hósdagur 19. mai 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 19. mai 2005
27
Í danska bilbýnum
Silkeborg er spakin
settur í til størsta
bilhús av sínum slag í
Evropa. Talan er um
"Bilernes Hus", sum
verður ein sølumið-
støð við 1.000 nýggj-
um og brúktum
bilum
BILHÚS
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Silkeborg hevur í mong ár
verið róptur "Bilernes by",
tí býurin er kendur fyri sín-
ar nógvu bilhandlar. Fólk
ferðast úr øllum landinum
til Silkeborg at hyggja eftir
stóra úrvalinum av bilum,
serliga brúktum bilum.
Nú er so ætlanin at
byggja størsta bilhús í
Evropa í Silkeborg. Talan
verður um eina 38.500
fermetra stóra sølumiðstøð.
Samlaða íløgan verður upp
á 300 milliónir krónur.
Húsið, ið skal rúma
1.000 bilum og 160 starvs-
fólkum, verður eftir ætlan
klárt at taka í brúk við
árskiftið 2005/2006.
Í húsinum verður søla av
nýggjum og brúktum bilum
av so gott sum øllum bil-
merkjum, eisini verður bil-
útleigan, biltrygging, bil-
fígging, rustviðgerð, dekk-
service, ein supermodern-
aður bilverkstaður, og ein
stór eykalutagoymsla.
Holger Helle, frá Helle
Auto A/S, ið er ein av kend-
astu bilsølumonnum í Dan-
mark og ein av stigtakarun-
um til "Bilernes Hus",
sigur, at húsið verður eitt
komplett bilunivers og ein
uppliving fyri ein hvønn
biláhugaðan.
Størsta bilhús í Evropa
Fyri 50 árum síðan
skrivaði ein VW
bolba (Type 1) søgu
við at luttaka í kapp-
koyringini Mille
Miglia í Italia, har
nógvir av heimsins
skjótastu sportsvogn-
unum luttóku. Bil-
urin bleiv nr. 43 av
275 bilum, sum full-
førdu kappingina
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Frá 1927 til 1957 var kapp-
koyringin "Mille Miglia" í
Italia ein koyring, har
nógvir av heimsins kvik-
astu og skjótastu sports-
vognunum luttóku.
Í 1955 luttók ein luft-
køldur fólkvognur, ið bleiv
nummar 43 og nummar 3 í
sínum klassa. 374 bilar
vóru við í kappingini, har
av 275 fullførdu kapp-
ingina. Gamla VW boblan
var ikki nakar sportsbilur,
men hann varð hóast alt
framman fyri 232 aðrar
sportsbilar.
Í dag er Mille Miglia
kappingin mest fyri bil-
áhugaðar úr øllum heimin-
um og ikki einans fyri
sportsbilar burturav. Hóast
stóra aldursmunin kunnu
bæði gamla VW boblan og
VW New Beetle luttaka á
líka fóti.
Kelda: Bil Snak
Focus á
fyrsta plássi
Nýggjastu krasjtestir-
nar hjá EuroNCAP
vísa, at nýggi Ford
Focus, sum var vístur
fram á fyrsta sinni í
Føroyum
í
januar
2005, fekk 34 stig og
kom á fyrsta plássi við
5 stjørnum fyri sín
eginleika at tryggja
førara og ferðandi í
einum
møguligum
samanstoyti, ella um
bilurin verður ákoyrd-
ur frá síðuni.
34 stig er tað mesta
ein bilur í miðflokkin-
um nakrantíð hevur
fingið í eini Euro-
NCAP roynd og betri
úrslit enn aðrir bilar í
bæði minna og størra
miðalflokkinum.
Ford Focus C-Max
er áður viðursløntur
fyri at vera ein ovur-
viðkvæmisvinarligur
bilur, og nú hevur so
tann nýggi Focus fing-
ið somu viðurlsøn. Tað
er
týska
fyritøkan
TUV, sum kannar í
hvussu stóran mun ein
bilur er førur fyri at
sálda skaðilig evni frá
í kabinuni.
Mille Miglia koyringin:
VW boblan stóð seg væl í 1955
Í dag luttaka bæði VW
New Beetle og gamla VW
boblan á líka fóti í Mille
Miglia kappingunum í
Italia
Bilernes Hus verður eitt komplett bilunivers og ein uppliving fyri ein hvønn biláhugaðan