Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 19. mai 2005 29 Seinna undankappingini til FM-finaluna í talvi var telva leygardagin 14 mai í Eystur- skúlanum í Tórshavn TALV tíðindaskriv Í tí yngra bólkinum, 4.fl og yngri, vóru dreingirnir úr Vestmanna enn einaferð greiðir vinnarar, og eru sostatt favorittar at vinna FM- finaluna sum verður í Klaksvík 28 mai. Í eldra bólkinum bleiv vinnarin hesuferð Klaksvíkar Talvfelag, og her má sigast at spenningurin er varðveittur til tað síðsta, tí seinast vann Havnar Telvingarfelag, so her er púra opið hvør verður meistari, dagsformurin verður avgerðandi. Úrslitið av seinnu undankappingini var: (yngri bólkur) Nr. 1 Vestmanna Talvfelag 25 st. Nr. 2 Talvfelagið Rókur 20 st. Nr. 3 Klaksvíkar Talvfelag 18,5 st. Teir ið telvaðu á vinnandi liðnum hjá Vestmanna Talvfelag: 1 Jóhann Vørmadal 7,5/8 st. 2 Jógvan Emil Joensen 8 3 Bárður Jónsson Stórá 5 4 Martin Skúvadal 5 Liðini ið hava spælt seg í finalu- umfarið eru:(yngri bólkur) Vestmanna Talvfelag Talvfelagið Rókur Klaksvíkar Talvfelag Kollafjarðar Talvfelag Eiðis Talvfelag Havnar Talvfelag Í eldra bólkinum, 5 fl. og eldri, bleiv støðan hendan: 1 Klaksvíkar Talvfelag 22 stig 2 Havnar Telvingarfelag 19 stig 3 Vestmanna Talvfelag 13 stig Tey ið telvaðu við Klaksvíkar Talv- felag vóru: 1 Rógvi Dragaberg 7/8 2 Bogi Hansen 7 3 Herborg Hansen 8 4 Danny Baldursson 8 Liðini ið hava spælt seg í finaluumfarið eru:(eldri bólkur) Klaksvíkar Talvfelag Havnar Telvingarfelag Vestmanna Talvfelag Kollafjarðar Talvfelag 1 Talvfelagið Rókur Kollafjarðar Talvfelag 2 KÍ vann toppdystin B36 var leingi heilt væl við, men við sigr- inum staðfestu KÍ- kvinnurnar, at tær ætla sær gullið sætta árið á rað FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Síðani 2000 hevur tað verið KÍ, sum hevur sitið tungt á tí mesta í føroyskum kvinnufótbólti. Okkurt árið hevur HB kanska órógvað eitt sindur í steypakapping- ini, men í landskappingini hevur dominansurin verið totalur, og fimm ferðir á rað er gullið komið til Klaksvíkar. Í ár hevur spenningurin kanska verið eitt sindur størri, tí serliga B36 tykist nú hava havt evnini at bjóða meistarunum av. Tað gjørdu tær eisini mánadagin, tá toppdystur var á skránni, men tað eydnaðist teimum kortini ikki at fáa nakað stig burtur úr ómakinum. Fyri steðgin stóð KÍ fyri tí mesta, og tó at eitt kanska heppið hornaspark skuldi ferðast beinleiðis í netið, áðrenn tær komu á odda, so var leiðslan fult uppiborin. Og tað var eins uppiborið, at Rannvá Andreasen nakað seinni kundi økja til 2-0. Stutt eftir steðgin økti Bára Skaale Klakstein til 3- 0, men eftir hetta var tað tó B36, sum trýsti. Halltóra Jo- ensen minkaði um munin, og eftir hetta varð spælið av álvara trýst omaneftir, men hóast nær við, so gekst striltið at fáa nakað burturúr. Og tá Vivian Bjartalíð so kundi økja til 4-1 eftir verjukiks hjá B36, var alt avgjørt. Halltóra kundi móti dystarenda minka um munin við sínum 15. máli í ár (B36 hevur fingið 18 íalt), men hetta kundi eina- mest nýtast til at sannføra hjástadda landsliðsvenjaran um, at stórskjúttin enn eina- ferð er til reiðar at skjóta Føroyar móti Oyl-gullinum. Í aðrar mátar fingu bæði AB og EB/Streymur sín fyrsta sigur um halguna. Fyrst vann AB útidystin móti EB/Streymi við 2-1, og fáar dagar seinni átti EB/Streymur so tørn, tá tær vitjaðu hjá FSV04. Seinasti dysturin hetta umfarið var á Argjum, har GÍ vann ein tepran 1-0 sigur. Fyrsta umfar í Grand Prix kappingini í renning, sum Frælsur Ítróttur Føroya skipar fyri í summar, verður á bygdastevnuni, sum er á Strondum um vikuskiftið RENNING tíðindaskriv Í mun til undanfarin á verður kappingin skipað í seks umførum. Fyrsta umfarið verður á Strondum nú fríggjakvøldið og byrja verður kl. 19.30. Hini umførini verða á Norðoyastevnu (Klaksvík), Eystanstevnu (Runavík), Sunda- lagsstevnu (Hósvík), Vestanstevnu (Miðvágur) meðan sætta og seinasta umfar verður sum vant á Ólavsøku. Kappast verður sum vant í ymsum bólkum, sum í ár síggja teir soleiðis út: Gentur/Dreingir - 7 (f. 1998 ella seinni) Gentur/Dreingir - 10 (f. 1995-1997) Gentur/Dreingir - 13 (f. 1992-1994) Gentur/Dreingir - 17 (f. 1988-1991) Kvinnur/Menn (opin bólkur) Kvinnur/Menn veteranar (f. 1959 ella fyrr) Eins og undanfarna ár, so verða tað bert limir í teimum frælsu ítróttarfeløgunum, sum kunnu fáa stig í Grand Prix kappingini. Hóast tað, so eru øll sjálvandi vælkomin at luttaka í teimum einstøku kappingunum. Kappingarreglurnar fyri 2005 eru at finna á heimasíðuni hjá FÍF. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsur Ítróttur Føroya, sum er www.athletics.fo og har verða úrslit og støðan í kappingini eisini at síggja. Hóast B36 royndi at trýsta, so staðfesti KÍ enn einaferð støðuna sum besta kvinnulið í landinum. 4-2 til gestirnar gjørdist úrslitið í Gundadali Mynd: Jens Kr. Vang Grand Prix renningin byrjar Fyrsta umfarið av seks verður fríggjakvøldið Støðan, 1. deild kvinnur vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 KÍ 4 4 - 0 - 0 18 5 13 12 2 B36 5 4 - 0 - 1 18 5 13 12 3 GÍ 5 3 - 0 - 2 8 9 -1 9 4 AB 5 1 - 1 - 3 3 14 -11 4 5 EB/Streymur 5 1 - 0 - 4 10 14 -4 3 6 FSV04 4 0 - 1 - 3 2 12 -10 1 Klárt til finalurnar Tvey ung- dóms- landslið til Dan- markar Í august mánað fara tvey føroysk ungdómslandslið í hondbólti til Dan- markar at royna seg HONDBÓLT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í blaðnum í vikuskift- inum vóru røddir frammi um, at alt ov lítið var gjørt við ung- dómslandsliðini í hond- bólti, og sagt var, at einki virksemi hevði verið á hesum økinum seinnu árini. Hesum vísur nývaldi formaður- in í HSF, Niels Peder- sen, tó aftur. 40 ungdómar við - Vit hava tvey ung- dómslandslið, ið skulu til Aalborg í august mánað at royna seg, sigur Niels Pedersen, Hann vísir á, at hesi lið hava verið virkin í eina tíð, men hava tó enn ikki spælt nakrar dystir. Nývaldi formaðurin í HSF sigur, at tilsamans verða tað eini 40 før- oyskir hondbóltsung- dómar, sum verða við, t á ið farið verður til Dan- markar, og at starvs- nevndin í Hondbólts- sambandinum ætlar at økja um virksemi innan ungdómslandsliðini í hondbólti. Tey bæði ungdóms- landsliðini, ið fara til Danmarkar, eru ávíka- víst eitt mansunglinga- lið og kvinnuunglinga- lið. Tað eru teir báðir Henrik Gerster og Flemming Raben, ið hava ábyrgdina av teim- um báðum liðunum.