Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 20. mai 2005 7 Tvær ætlanir eru tøkar í sambandi við ætlanina at dagføra vegin. Tá arbeiðið einaferð verður liðugt sleppa rituvíkingar undan at koyra eftir smala og svinguta vegnum, hvørja ferð teir skulu av bygdini VEGAGERÐ Snorri Brend Rituvík: Ætlanirnar eru har, men spurningurin er bert, nær hetta verður gjørt. Men fyri fólkið í Rituvík man tað kennast hugaligt, nú gongd er komin á hetta málið, sum mong teirra helst ynsktu sær at verða loyst fyri langari tíð síðani. Hóast prosjektið til nýggja vegin er liðugt, verður einki gjørt í ár, av teirri einfaldu orsøk at eingin játtan er til arbeiðið. Hvussu verður næsta ár, ber heldur ikki til at siga nakað um enn, so leingi sum fíggjarlógin fyri 2006 ikki er samtykt. Eingin játtan Fyri Landsverk er alt ein spurningur um ein skal nevna arbeiðið eina dag- føring ella nýgerð av hes- um vegastrekkinum. Annað arbeiðið umfatar eina dagføring av 1200 metrum í tí 8,5 metrar breiða vegnum. Hitt arbeiðið er at gera eina íbinding í tann vega- teinin, sum longu er gjørdur omanfyri bygdina. Prosjektið til tann nýggja vegin er gjørt, men arbeiðið fer neyvan í gongd í ár. - Eingin játtan er til vega- gerðina í ár, og tí er enn óvist, nær arbeiðið verður gjørt, sigur Landsverk. Síðani 25. apríl hava menn arbeitt umborð á trolaranum "Hansu Mariu" við at rigga skipið til fyrsta túrin. Í dag fara teir inn á Toftir, og fara vænt- andi á royndartúr í morgin. Alt skal verða klárt til 1. juni, tá fiskiskapurin á land- leiðini byrjar FISKISKAPUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Toftir: - Í morgin leggja vit til brots! Hans Andreas Poulsen, skipari er sera spentur eftir at fara fyrsta túrin við nýggja skipi sínum. Hansa Maria varð handað eigarunum á stórfingnari samkomu á Tórshavnar Skipasmiðju sjálvan flagg- dagin. Og nú er komið hartil, at fiskiskapurin kann byrja av álvara. - Jú, vit eru sera spentir. Og vit vóna, at tað fer at bera til, sigur Hans Andre- as, sum fyrrapartin í gjár arbeiddi í maskinrúminum saman við Jan Davidsen, sum fer at avloysa Hans Andreas sum skipari ávísar túrar. Við verða seks mans, sum allir hava tilknýti til Nes og Runavíkar komm- unur. Skipanin er soleiðis, at teir verða fýra umborð og tveir í landi, soleiðis at teir eru tvær vikur umborð og eru síðani eina í landi. Manningin umborð á Hansa Mariu er annars henda: Hans Andreas Poul- sen av Toftum, Jan David- sen úr Havn, Suni Hansen av Nesi, Jóhannes Petersen av Saltnesi, Karsten Høj- gaard úr Saltangará og Eirik Poulsen av Toftum. Justeringar Fyri manningina umborð á Hansa Mariu er neyðugt at fáa alt at rigga umborð henda mánaðin. - Vit ætla nevniliga at verða klárir til fiskiskapin á landleiðini, sum byrjar fyrst í komandi mánaði, sigur Hans Andreas. Teir hava arbeitt eitt sindur umborð fyri at gera smærri justeringar, men í gjárkvøldið var ætlanin at fara inn á Toftir. Í dag er so ætlanin at rigga alt til umborð á Hansa Mariu, soleiðis at hon kann verða klár at leggja frá landi á Toftum til royndartúrin leygardagin. Á hesum royndartúrinum er ætlanin at royndarkoyra útgerðina, áðrenn lagt verð- ur til brots av álvara á land- leiðini, soleiðis sum ætl- anin eisini er. Gott skip Skrokkurin til Hansa Mariu varð gjørdur uttanlands, men tekningarnar eru gjørdar á Tórshavnar Skipasmiðju. Hans Andreas heldur sjálvur, at innrættingin umborð er góð. - Eg eri sera væl nøgdur við troldekkið. Eg haldi, at teir hava fingið væl burtur úr, tí tað er so praktiskt, sigur hann. Nú skal so øll útgerðin standa sína roynd, og um 1. juni verður lagt til brots á landleiðini, har roynast kann teir komandi tríggjar mánaðirnar. Hansa Maria skal fiska fyri 5 til 6 mió. kr. um árið, og teir vænta, at tað fer at bera til. - Annars høvdu vit ikki gjørt tað, sigur Hans Andreas stutt. Teir fara serliga at royna á trimum leiðum – á Skeivabanka, í tí sonevnda I-kassanum og annars í Geiranum. Royndartúrur Nógv varð gjørt burtur úr, tá Hansa Maria varð handað eigarum sínum. Tað er sjálvandi altíð ein stórhending, tá slíkt hendir, men fyri føroyskt skipa- smíð var hetta ein serstakur dagur, tí henda dagin vórðu ikki færri enn tveir nýbygn- ingar latnir av skipa- smiðjuni. Hin trolarin, ið er mein- líkur Hansa Mariu, eitur Skálafossur og er heima- hoyrandi í Vestmanna. Sum skilst var hann í gjár úti fyri at royna sína útgerð, men einki frættist um, hvussu gingið hevði, tá blaðið fór til prentingar. Breiðari vegur til Rituvíkar Rigga nú til fyrsta túrin Vegurin til Rituvíkar er bæði smalur og svingutur. Men nú fyriliggur ein ætlan um eina dagføring av vegnum Hansa Maria Hansa Maria varð hand- að eigarunum 25. apríl í ár, og kostaði góðar 10 mió. kr. Hon er góðar 19 metrar long og 5,5 metrar breið. Hon kann lasta 500 kassar, sum í nøgd svarar til 25 tons av feskum fiski. Fiskast skal fyri millum 5 og 6 mió. kr. um árið. Og tað hava teir góðar vónir um at gera. Teir báðir menninir á brúnni – vm. Hans Andreas Poulsen og Jan Davidsen – hava góðar vónir um fiskiskapin við Hansu Mariu Hansa Mariu við bryggju á Tórshavnar Skipasmiðju. Men nú verður loyst frá landi, tí nú skal fiskiskapurin byrja