fríggjadagur 20. mai 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 93 - 20. mai 2005
Býráðslimir á Tvør-
oyri halda, at tað eru
tær beru kávalótir, tá
ið smáu kommun-
urnar í Suðuroy siga,
at tær vilja leggja alla
oynna í eina komm-
unu
KOMMUNU-
SAMANLEGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er tað bera kávalótir,
tá ið smáu kommunurnar í
Suðuroy siga, at tær vilja
leggja alla Suðuroynna í
eina kommunu.
Tað heldur Bergur Bær-
endsen,
býráðslimur
á
Tvøroyri.
Á býráðsfundi á Tvøroyri
seinnapartin
mikudagin,
varð nógv tíð brúkt uppá at
umrøða støðuna í Suðuroy
eftir at Løgtingið leygar-
dagin gjørdi av at byggja
skúladepil í Hovi, hóast
meirilutin av Vágs Býráði
og Tvøroyrar Býráð mælti
til at byggja skúlarnar í
Vági og røktarheimi á
Tvøroyri. Afturfyri skuldu
kommunurnar í oynni taka
samráðingar upp um at
leggja alla Suðuroy í eina
kommunu.
Tað mettu býráðslimir á
Tvøroyri vera eitt serligt
frambrot í Suðuroy, tí hig-
artil hevur Vágs Býráð ikki
viljað hoyrt talan um at
leggja alla oynna í eina
kommunu.
Samstundis gjørdi Vágs
Býráð greitt, at verður
skúladepilin ikki bygdur í
Vági, dettur alt tos um
samanlegging burtur.
Tann beri sjónleikur
Á býráðsfundinum á Tvør-
oyri mikudagin varð enn
einaferð staðfest, at tað tað
er fremsta áhugamál hjá
Tvøroyrar býráðið at leggja
alla oynna í eina kommunu.
Men í hesum sambandi
fingu tær smáu kommun-
urnar av at vita.
Bergur Bærendsen vísti
á, at Tvøroyrar Býráð hevur
arbeitt í fleiri ár fyri at fáa
alla oynna lagda saman í
eina kommunu.
– Men vit hava onki veru-
ligt svar fingið frá teimum
smáu
kommununum
í
oynni, segði hann.
– Tá ið tær smáu komm-
unurnar tosa um saman-
legging, eru tað tær beru
kávalótir. Kommunurnar
siga, at tær vilja bara leggja
saman í eina kommunu,
men tær vita, at tað letur
seg ikki gera, tí Vágs Býráð
vil bara hoyra talan um
tvær kommunur. Tað, sum
tær smáu kommunurnar
gera, er sostatt onki annað
enn at krógva seg aftanfyri
Vágs Býráð, segði ein
hvassorðaður Bergur Bær-
endsen.
Hann vísti eisini á, at
nógvar kommunur ræðast
at leggja saman við Tvør-
oyrar Kommuna. tí skuldin
skal vera so stór.
– Veruleikin er, at skuldin
hjá Tvøroyrar Kommuna
minkar í stórum og longu á
nýggjárinum er hon komin
niður á eitt støði, sum av-
gjørt er yvirkomuligt. Sam-
stundis er kommunan væl
útbygt, so samanumtikið er
ongin kommuna í oynni er
so væl fyri, sum Tvøroyrar
Kommuna.
Hann harmaðist kortini,
á, at framferðin hjá Lands-
stýrinum hevði sett allar
ætlanir um samanlegging í
oynni fleiri ár aftur í tíðina,
tí nú er ósemjan í Suður-
oynni enn størri enn hon
hevur verið.
Somuleiðis mælti hann
til, at Tvøroyrar Kommuna
framyvir brúkti minni orku
uppá
samanlegging
og
meiri orku uppá at arbeiðið
at menna kommununa.
Mugu finna stevið
aftur
Jaspur Vang helt, at tað var
umráðandi, at kommun-
urnar í Suðuroy finna stev-
ið aftur og Tvøroyrar Býráð
eisini frameftir virkar fyri
at savna alla oynna í eina
kommunu.
Sjálvur helt hann, at ein-
asti møguleiki var at leggja
alla oynna í eina kommunu.
– Eg vil heldur hava 20
kommunur í Suðuroy, enn
tvær. Verða tvær kommun-
ur í Suðuroy, verður togan-
in ímillum tær nógv harðari
enn tað er nú, vit hava sjey
kommunur. Samstundis er
fólkatalið í Suðuroy so
lítið, at landspolitisk fáa
tvær kommunur, sum draga
hvør sína línu, onga vekt.
Verður Suðuroyggin tvær
kommunur, fer tað sostatt
at gera Suðuroynna enn
veikari enn hon er í dag.
– Vágbingar vilja ikki
leggja alla oynna í eina
kommunu, tí teir føla at
syðra helvt er ov veik
afturímóti norðaru helvt.
Men tað er ein spurningur,
nær ein følir seg at vera nóg
sterkan, segði Jaspur Vang.
Í hesum sambandi skal
kortini
viðmerkjast,
at
Sumbiar Bygdaráð hevur
eisini alment boðað frá, at
tað vil hava alla oynna í
eina kommunu og har
hevur eisini stórur meiriluti
av fólkinum atkvøtt fyri
einari kommunu í oynni á
fólkaatkvøðu.
Býráðslimir á
Tvøroyri halda, tað
ræður um at fáa sum
frægast burturúr,
hóast landsstýrið
hevur tikið tær báðar
størstu kommunurn-
ar í Suðuroy av ræði
SKÚLADEPIL OG
RØKTARHEIM
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú ræður um at líta fram-
eftir og at fáa sum best
burturúr.
Tað halda fleiri býráðs-
limir á Tvøroyri.
Býráðsfundur var á Tvør-
oyri seinnapartin mikudag-
in og tá varð eisini mest
umrødda mál í Suðuroy
seinastu mánaðirnar, um-
røtt.
Talan er sjálvsagt um
ætlanina hjá Landsstýrin-
um at byggja skúledepil í
Hovi og røktarheim í Vági.
Ein meiriluti av Vágs bý-
ráði og eitt samt Tvøroyrar
Býráð høvdu annars mælt
landsstýrinum til at byggja
skúladepilin í Vági og røkt-
arheimið á Tvøroyri.
Teir, sum høvdu orðið á
býráðsfundinum á Tvøroyri
mikudagin, hildu, at hóast
landsstýrið hevði skúgvað
tær báðar størstu kommun-
urnar í oynni til viks, ráddi
um at líta frameftir.
– Avgerðin er tikin og tað
kunnu vit ikki annað enn
taka til eftirtektar. Nú ræð-
ur um at líta frameftir og
fáa sum mest burturúr støð-
uni, sum hon nú er, var
høvuðssjónarmiðið hjá bý-
ráðnum á Tvøroyri.
Pauli Einarsson vísti á, at
nú skúladepilin verður í
Hovi, verður tað stutt at
koyra á Tvøroyri, tá ið
hovstunnilin er gjørdur.
– Vit eiga at hava í hug-
anum, at skúlanæmingarnir
skulu verða onkustaðni
eftir klokkan 15. Vit hava
verið fegin um at næming-
arnir á heilsuskúlanum
hava verið at sæð í býar-
myndini á Tvøroyri og vit
eiga at hugsa um teir ring-
virkningar ein slíkur skúli
hevur. Tí eiga vit ikki at
liggja á latu síðuni, men at
hugsa um, at útvega næm-
ingunum innivist og at veita
teimum tilboð og tænastur í
frítíðini, helt Pauli Einars-
son.
Prógv um vánaligt
stev í Suðuroy
Eisini Bergur Bærendsen
helt, at spurningurin hjá
Tvøroyrar Byráð nú, er,
hvussu vit koma víðari út
frá teirri støðu, sum er.
Hann fanst at landsstýr-
inum fyri at hava drigið
kommunurnar í Suðuroy
ígjøgnum hendan ellubit-
an, hóast tað til síðst vísti
seg at verða púra týdning-
arleyst, hvat kommunurnar.
hildu.
Hann vísti á, at tá ið
Tvøroyrar Býrað gekk sam-
an við Vágs býráði um at
byggja skúladepil í Vági og
Røktarheim á Tvøroyri, var
tað ikki minst tí at útlit vóru
fyri at leggja alla oynna í
eina kommunu.
– Men skuldi samanlegg-
ing miseydnast, hevði úr-
slitið kortini verið, at ein
stór byggiætlan varð sett í
verk á Tvøroyri og tað
hevði verið eitt stórt fram-
brot fyri Tvøroyri at fingið
eitt projekt sum røktar-
heimið til býin.
Jaspur Vang helt, at tað er
sera umráðandi, at Tvøroyr-
ar Býráð hyggur frameftir
útfrá tí støðu, sum er.
Hann ásannaði, at Tvør-
oyrar Býráð hevur eina ser-
staka
skyldu
mótvegis
borgaranum í á Tvøroyri.
Men hann metti eisini, at
úrslitið av øllum hesum
málinum er besta dømi um,
hvussu vánaligt stevið í
millum kommunurnar í
Suðuroynni er í veruleikan-
um.
– Vit megna ikki at
standa saman í oynni og nú
eru vit komin í tað ótrúligu
støðu, at lokalu løgtings-
menninir eru gingnir ímóti
sínum egna baklandi.
Men hann helt eisini, at
Tvøroyrar býráð eigur sum
skjótast at taka upp sam-
band við hinar kommun-
urnar í Suðuroy um at
byggja ætlaða røktarheim-
ið.
Marjun Olsen helt, at tað
var torført at skilja tað, sum
er hent.
– Men fyri meg er tað
avgerðandi, at vit nú koma
víðari, tí vit noyðast at taka
støðuna til eftirtektar.
Hon helt eisini, at tað
hevði stóran týdning, at
Tvøroyrar Býráð royndi at
útvega skúlanæmingunum í
Hovi innivist.
Kristin Michelsen, borg-
arstjóri fegnaðist um, at
landsstýrið byggir skúlar.
Men hann helt at tað var
skeivt, at taka skúlar av
teimum plássum, har teir
vóru.
– Tað hevði svarað til, at
fiskivinnuskúlin varð flutt-
ur úr Vestmanna, segði
hann.
Hann átalaði landsstýrið
fyri at skúgva tær báðar
stóru kommunurnarí oynni
til viks og segði, at hetta er
eitt prógv fyri, at Suðuroy-
ingar mugu avgreiða síni
egnu viðurskifti sjálvir tí í
landsstýrinum eingin hjálp
at fáa.
Krógva seg aftanfyri vágbingar
– Tá ið tær smáu kommunurnar tosa um samanlegging, eru tað
tær beru kávalótir og hetta er onki annað enn at krógva seg
aftanfyri Vágs Býráð, segði ein hvassorðaðu Bergur Bærendsen
á býráðsfundi á Tvøroyri mikudagin
Á Tvøroyri eru tey sinnað at líta frameftir
– Avgerðin er tikin og nú eiga vit ikki at liggja á latu síðuni,
segði Pauli Einarsson, býráðslimur á Tvøroyri. Og tað eru fleiri
aðrir býráðslimir samdir við honum í