Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 20. mai 2005 9 m – men á fyrstu hædd stovan hjá Bláa Krossi endiliga skal liggja í Eyst- uroy, tá ið felagsskapurin hevur størsta virksemið í høvuðsstaðnum. - Eg haldi, at tað er í lagi, at skrivstovan er í Eysturoy, tí her hava vit 80% av okk- ara limum, segði aðal- skrivarin. Kári takkaði Kári P. Højgaard, varaborg- arstjóri í Runavíkar komm- unu, takkaði vegna býráðið Bláa Krossi Føroya fyri tað arbeiða, sum felagsskap- urin ger. – Vit eru ógvuliga fegin um tað virksemið, sum Blái Krossur hevur – og ikki minst fyri tey fyribyrgjandi átøkini. Hann helt, at felagsskap- urin fær nógv burtur úr fyri tann pening, sum er at ráða yvir. - Blái Krossur Føroya hevur stóra virðing í fólk- inum, segði varaborgar- stjórin. Rúsfrítt umhvørvi Leiðarin á Hotel Runavík, Sjómansheiminum, Andre- as Andreasen, ynskti Bláa Krossi vælkomnum undir lonina. Hann helt fyri, at vinn- ingurin við ikki at hava út- skeinking er nógv størri enn "vansin" – um man so kann siga. - Matstovur, sum hava út- skeinking, lata aftur í heil- um, og mær er sagt, at heili 365 vertshús lótu aftur í Reykjavík í 2004 – ella eitt um dagin hvønn dag í árin- um! Andreas Andreasen helt ikki, at tað er "trend" long- ur at drekka. - Hinvegin er tað "trend" at drekka reint vatn við krystallklárum ísterning- um, sum hann tók til. Leiðarin segði seg fegn- ast um at skula arbeiða undir sama taki sum Blái Krossur, og hann ynskti felagsskapinum hjartaliga tillukku – og vælkomnum á fyrstu hædd á Hotel Runa- vík, Sjómansheiminum. r um dagin í Reykjavík Tey, sum manna skrivstovuna hjá Bláa Krossi Føroya í Runavík, eru Kristian á Reynatrøð, fíggjarleiðari, Jaspur Langgaard, aðalskrivari, Tórhild Bjark- hamar, fyribyrgingarleiðari og Kristianna Johannesen, skrivstovukvinna Mynd: Vilmund Jacobsen - Tað er ikki langt síðan, vit sótu her inni við eini tor- førari uppgávu sum var at royna at fáa Sjómansheimið í gongd aftur, segði Alfred Olsen MÓTTØKA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Alfred Olsen, løgtings- maður, nýtti eisini høvið við móttøkuna hjá Bláa Krossi mikudagin at ynskja felagsskapinum tillukku við nýggju høl- unum. - Tað er ikki langt síð- an, at vit sótu her inni. Vit vóru fimm mans - og einsamallir um eina tor- føra uppgávu, sum var at royna at fáa Sjómans- heimið í gongd aftur. Tað sá dapurt út, men hetta eydnaðist nógv betur, enn nakar av okkum hevði droymt um. Nú er Sjó- mansheimið latið upp- aftur og gongur væl – og nú flytir so eisini Blái Krossur Føroya sína skrivstovu undir sama tak. Guð æruna Alfred segði, at tað er Guð, sum eigur æruna fyri, at Sjómansheimið læt uppaftur – og tað er Guð, sum eigur æruna fyri, at Blái Krossur nú eisini er undir sama taki. Hann legði dent á, at Blái Krossur hevur eina stóra uppgávu í okkara fólki, sum hann tók til. - Ja, hetta er ein veld- uga stór uppgáva, og tí er tað ein treyt, at tey, sum starvast her, hava góðar umstøður – og eg vil ynskja teimum hjartaliga tillukku við nýggju høl- unum. Takkaði Alfred nýtti eisini høvi at takka familjuni á Glyvr- um, sum hevur hýst skrivstovuni hjá felags- skapinum seinastu árini. - Við at hava skelti standandi á sethúsum sín- um, viðurkenna hesi fólk, at tey stuðla eini góðari sak, segði hann. Hann fegnaðist um, at Hotel Runavík, Sjómans- heimið, er rúsfrítt um- hvørvi. - Málið er eitt rúsfrítt land, har fólk seta sítt álit á Guð, segði Alfred Olsen. Alfred Olsen sigur, at Guð eigur æruna fyri, at tað gekk so væl at fáa Sjómansheimið í Runavík í gongd aftur. Kári P. Højgaard, varaborgarstjóri í Runavikar kommunu, sum her lurtar eftir Alfredi, segði eisini nøkur orð við móttøkuna hjá Bláa Krossi mikudagin Mynd: Vilmund Jacobsen Guð eigur æruna fyri at Sjómans- heimið er opið