Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Vit fingu eina greiða fatan av fyrimunum og vansum á økinum, sigur Marin Katrina Frýdal, formaður í teknisku nevnd, eftir túrin á Løgmanna- breyt mikudagin BÝRÁÐIÐ Í HAVN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Eitt av tí, sum nýggja bý- ráðssamgongan stakk sær út í kortið, beint eftir valið, var at fara út og vitja eig- arafeløg runt um í Havnini. Og mikudagin var sjøtil settur á tað arbeiðið. Býráðið, bæði politikarar og umsiting, vóru nevniliga uppi á Løgmannabreyt og tosaðu við fýra eigarafeløg mikudagin. – Tað gjørdi av- gjørt eitt stórt inntrykk á okkum, sigur Marin Katrina Frýdal, formaður í teknisku nevnd. Nógv at fýlast á – Havnin er voksin við fúk- andi ferð seinastu tíðina. Fólk byggja og byggja, men ofta hoyra vit á bý- ráðnum aftaná um ymiskt, sum ikki er nóg gott. Vit gjørdu tí av at fara út og práta við fólkini, og hyggja at umstøðunum sjálvi, greiðir Marin Katrina Frý- dal frá. Bæði politikarar og um- sitingin vóru við á ferðini, og íalt vóru tað eini 12 fólk frá býráðnum, ið fóru við á kunningarferðina. – Tað, sum vit sóu, var, at byggingin ofta er framd í ein »højen hast«. Ofta er tað ikki nóg væl gjørt, tí nógv er forsømt. Tað kann tykjast, sum at byggiharr- arnir hava ov stórt vald, staðfestir Marin Katrina Frýdal, eftir túrin miku- dagin. Hon sigur, at tað ofta gongur út yvir trivnaðin á økinum, tá tað eru ov nógv ting at fýlast á. Býráðið valdi at byrja á Løgmannabreyt, tí har eru nýggjastu eigarafeløgini. Fýra eigarafeløg greiddu frá og vístu á tað, sum tey hildu vera fyrimunir og vansar við at búgva júst í teirra øki. – Eg haldi, at tey vóru sera glað fyri, at vit komu niðan. Og tað var eisini ein sera gevandi túrur, greiðir Marin Katrina Frýdal frá og heldur fram – Í okkara dagliga arbeiði á býráðnum sita vit jú mangan og taka avgerðir út frá kortum og pappírum. Men tað er jú nakað heilt annað at koma út á økið, spáka runt, tosa við fólkini og veruliga síggja alt við egnum eyg- um, sigur Marin Katrina Frýdal. Býráðið fær einki gjørt Spurd um tað var nakað serligt, sum eigarafeløgini vístu á, svarar Marin Katrina, at tað var nógv. – Tey vístu okkum á kloakk-lukt, illa frágingin fríøki, vantandi ljós á gonguteigum, ótryggleika hjá børnunum í ferðsluni, vantandi parkeringspláss og tilvildarliga parkering og mangt annað. Nógv grundleggjandi ting, sum bert vórðu slept í hálvum gekki, tá byggiharrin gavst at arbeiða, greiðir Marin Katrina Frýdal frá. Onkur greiddi eisini frá, at tey høvdu ætlað at fara at planta á fríøkini og gera tey hugnalig, men av tí, at byggiharrin bert hevði lagt 10 cm av mold omaná, bar ikki til at fáa nakað at vaksa. Og tað er rættiliga harmiligt. – Hinvegin søgdu tey øll eisini, hvussu deiligt tað var at búgva har uppi, og hvussu glað tey vóru fyri tað, staðfestir Marin Katrina. Spurd um býráðið fer at gera nakað fyri at rætta brekini, svarar Marin Katrina, at tað kann hon ikki lova. – Nógv av brekunum eru jú ikki ábyrgdin hjá komm- ununi, men hjá byggiharr- anum. Men hesin túrurin hevur avgjørt gjørt eitt stórt indtrykk á okkum, og vit hava víðkað sjónarringin, sum vit ætlaðu undan túrin- um, sigur hon. Hon sigur, at býráðið hevur ætlanir um at hava kunnandi fundir við øll eigarafeløgini í býnum, umframt eisini at fara út til onnur eigarafeløg fyri at hoyra, hvussu tey trívast. – Hetta var ein sera gevandi túrur, bæði fyri okkum og eg haldi eisini at tey vóru vælnøgd. Onkur skeyt, og spurdi hvat feilti okkum, tí val verður jú ikki aftur fyrr enn um hálvt- fjórða ár. Men ætlanin var at kunna okkum um økið og práta við fólkini, og vit fingu avgjørt tað burturúr, sum vit ætlaðu, sigur Marin Katrina Frýdal at enda. Nr. 93 - 20. mai 2005 5 Vitjan úr Roskilde Í hesum døgum er Museumsfelagið úr Ros- kilde á vitjan í Føroyum. Tey komu mikudagin 18. og fara avstað aftur sunnudagin 22. mei. Tey fara serliga at hyggja at kirkjum og søvnum í landinum. Høvuðsendamálið við túrinum er at vitja ymisk føroysk søvn, kring landið. Hósdagin vitja tey ymsik søvn í Havnini, umframt at tey síggja atelierið hjá Kára Svens- son á Velbastað. Um kvøldið eru tey boðin til mentanarkvøld í Komm- unuskúlaauluni. Fríggjadagin gongur leiðin norðeftir, tá tey fara at vitja á dúvugørð- um í Saksun og í út- grevstrinum í Tjørnuvík. Síðani fara tey at spáka við Gjógv og vitja kirkj- una í Funningi. Leygardagin gera tey fyrsta steðgin í Gøtu, har tey vitja í Tøting og í kirkjuni. Síðani fara tey um Leirvíksfjørð til Klaksvíkar og Viðareið- is. Í Klaksvík vitja tey í Christianskirkjuni og í Norðoyggjasavninum. Á veg heimaftur steðga tey í Leirvík, har tey síggja víkingagrevsturin. Sunnudagin steðga tey fleiri ferðir á vegnum til Vágarnar aftur. Fyrsti støðgurin verður við Leynavatn. Síðani steðga tey í Kvívík, og hyggja at víkinga- grevstrinum. Í Vágunum steðga tey í Miðvági, har tey sleppa at hyggja at Kálvalíð. Tey fáa síðani eina rundvísing á flog- vøllinum, og túrurin endar í Bø, har tey steðga heilt stutt, áðrenn tey checka inn aftur. eys Anne Linnet spælir eisini í Havn Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tónleikur: Tá Anne Linnet kemur til Føroyar í august at spæla, verður talan um tvær fram- førslur. Listastevna Før- oya sigur, at hon hevur tryggjað sær donsku songkvinnuna á ársins stevnu. Tað er Anne Linnet sjálv, sum hevur sett seg í samband við fyrireikararnar. Hon verður í Føroyum fyri at spæla á Summar- festivalinum í Klaksvík, men vil eisini sleppa at luttaka á Listastevnuni. Umframt Anne Linnet hevur Listastevnan kunngjørt, at hesi nøvn luttaka: - Barbara Hendricks, Rúni og Susanne Brattaberg við Føroya Symfoniorkestri - Tarira - Aurélia's Oratorio. Listastevnan verður í døgunum 5.-14. august. G! Festivalurin fær stuðul úr Nordisk Kulturfond triðja ár á rað Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tónleikur: Ein av stóru stuðlunum á G! Festival- inum seinastu árini hev- ur verið Nordisk Kultur- fond. Og aftur í ár stuðlar norðurlendski grunnurin festivalinum á Gøtusandi. Grunnurin hevur í ár játtað 100.000 kr. til G!. Tilsamans hevur festivalurin sein- astu trý árini, fingið 550.000 kr. í stuðli úr grunninum. Ein av høvuðstreyt- unum fyri at fáa stuðul er, at minst trý norðan- lond eru umboðað á tiltakinum. Hetta er eingin trupulleiki hjá G! Festivalinum, sum longu hevur donsk, finsk, ís- lendsk og føroysk nøvn á plakatini í ár. Nordisk Kulturfond stuðlar sambært G! vanliga ikki sama tiltaki fleiri ár á rað, men onk- untíð verða undantøk gjørd. Tá kann stuðul í mesta lagi veitast tríggj- ar ferðir. Hetta er sostatt seinastu ferð festivalurin fær úr hesum grunni. Býráðið á Løgmannabreyt: – Byggiharrarnir hava ov stórt vald Mikudagin var býráðssamgongan og ein partur av umsitingini á býráðnum uppi á Løgmannabreyt og tosaði við fýra eigarafeløg. – Vit fingu sera nógv burturúr túrinum, sigur Marin Katrina Frýdal, formaður í teknisku nevnd. Mynd Býráðið Umboðini fyri eigarafeløgini vístu á ting og viðurskifti, sum tey ikki eru heilt nøgd við, og Marin Katrina sigur, at arbeiðið í fleiri førum eisini var illa frágingið Mynd Býráðið