Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 • hósdagur • 19. mai 2005 • 79. árg. Við Norrönu mána- dagin kom eitt danskt ferðalag við nøkrum sera áhugaverdum bilum á vitjan. Talan er um 9 Ford T, har tann elsti er frá 1914 BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: MagnusGunnarsson og Eirikur Lindenskov Teir vaktu stóran ans í Havnargøtum mánamorg- unin, teir 9 gomlu Ford- arnir, ið koma við Norrönu. Ferðalagið var á Sjó- mannsheiminum til morg- unmat, áðrenn tey vitjaðu í Miðlahúsinum, har Ford T fólkini fingu kaffi. Elsti bilurin í danska ferðalagnum er ein Ford T frá 1914, hinir eru frá 20- unum. Onkrir høvdu einans galesju til tak, meðan teir flestu vóru innilokaðir. Ferðalagið fór fyrst í Norðoyggjar, har tey búgva á Viðareiði í tríggjar dagar, síðan fara tey til Gjáar, har tey skulu yvirnátta eina- ferð. Frá fríggjadegnun 21. mai til hósdagin 26. mai, tá tey fara heim aftur til Dan- markar, búgva tey á Vallar- heiminum við Hotel Føroy- ar í Havn. Ferðaleiðari á túrinum er einasti føroyski limurin í Dansk Ford T klub, Hans Elmar Poulsen í Vatnsoyr- um, ið sjálvur hevur ein Ford T frá 1915. Ford T »treff« í Vágsbotni Tað var sum at síggja brot úr sjónvarps- røðini Madador í Vágsbotni 2. hvítu- sunnumorgun