Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 93 - 20. mai 2005 Blái Krossur Føroya er væl nøgdur við undirtøkuna, tá ið felagsskapurin skip- aði fyri móttøku í nýggju hølunum á fyrstu hædd á Hotel Runavík, Sjómans- heiminum MÓTTØKA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eini 150 fólk vóru til al- mennu móttøkuna, sum Blái Krossur Føroya skip- aði fyri mikudagin í sam- bandi við, at felagsskapurin er fluttur í nýggj og snotu- lig høli á Hotel Runavík, Sjómansheiminum. Onkur vildi sagt, at nýggju hølini hjá Bláa Krossi eru í "kjallaranum" á sjómansheiminum, og so- leiðis málbar aðalskrivarin, Jaspur Langgaard, seg eis- ini, tá ið hann umrøddi nýggju hølini. - Men soleiðis eigur tað ikki at sigast, tí hetta kann ljóða eitt sindur negativt, helt nýggi leiðarin á sjó- mansheiminum, Andreas Andreasen, skemtandi fyri, tá ið hann við móttøkuna heilsaði Bláa Krossi væl- komnum. - Hetta er ikki kjallarin, men fyrsta hædd á sjó- mansheiminum, legði hann dent á. Væl nøgdur Jaspur Langgaard, aðal- skrivari hjá Bláa Krossi Føroya, er væl nøgdur við undirtøkuna, nú felags- skapurin kundi vísa al- menninginum nýggju høl- ini. - Eg havi leystliga talt upp og eri komin til, at vit høvdu einar 150 gestir mikudagin. Vit eru sera fegin um, at fólk vístu okkum og tí arbeiði, sum Blái Krossu ger, so stóran áhuga, sigur aðalskrivarin, sum saman við trimum øðrum, Kristiani á Reyna- trøð, Tórhild Bjarkhamar og Kristinu Johannesen, mannar skrivstovuna hjá Bláa Krossi í Runavík. Kristian er fíggjarleiðari, Tórhild fyribyrgingarleið- ari, og Kristina er skriv- stovukvinna. Í nýggju hølunum hjá Bláa Krossi er pláss fyri fimm starvsfólkum, og ætlandi kemur eitt fólk aftrat at starvast hjá felags- skapinum seinni í summar. Rósti Jaspuri Sverri Steinhólm, prestur, er landsnevndarformaður hjá Bláa Krossi, og við móttøkuna rósti hann Jaspuri og hansara starvs- fólkum fyri tað góða arbeiði, tey hava gjørt, nú klárt er at flyta inn í nýggju hølini. Somuleiðis takkaði hann familjuni á Glyvrum, sum hevur hýst felagsskapinum síðan 12. mars 1997. - Saman við aðalskrivar- anum hevur landsnevndin sett karmarnar fyri tí, sum gjørt er á sjómansheimin- um, men tað er Jaspur, sum hevur fylgt arbeiðnum upp og hevur syrgt fyri, at alt er komið upp á pláss, segði Sverri Steinhólm. Samlaða talið av starvs- fólki hjá Bláa Krossi Før- oya í dag er 18 – og tá eru starvsfólkini á Blákross- heiminum í Havn, sum hevur sína egnu leiðslu, íroknaði. Aftrat hesum verður nógv sjálvboðið ar- beiði gjørt innan felags- skapin. Blái Krossur: Ikki í kjallaranum – Tað er ikki "trend" longur at drekka rús- drekka, men reint vatn við krystallklár- um ísterningum, sigur leiðarin á Hotel Runavík, Sjómans- heiminum, Andreas Andreasen MÓTTØKA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Við móttøkuna, sum Blái Krossur skipaði fyri, nýttu fleiri høvi at ynskja felags- skapinum tillukku við nýggju hølunum og ynskj- um um blíðan byr í arbeið- inum, sum gjørt verður – og tí, sum liggur fyri framman. Ikki minst fyri- byrgingararbeiði, sum fe- lagsskapurin leggur stóran dent á, var havt á munni hendan dagin, móttøkan var. Jaspur Langgaard, aðal- skrivari, segði, at tey í eina tíð høvdu leitað eftir øðrum og størri hølum, og tá ið so nevndin aftanfyri sjómans- heimið bjóðaði teimum ein part av niðastu hædd til endamálið, fóru tey at ar- beiða við hesum møgu- leikanum. - Plaseringin er sentral, men vit vistu, at nógv skuldi gerast, áðrenn hølini kundu brúkast til enda- málið. Kortini hildu vit, at vit skuldu royna. Jaspur greiddi frá, hvussu nýggju hølini eru innrættaði og helt fyri, at tey helst verða nøktandi eini 5-10 ár fram í tíðina. Hann vísti á, at Reyði Krossur Føroya í fyrsta lagi er ein hjálparfelagsskapur, ið roynir at hjálpa fólki, sum hava tað trupult við eitt nú rúsdrekka og øðrum rúsevnum. - Vit ynskja at gera upp- aftur meira við tann fyri- byrgjandi partin, segði hann. Jaspur Langgaard setti eisini spurningin, hví skriv- Eitt vertshús letur aftur Leiðarin á Hotel Runavík, Sjómans- heiminum, Andreas Andreasen, heilsar Bláa Krossi og ynskir felagsskapinum vælkomnum Mynd: Vilmund Jacobsen Sverri Steinhólm, prestur, er landsnevndarformaður hjá Bláa Krossi Føroya. Undir liðini á honum, Jaspur Langgaard, aðalskrivari Mynd: Vilmund Jacobsen