hósdagur 19. mai 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 92 - 19. mai 2005
Fyrsta
finalan
verður í
Göteborg
FCK vann finalu-
pláss, tí Rosenborg
tapti, tá ið teir í
Malmö høvdu
møguleikan at taka
finaluplássið frá
FCK
ROYALA LIGAN
Jóannes Hansen
Hóskvøldið í síðstu viku
varð tað greitt, at FCK
eigur annað finalupláss-
ið í fyrstu norður-
lendsku fótbóltskapp-
ingini. Frammanundan
var tað greitt, at IFK
Göteborg skuldi eiga lut
í finaluni. Tað gjørdist
greitt, at FCK skuldi
eiga hitt finaluplássið,
tá ið Rosenborg ikki
megnaði at fáa stig við
til hús, tá ið teir vitjaðu í
Malmö.
Heimaliðið,
Malmö FF, vann 4-2.
Finalan verður 26. mai,
og hon verður spæld á
Nya Ullevi í Göteborg.
Har rúmast væl fleiri
áskoðarar, enn tað gera
á Gamla Ullevi, sum er
heimavøllurin hjá IFK.
At finalan skal spælast í
Göteborg kemst av, at
IFK stóð seg betri í
bólkaspælinum,
enn
FCK gjørdi. Í bólka-
spælinum hittust IFK og
FCK tvær ferðir, og
FCK vann báðu ferðir-
nar við 1-0.
Fleiri altjóða finalur
hava verið spældar á
Nya Ullevi. Tann fyrsta
og ivaleyst mest minnis-
ríka var í 1992, tá ið
Danmark í EM finaluni
sigraði 2-0 á Týsklandi.
Royala finalan er sein-
asti
møguleikin
hjá
FCK at vinna nakað
skreyt í ár. Í Svøríki
enda teir kappingarárið
á heysti. Higartil í hes-
um
kappingarárinum
eru seks umfør av-
greidd, og IFK er á
sjeynda plássinum.
Andrew aftur á blettinum
Tað tódnaði eitt vet í
toppinum, men tað
skal vilja heilt illa til,
um Johan Byrial Han-
sen og Horsens ikki
eftir summarsteðgin
verða partur av
superliguni
DANMARK 1./2.
DEILD
Jóannes Hansen
Undan
teimum
báðum
landsdystunum, sum standa
fyri framman fyrst í juni,
tykist Andrew av Fløtum
rættuliga at hava fingið
høvdið fyri seg í Fremad
Amager. Tá ið teir í
vikuskiftinum vóru í Vejle,
var Andrew allar 90 minutt-
irnar á vøllinum, og hann
gjørdi beinanvegin um seg.
Longu í fjórða minutti
spældi hann liðfelaga púra
leysan, men hesin kiksaði.
Sjey minuttir seinni syrgdi
Andrew við skoti úr stuttari
fjarstøðu fyri, at Fremad
Amager legði seg framum,
men teir megnaðu ikki at
halda tørn. Vejle vann 2-1,
og teir fingu sigursmálið
sjey minuttir undan dystar-
enda.
Jón Rói Jacobsen og lið-
felagarnir í Frem vunnu 3-1
á heimavølli móti Nykøb-
ing
Falster
Alliansuni.
Gestirnir í Valby vóru
frammanfyri í steðginum,
men so setti Frem meiri
ferð á, og fyrstu trettan
minuttirnar í 2. hálvleiki
skoraðu teir trý mál.
Horsens er framvegis
oddalið, og tað skal vilja
heilt illa til, um teir ikki
fara at flyta upp. Fimm um-
før eru eftir at spæla, og
Horsens er fimm stig
frammanfyri Frem, sum er
nummar trý og ovasta fel-
agið undir uppflytingar
strikuni.
Hesa ferð vóru fleiri av
lyklaspælarunum hjá Hors-
ens skaddir. Uppgávan var
stór, tí Horsens vitjaði
SønderjyskE í Haderslev.
SønderjyskE er næstfremst,
og 1-0 sigurin á Horsens
bar við sær, at teir fram-
vegis eru besta boðið upp á
fylgisneyta hjá Horsens
upp í bestu deildina.
Køge leggur saman við
Frem trýst á SønderjyskE.
Hesa ferð var um reppið, at
Køge ikki fekk fult, men í
tíðini, sum dómarin hevði
lagt afturat, skoraðu teir
sigursmálið í Næstved, sum
tapti 2-1. Danskir fjølmiðlar
vita at siga, at tað nú enn
eina ferð verður gjørd roynd
at leggja tey bæði stóru
feløgini í Køge kommunu
saman. Hitt felagið er
Herfølge. Fleiri ferðir áður
hevur samanlegging verið
upp á tal, men tað hevur
kiksað hvørja ferð.
Í triði bestu deildini gekk
einki serligt hjá Holsterbro
og John Petersen. Teir taptu
á útivølli 1-0 móti Næsby.
Lyngby megnaði 1-1 á
heimavølli móti Slagelse.
Christian Lamhauge Holst
var ikki í Lyngby hópinum.
B68 staðfesti sítt
pláss, eftir at teir á
útivølli høvdu fingið
meiri enn annað
beinið í finaluna,
meðan B71 á heima-
vølli megnaði at
vinna 3-0 og harvið at
taka tað aftur, sum
teir høvdu mist á
Argjum
FSK
STEYPAKAPPINGIN
Jóannes Hansen
Tað vera tey bæði árstals-
feløgini, B68 og B71, sum
fara at dystast í fyrstu final-
uni í FSF steypakappingini,
sum er roknað til tey, sum
tíðliga missa lívið í kapp-
ingini um Løgmanssteypið,
men sum ikki er heilt so-
leiðis nú, tá ið B68 fram-
vegis er partur í báðum
steypakappingunum.
Toftamenn høvdu vunnið
4-0 á útivølli móti LÍF. Tí
var tað bara avgreiðslu
spurningur, tá ið LÍF
mánadagin var á Svanga-
skarði. B68 vann 3-0. Jóh-
an Petur Poulsen skoraði í
11. minutti, og hann økti til
2-0 í 53. minutti, meðan
veteranurin Øssur Hansen,
sum er vinstri vongverji hjá
B68, staðfesti 3-0 sigurin,
tá ið tað restaðu ellivu min-
uttir.
AB hevði 1-0 í viðfør-
inum frá fyrru hálvfinaluni,
tá ið teir fóru um Skopunar-
fjørð. Og í 1. hálvleiki
høvdu spælararnir hjá Jó-
annesi Jakobsen møguleik-
ar at økja um leiðsluna.
Súni Fríði Barbá fekk besta
møguleikan, men ungi B71
málverjin, Símun Rógvi
Hansen, bjargaði, tá ið Súni
Fríði royndi seg við brots-
sparki, sum málverjin hevði
verið orsøk til.
Eftir steðgin var B71
omaná, og teir skoraðu trý
mál. Clayton Soares, sum
er sannur fongur á Sandi,
og sum í 2. hálvleiki var
miðvallari, meðan hann í 1.
hálvleiki hevði verið í álop-
inum, skoraði fyrst tvey
mál. Í 68. minutti sendi
hann fríspark upp um stóra
manngarðin frammanfyri
René Tórgarð og í kassan,
og í 70. minutti heilfluktaði
hann sera hegnisliga dygst
undir tvørtræið. Tummas
Pauli Olsen staðfesti 3-0
B71 sigurin og harvið fin-
aluplássið, tá ið tað restaðu
fimm minuttir.
Finalan millum B68 og
B71 verður leygardagin 2.
juli.
KR var undir støðug-
um trýsti, men kort-
ini megnaðu teir at
vinna á útivølli, tá ið
teir skoraðu sigurs-
málið móti Fylkiri í
94. minutti
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Um Hvítusunnuna fór bólt-
urin á rull í bestu íslendsku
deildini. Fýra uppgerðir
vóru 2. dag, og týskvøldið
var grannastríð í Reykjavík,
har Fylkir í Árbænum tók
ímóti KR.
Har varð søga skrivað á
tann hátt, at KR fyri fyrstu
ferð nakrantíð hevði føroy-
ing á liðnum í landskapp-
ingardysti. Rógvi Jacobsen
hevði vunnið sær pláss
millum teir fyrstu ellivu, og
hann var í álopsplássi alla
tíðina.
Fylkir, sum í fjør endaði
á fjórða plássi, legði bragd-
liga fyri. Í 5. minutti fingu
teir brotsspark, sum varð
umsett til mál. Í 17. minutti
svaraði KR aftur. Eftir
hornaspark vóru teir í
Fylkiri so óhepnir, at teir
stútaðu bóltin í egið mál.
Fylkir hevði stóra leik-
liga yvirvág, men KR mál-
verjin var sannur brandur,
og so bendi alt bendi á, at
tað skuldi endað javnt. Men
tá ið klokkan var farin fýra
minuttir út um tey trý kort-
erini í 2. hálvleiki, eydnað-
ist tað KR at skjóta sigurs-
málið.
Stuldur, mettu íslendsku
miðlarnir, at talan hevði
verið um. Mett varð, at
Fylkir hevði havt sigurin so
rudduliga uppibornan.
Hjá KR hevur annars
gingið væl higartil í ár.
Fyrsti landskappingardyst-
urin var 12. KR sigurin á
rað hjá KR, sum hevur
spælt í steypakappingum
og øðrum kappingum. Eitt
nú vunnu teir í síðsta fyri-
reikingardystinum
til
landskappingina
1-0
í
síðstu viku. Talan var um
minnisdyst, og einasti mál-
skjúttin ta ferðina var
Rógvi Jacobsen.
Meistararnir av Hafna-
firði, FH, løgdu sannfør-
andi fyri. Teir vóru í Kefla-
vík, har teir vunnu 3-0. ÍA
av Akranesi hevði vitjan av
þrótti úr Reykjavík og ÍA
vann 1-0. Valur vann 3-1 á
Grindavík, og í Reykjavík
vant Fram burturúr ÍBV úr
Vestmannaoyggjunum.
Úrslitið gjørdist 3-0.
Í næstbestu deildini vann
Breiðablik, sum Hans Fróði
Hansen spælir við, 2-1 á
Haukar úr Kópavági. Hans
Fróði hevur spælt flestu
ferðirnar í fyrireikingunum
til nýggja kappingarárið,
men hesa ferð var hann ikki
í hópinum hjá Breiðablik.
Andrew av Fløtum spældi
allar 90 minuttirnar og
skoraði, tá Fremad Amager
vitjaði hjá Vejle um
vikuskiftið
Árstalsfeløgini í finaluni
Rógvi og teir stjólu sigurin