hjá teimum eru møguleikar í fleiri ungum monnum, sum í heyst hava fingið dystarvenjing. Klaks- víkingar hava ikki rokkið tí, teir høvdu vónað. Á liðnum hjá teimum eru nógvir, sum hava verið við í mong ár. Tað sama ger seg galdandi hjá VB. Munurin er tann, at tað er hugaligari at gera av at halda fram, tá úrslitini hava verið betri, enn rokn- ast kundi við, enn tað er, tá árið hevur verið eitt vón- brot. jh HB endurvann oddasessin í landskappingini, tá teir vundu burtur úr GÍ, sum neyvan hevur fingið ein slíkan umgant síðani svíðandi tapi fyri KÍ í finaludystinum um løgmanssteypið á sinni B68 gjørdist triðja oddaliðið á rað, sum misti oddasessin eftir at hava tapt fyri NSÍ. NSÍ hevur helst mist møguleikan fyri heiðursmerkjum, men seinnu kappingarhálvu hava teir prógvað, at tað eru knotur í teimum JÁKUP MØRK KÍ-B36 2-1 (1-0) Bæði KÍ og B36 vóru fyri eyðmýkjandi tapum í næst- seinasta umfari, og hóat bæði feløgini so fegin vildu reisa seg í hesum dystinum, var tað heimaliðið, sum stóð eftir sum vinnari. Eftir ein javnan fyrra hálvleik, tók KÍ alsamt meira yvir í seinna hálv- leiki, og seinasta kortertið var talan um veruligt trýst á B36-málið við nógvum hornaspørkum og trunka- spølum. Tá fimm minuttir vóru eftir at spæla fingu B36‘arnir eina ávaring um, hvat kundi henda. Eftir eitt hornaspark kom bólturin út í brotsteigin, har aftasti maður hjá KÍ, Jan Andrea- sen, stóð. Hann smekkaði til móti málhorninum, men onkursvegna fekk Jens Kristian Hansen høvdið á bóltin og bjargaði til horna. Støðan, sum hevði við sær sigursmál, var lík hes- ari. Enn einaferð varð hornaspark úr vinstru. Arn- old Joensen legði innfyri, ein B36-spælari fekk høvd- ið á bóltin, men uttan fyri brotsteigin stóð vælspæl- andi Marek Vierzbicki klár- ur at taka ímóti. Hann bíð- aði eftir røttu løtuni og so fluktaði hann bóltin bein- leiðis í málið. Eitt framúr mál, sum kom bara tveir minuttir fyri leiklok. Soleiðis sum leikgongdin var, eftir at B36 hevði javnað í seinna hálvleiki, var tað uppiborið, at tað vóru greipuvinnararnir frá í fjør í vunnu dystin. Liðini broytt Bæði KÍ og B36 vóru noydd at gera fleiri broyt- ingar til dystin. Hjá heima- liðnum vóru tað trý leik- bann sum argaðu, og hetta fekk Tomislav Sivic at seta tríggjar spælarar, sum hava sína styrkju á jørðini, á fremstu plássini á liðnum. Í álopinum vóru Hjalgrím Elttør og Eyðun Klakstein og á fremsta miðvallar- plássinum Arnold Joensen. Jan Joensen var viðaftur frá byrjan, og hann stóð seg væl í dystinum við lands- liðsmannin, Jens Kristian Hansen. Heðin á Lakjuni var fluttur á vongverjan í vinstru og kom fleiri ferðir við ferð fram. Hjá B36 vóru allir teir út- lendsku spælararnir burtur, umframt at Jørgin Meitel- berg var farin av landinum. Tí stillaði Piotr Krakowski við fleiri nýggjum monnum á liðnum. Herbert í Lon Ja- cobsen og Fróði Clement- sen vóru stopparar, og í vinstru síðu var Dánjal Pet- ur Johansen við frá byrjan. Jens Kristian Hansen var hesaferð á miðvøllinum, og Magni á Lakjuni var fluttur fram í álopið, har hann hevði nógvar tættar nær- dystir við Andrzei Pacek hjá KÍ. Fyrstu trý korterini gekk nógv aftur og fram, og onkrir smáir møguleikar vóru at gera mál. Arnold Joensen hevði besta møgu- leikan, eftir at skjótt upp- spæl millum Eyðun og Hjamgrím hevði við sær, at Arnold gjørdist púra leysur uttan fyri brotsteigin. Hann dróg inn móti málinum, men tá hann royndi at senda Broytt KÍ-lið reisti seg KÍ-trýstið í seinna hálvleiki gav at enda úrslit, tá Marek Vierzbicki skjeyt eina perlu av einum máli stutt fyri leiklok B36 megnaði leingi at verja fyri ágangandi KÍ trýstinum, men máttu tó at enda geva skarvin yvir Mynd: SJH í handaru síðu, bjargaði Tróndur Vatnhamar sera væl. Í hinum endanum kom B36 nær eftir hornaspark. Jens Kristian Hansen hevði høvdið á bóltinum, sum fór í bleytan boga og endaði á tvørstongini, áðrenn KÍ- spælararnir við neyð og deyð fingu rudda burtur. KÍ tók yvir Nærdystirnir millum spæl- ararnar vóru stundum harð- ir, og longu í fyrra hálvleiki vóru fleiri gul kort á lofti. Í einu støðuni fekk KÍ frí- spark inni í brotsteiginum hjá B36, men skotið hjá Arnoldi fór fram við máli- num. Einasta málið í fyrra hálvleiki kom 10 minuttir fyri steðgin. Hjalgrím tveitti innkast í høgru til Eyðun, sum sendi bóltin inn til aftaru stong. Har var Heðin á Lakjuni hægri enn Bjarni Prior og stútaði bóltin inn við nærmaru stong. KÍ helt leiðsluna restina av hálvleikinum, men tað gingu ikki nógvir minuttir eftir steðgin fyrr enn B36 hevði javnað. Málið kom eftir hornaspark í vinstru, sum Jákup á Borg sendi tætt inn við málið. Har var eitt sindur av aftur og fram, men Egil Zachariasen hevði seinasta fótin á bóltinum, sum smeyg sær um mál- strikuna. Restina av dystinum var tað heimaliðið, sum tók alt meira yvir. B36 dúvaði meira upp á kontraálop, har Magni á Lakjuni og Jákup á Borg tó høvdu truplar um- støður ímóti KÍ-verjuni. B36 kom tó nakrar ferðir í nánd av KÍ-málinum, men tað var serliga eftir høgar bóltar eftir fríspørk ella hornaspørk. Í hinum endanum royndi KÍ at bróta ígjøgnum eftir jørðini, men sum oftast end- aði tað vi hornaspørkum. Í einu støðuni hevði Heðin á Lakjuni tó eitt frálíkt skot móti handara stólpa, sum Tróndur Vatnhamar bjarg- aði sera væk. Tíðin gekk undan hjá heimaliðnum, sum hevði stuðul frá nógvum áskoð- arum í góðveðrinum, men so var tað, at Marek Vierz- bicki, sum mundi verða bestur á heimaliðnum, smekkaði til. KÍ-B36 2-1 (1-0) 1-0: Heðin á Lakjuni 30. 1-1: Egil Zachariasen 48. 2-1: Marek Vierzbicki 87. Dómari: Suni Johansen KÍ: Zoltan Kujundzic - Andrzei Pacek, Jan Andreasen, Niclas Niclasen - Harley Bertholdsen, Marek Vierz- bicki, Arnold Joensen, Jan Joensen, Heðin á Lakjuni - Hjalgrím Elttør, Eyðun Klakstein B36: Tróndur Vatnhamar - Fróði Clementsen, Egil Zacha- riasen, Herbert í Lon Jacob- sen - Bjarni Prior, Mikkjal Thomassen, Jan Guttesen, Jens Kristian Hansen, Dán- jal Petur Johansen - Magni á Lakjuni, Jákup á Borg EB/Streymur–GÍ 5–1 (1–1) Tað skal vilja heilt óvanliga illa til, um EB/Streymur ikki fær gullkrónurnar um hálsin, tá teir 30. september hava spælt í Runavík. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir hava beina kós ímóti 1. deild. Eina ferð undan summar- steðginum prátaðu vit við Bergur Magnussen um, at hansara lið hevði vunnið sær fremsta plássið. Tá helt hann, at støðan var komin óvart á teir, men at kapp- ingin var lítið liðin, og at teir tóku ein dyst í senn. Eftir stórsigurin á gøtu- monnum hittu vit hann aftur. Nú er EB/Streymur seks stig undan teimum báðum, sum eru næstfremst. Tað eru trý umfør eftir, og Bergur ásannar, at sjálvt um støðan framvegis er komin óvart á teir, so kann ikki annað sigast, enn at vánirar fyri uppflyting síggja góðar út. – Vit taka framvegis ein dyst í senn, men tað sigur seg sjálvt, at tað er torført at halda prátinum um 1. deild burtur. Eru tit so góðir, ella eru tað hini liðini, sum ikki eru so góð? – Vit kunnu í hvussu so er staðfesta, at higartil hava vit verið betri enn mót- støðuliðini. Vit eru ikki fluttir upp, og tí vilja vit einki siga um, hvørjar møguleikar vit fara at hava í bestu deildini. Eg kann bara siga, at vit hava einar 20 spælarar, sum møta til venjingar so at siga hvørja ferð, og at teir allir kunnu brúkast í 2. deild. Jón Sigurd Gleðisheygg er 32, Finnbjørn Zachariassen, sum nakað av tíðini hevur verið skaddur, er 31, mál- verjin, Óla Kristian Djur- huus, er 29, og mest sum allir hinir eru ímillum 20 og 24. So tað eru spælarar í góðum árum, og teir hava góðan hug at spæla fótbólt, heldur Bergur Magnussen. Ein løta áðrenn tað glapp EB/Streymur var í 1. deild í 1994. Burtursæð frá Finnbirni Zachariassen eru eingir eftir av tí manningini. Nú uppflytingin er so tætt undir borðinum, lúrir vand- in fyri gummibeinum. Í 1. hálvleiki á Mølini ímóti GÍ var tað ikki sørt, at spælararnir tóktust eitt sindur strongdir. Gøtumenn høvdu nógvar spælarar við nógvum royndum – m. a. Janus Ras- mussen, Erland Tvørfoss og Símun Petur Justinussen, sum miðskeiðis í 2. hálv- leiki setti seg sjálvan inn á miðvøllin. Tá teir í 5. mi- nutti vóru komnir á odda, lá væl fyri at lata EB/ Streym gera arbeiðið, með- an GÍ bíðaði eftir møgu- leikanum at økja. GÍ málið kom eftir inn- legg úr vinstru, sum heima- verjan fekk beint í hitt borð- ið. Tá bólturin kom innfyri aftur, fekk Magni Jacobsen fótin á, bólturin fór upp í loft og dalaði niður í málið aftanfyri Óla Kristian Djur- huus. Toppskjúttin hjá heima- liðnum, Jón Sigurd Gleðis- heygg, sum í fleiri ár var verjuálit í Gøtu, javnaði beint undan steðginum. Miðverjin, Esmar Eiðis- garð, spældi eitt tvey, áðr- enn hann kom til baklinjuna í høgru, og Jón Sigurd var fyrstur á innlegginum. Seinna umfarið hevði EB/ Streymur betri tak á. 26 minuttir vóru farnir, tá teir komu framum, og so gekk skjótt. Jón Sigurd snittaði við høvdinum umvegins stópan langan bólt frá Knút Vesturtún í málið. Átta minuttir seinni sendi Jákup Martin Joensen, sum hevði drigið tvørturum úr høgru, beiggjan, Eyðfinn Joensen, avstað í vinstru. Vongverjin sendi framvið Mortani Joensen í GÍ málinum, og tað restaðu sjey minuttir, tá Jákup Martin Joensen økti til 4–1 við langskoti. Tríggir minuttir vóru eftir, tá Jón Sigurd Gleðisheygg í einum tronga í brots- teiginum fekk síðsta fótin á og staðfesti 5–1 heima- sigurin. jh EB/Streymur–GÍ 5–1 (1–1) 0–1: Magni Jacobsen 5. 1–1: Jón Sigurd Gleðis- heygg 44. 2–1: Jón Sigurd Gleðis- heygg 71. 3–1: Eyðfinn Joensen 79. 4–1: Jákup Martin Joensen 83. 5–1: Jón Sigurd Gleðisheygg 87. EB/Streymur beina kós í bestu deildina 2. deild: Men skinnið má ikki seljast, áðrenn bjørnin er skotin, undirstrikar venjarin, fyrrverandi málslúkurin Bergur Magnussen