hósdagur 19. mai 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Gongst eftir vild,
kunnu Føroyar longu
mánadagin hava nýtt
altjóða dómarapar
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Um vikuskiftið skulu bæði
kvinnur og menn royna seg
móti grannunum úr Íslandi
í hondbóltslandsdystum á
ávíkavist Eiði og í Havn.
Hetta er sjálvandi ein góð
styrkisroynd hjá hondbólts-
landsliðum okkara, men tað
verða tó ikki hesi, sum fyrst
og fremst standa í fokus.
Kunnu fáa altjóða
góðkenning
Tað verða hinvegin dóm-
arapørini, sum koma at vera
undir sjóneykuni í teimum
fýra dystunum, sum tilsam-
ans skulu spælast. Og tað
eru eisini dómararnir, sum
eru fremsta orsøkin til, at
dystirnir yvirhøvur verða
spældir.
Tað er nevnliga føroyska
hondbóltsdómarafelagið,
sum hevur arbeitt fyri at fáa
dystir í altjóða flokki í
Føroyum. Ætlanin hevur
leingi verið, at fáa eitt nýtt
føroyskt dómarapar, eftir at
hesin leiklutur í fleiri ár
varð røktur av Hjalmar Pet-
ersen og Kristian Johansen.
Ein leiklut, sum Kristian
seinnu árini hevur røkt
saman við donskum makk-
ara, eftir at borgaliga starv-
ið hjá Hjalmari fór avstað
við ov stórum parti av ork-
uni.
Sjálvur hevur Kristian
bara tvey ár eftir, áðrenn
hann fellur fyri aldursmark-
inum, og hann staðfestir, at
tað hevur stóran týdning, at
nýtt dómarapar sleppur at
taka yvir á altjóða pallin-
um.
- Vit hava leingi havt eitt
ynski um, at Hannis og Uni
skulu fáa møguleikan at
royna seg á hægri støði.
Sjálvur havi eg eisini roynt
at arbeitt við hesum, tí eg
haldi tað vera sera týdning-
armikið, at vit varveita
okkara altjóða status í so
máta.
- Vit hava tosað um ym-
iskar loysnir, men skuldi
dystur spælast í Føroyum,
so var neyðugt við tveimum
dystum, har dómararnir
verða settir á vágskálina.
Eftir at hava tosað við HSF,
eydnaðist okkum so at fáa
íslendingar hendanvegin,
og tá teir so kundu koma
við báðum liðunum, læt tað
upp fyri møguleikanum við
tveimum føroyskum pørum
til próvtøku.
Próvtøka í tríggjar
dagar
Umframt Hannis og Una
Wardum verða tað Eyðun
Samuelsen og Andreas F.
Hansen, sum skulu undir
sjóneykuna um vikuskiftið,
og einki er at ivast í, at talan
verður um nakrar krevjandi
dagar.
Fríggjdagin skala fysiski
formurin standa sína roynd
við bæði rennitestum og
heilsukanningum.
Hartil
verða allir fýra kallaðir inn
til samrøðu, sum partvíst
skal staðfesta, at talan er
um dómarar, sum veruliga
ynskja at vera við á hægsta
stigi.
Leygardagin verður fyrsti
dysturin so dømdur, og
hesin verður sjálvandi eftir-
metur. Skrivlig roynd er
eisini á skránni, og sunnu-
dagin skal so aftur dømast.
Men hesaferð við eftir-
metingini frá leygardegn-
um í huga, so metast kann,
um
dómaranrir
eisini
megna at tillaga seg til
krøvini frá eygleiðaranum.
Gongst alt hetta eftir vild,
so kann verða, at føroying-
ar longu mánadagin hava
nýtt altjóða dómarapar.
Kristian sjálvur sigur eisini,
at endamálið fyrst og
fremst er at fáa eina inn-
stilling, og er dømingin
nøktandi, verða tey bæði
føroysku pørini innstillað
sum ávíkavist nummar eitt
og tvey.
- Vit skulu nokk ikki
rokna við, at vit fáa tvey
altjóða pør í einum, men
minni enn tað kann so eis-
ini gera tað, sigur Kristian.
Altjóða kapasitetur
Talan verður annars um ein
kapasitet av teimum heilt
stóru, sum skal eyg- og
vegleiða føroysku pørini
um vikuskiftið.
Terje Anthonsen hevur í
fleiri ár verið ein av fremstu
norsku hondbóltsdómarun-
um. Nú eru nøkur ár síðani,
at hann legði floytuna á
hillina, men framvegis er
hann sera virkin. Í dag
verður hann mettur sum ein
av fremstu dómaraeygleið-
arunum og – instruktørun-
um í heiminum, og um-
framt sessin í norsku hond-
bóltssambandinum, hevur
hann eisini sæti í fleiri al-
tjóða nevndum viðvíkjandi
hondbóltsdøming.
Nr. 92 • hósdagur • 19. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Dómarar til próvtøku
Tað hevur leingi verið eitt føroyskt ynski at fáa Hannis og Una Wardum upp til altjóða próvtøku. Nú verður hetta veruleiki. Enntá við tveimum pørum, tí eisini
Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen hava í ár troka seg upp móti føroyska dómaratindinum. Millum annað við heitinum sum ársins dómarapar, valt av
spælarunum