hósdagur 19. mai 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 19. mai 2005
31
Metárið hjá Chelsea
Chelsea setti punkt-
um við eitt framúr
kappingarár í Premi-
er League, har liðið
hevur víst sína styrki
við at bróta fleiri met.
Southampton mátti
geva skarvin yvir eftir
27 ár í fremstu deild-
ini, og West Brom
megnaði sera óvænt-
að at lívbjarga sær á
seinasta leikdegi
PREMIER LEAGUE
Stefan í Skorini
Leygardagin varð seinasti
dysturin í Premier League
leiktur, og hetta var enda-
bresturin á einum óvanlig-
um kappingarári í Onglandi.
Fyri tað fyrsta hava vit
fyri fyrstu ferð síðan 1996
ein vinnara, sum ikki eitur
Manchester United ella
Arsenal. Seinast eitt annað
felag vann var í 1995, tá
Blackburn gjørdist meistari
við Kenny Dalglish sum
venjara og Alan Shearer
sum áleypara.
Metini
Aftaná hvørt kappingarár
seta fótbóltsnørdarnir seg
niður at kanna hagtølini
fyri at vita, um nøkur nýggj
met eru sett. Og Chelsea
hevur skrivað seg í søgu-
bøkurnar á fleiri økjum, um
vit hyggja nærri eftir
hagtølunum frá undanfarna
kappingarári.
Chelsea
hevur nevniliga skarað
framúr á fleiri økjum.
Chelsea megnaði í 38
dystum at skava sær heili
95 stig saman, og hetta er
nýtt met. Gamla metið átti
Manchester United, sum
fekk 92 stig frá 42 dystum í
1993-94.
Verjan
hevur
verið
grundarlagið undir teimum
nógvu sigrunum, og bert
fimtan mál eru skotin ímóti
Chelsea. Hetta er nýtt met í
fremstu deildini. Gamla
metið átti Liverpool frá
kappingarárinum 1978-79
við sekstan málum ímóti
sær, men havast skal í huga,
at tá spældu liðini 42 dystir.
Chelsea vann 29 dystir, og
tað er ein sigur meira enn
teir 28, sum United fekk í
1999-2000. Metið eigur
Tottenham frá kappingarár-
inum 1960-61 við 31 sigr-
um í 42 dystum.
Sigurin á Manchester
United í næstseinasta dysti-
num var áttandi sigurin á
rað á útivølli, og tað er eis-
ini nýtt met.
Merkisvert er eisini, at
Chelsea bert skoraði 72 mál
á leiðini móti meistaraheit-
inum. Metið í Premier Lea-
gue fyri flest mál eigur Ar-
senal, sum í fjør skeyt heili
97 mál. Chelsea tapti ein
dyst í ár, og tað var ímóti
Manchester City, og tí er Ar-
senal enn tað einasta felag-
ið, sum ikki hevur tapt ein
landskappingardyst ígjøgn-
um eitt heilt kappingarár.
Chelsea endaði annars
kappingarárið við einum
javnleiki á útivølli ímóti
Newcastle. Við einum sjálv-
máli frá Geremi kom New-
castle framum, men Frank
Lampard, ársins leikari mill-
um ítróttarskribentar, javn-
aði við brotssparki og forð-
aði harvið fyri, at Chelsea
endaði kappingarárið við
einum tapi.
Southampton fór
niður
Eftir at hava spælt í bestu
deildini í 27 ár skal Sout-
hampton spæla í næstbestu
deildini komandi ár. Sout-
hampton tapti í seinasta
dystinum 2-1 fyri Man-
chester United, og avleið-
ingin av tí er niðurflyting.
Tað var West Bromwich
Albion, sum dróg tað
longsta stráið millum botn-
liðini á seinasta leikdegi.
West Brom er tað fyrsta
liðið, sum ikki flytur niður
eftir at hava ligið aftast á
nýggjárinum.
Uppflytararnir úr West
Brom møttu Portsmouth og
fingu eisini tann alneyðuga
sigurin til høldar. 2-0 gjørd-
ist úrslitið, og málini skutu
Geoff Horsfield og Kieron
Richardson. Hini úrslitini
lagaðu seg soleiðis, at West
Brom yvirlivir hesuferð.
Norwich gjørdi sær fyri
skommum á seinasta leik-
degi, tá teir taptu heili 6-0 á
útivølli fyri Fulham, sum
einki hevði at spæla fyri.
Crystal Palace var sera
nær við at klára skerini
hesuferð, men teir gjørdust
júst ov stuttir. Charlton
megnaði nevniliga at fáa
útjavnandi málið tíggju
minuttir fyri leiklok, og so
var vónin hjá Crystal Pal-
ace burtur.
Sum úrslitini lagaðu seg
skuldi
Crystal
Palace
vinna, men endaliga støðan
gjørdist 2-2. Charlton kom
annars framum við máli frá
Bryan Hughes, men síðani
vendi dysturin, og Crystal
Palace kom framum 2-1, og
eina løtu var líkt til, at teir
fóru at lívbjarga sær. Men
útjavnandi málið frá Jon-
athan Fortune sendi Lond-
on-liðið niður aftur í The
Championship.
Middlesbrough í
UEFA
Middlesbrough skuldi hava
javnleik ímóti Manchester
City fyri at halda fast um
UEFA-Cup plássið. 1-1
endaði dysturin, og Midd-
lesbrough sleppur harvið at
spæla UEFA Cup aftur
komandi ár.
Middlesbrough
kom
framum
við
máli
frá
Hasselbaink miðskeiðis í
fyrra hálvleiki. Men beint
eftir steðgin javnaði Kiki
Musampa. City fekk eisini
møguleikan at avgera dyst-
in, men Robbie Fowler mis-
nýtti eitt brotsspark í
seinastu løtu.
Arsenal tapti seinasta
dystin ímóti Birmingham.
Dysturin var uttan týdning,
og tí var tað møguliga ikki
yvirraskandi. Øll málini
fullu í seinastu tíggju min-
uttunum. Fyrst legði Pandi-
ani Birmingham framum,
men Bergkamp javnaði fyri
Arsenal. Heskey átti tó sein-
asta orðið og skoraði til 2-1.
Liverpool fekk endiliga
okkurt at fegnast um á
seinasta leikdegi, tá teir
vunnu 2-1 á Aston Villa.
Djibril Cissé var við frá
byrjan fyri fyrstu ferð, síð-
an hann breyt beinið í
heyst. Hann legði eisini
heimaliðið framum 2-0 fyri
steðgin, annað málið uppá
brotsspark. Gareth Barry
minkaði
miðskeiðis
í
seinna hálvleiki til endaliga
úrslitið 2-1.
Bolton skrivaði søgu í
hesum kappingarárinum, tí
hetta er fyrstu ferð, at fel-
agið nakrantíð hevur kva-
lifiserað seg til evropeiskar
kappingar. Komandi ár skal
Bolton nevniliga luttaka í
UEFA Cup. Seinasta dystin
var Everton á vitjan, sum
longu hevur tryggjað sær
Champions League luttøku
við einum fjórða plássi.
3-2 til Bolton gjørdist
endaliga úrslitið eftir ein
undirhaldandi dyst. Tim
Cahill
legði
Everton
framum, og tá N´Gotty hjá
Bolton varð rikin av vølli
hevði Bolton ikki teir stóru
møguleikarnar.
Men teir svaraðu aftur við
bert tíggju monnum. Radhi
Jaidi og Kevin Davies løgdu
Bolton framum, áðrenn Lee
Carsley javnaði aftur fyri
Everton. Stelios Giannako-
poulos fekk sigursmálið í
67. minutti, og 3-2 gjørdist
endaliga støðan.
Seinasti dysturin var mill-
um Tottenham og Black-
burn, og hann endaði mál-
leysur.
Makelele
vil gevast í
Chelsea
Franski verjukendi mið-
vallarin Claude Make-
lele, hevur undirskrivað
nýggjan sáttmála við
Chelsea, og sigur, at
hann ætlar at spæla við
Chelsea, til hann gevst.
Nýggi sáttmálin er fyri
trý ár. Makelele sigur
við Soccernet.com, at
hann er sera fegin um, at
hann hevur longt við
Chelsea. Hann sigur, at
hetta er eitt stórfelag,
men eisini eitt felag, har
leikararnir hava tað gott.
NUD
Barthez
fekk longt
leikbannið
Franski landsliðsmál-
maðurin Fabian Barth-
ez, sum til dagligt spælir
í Olympique Marseille,
fekk í gjár leikbannið
longt til 6 mánaðar.
Upprunliga fekk Bart-
hez leikbann í 3 mán-
aðar. Men franska fót-
bóltssambandið kærdi
sín egna dóm. Kæran
fekk viðhald, og leik-
bannið er nú longt til 6
mánaðar.
Snarsinti málmaðurin
fekk leikbann, fyri at
spýta á dómaran í einum
vinardysti í móti Wydad
Casablanca.
NUD
Úrslit, Premier League
Birmingham-Arsenal
2-1
Boltin-Everton
3-2
Charlton-Crystal Palace
2-2
Fulham-Norwich
6-0
Liverpool-Aston Villa
2-1
Manchester City-Middlesbrough
1-1
Newcastle-Chelsea
1-1
Southampton-Manchester Utd.
1-2
Tottenham-Blackburn
0-0
WBA-Portsmouth
2-1
Bjargaðir! Geoffrey Horsfield
kann saman við viðleikarum
og viðhaldsfólkum fegnast
um, at West Bromwich
Albion eisini spælir við
millum tey stóru komandi
kappingarár
Mynd: Reuters