fríggjadagur 20. mai 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 93 - 20. mai 2005
Yvirtøkulógin ser samtykt á løgtingi og hevur nú
verið til fyrstu viðgerð á Fólkatingi. Henda lóg
verður av samgonguni mett sum stórt stig á sjalv-
stýrisleið, meðan andstøðan heldur tað mótsetta..
Lógin ásetir, at øll mál, sum ikki beinleiðis eru knýtt
at suverenitetinum kunnu verða yvirtikin uttan
víðari. Her verður ruddað væl og virðiliga upp í tí
ruðuleika, sum tey seinastu mongu árini hevur
valdað í spurninginum um, hvat ið kundi yvirtakast
og hvat ið ikki kundi yvirtakast. Tað var ikki eitt
samt løgting, sum atkvøddi fyri yvirtøkulógini, men
tað var ein óvanliga stórur partur av løgtinginum og
tí er tað ikki heilt burturvið at tala um eina breiða
semju í hesum máli. Tað er eisini orsøk at halda, at
lógin er eitt sera stig á sjálvstýrisleið.
Viðgerðin á Fólkatingi vísti, at stór undirtøka var í
danska tinginum fyri yvirtøkulógini. Bert Eindar-
listin og føroyski fólkatingsmaðurin Høgni Hoydal
vóru ímóti lógaruppskotinum. Viðgerðin setti før-
oyska fólkatingsmannin í eina løgna støðu. Hetta tí,
at tað er siðvenja, at føroyskir fólkatingslimir vanl-
iga stuðla løgtingsins vilja í føroyskum málum á
fólkatingi. Nú kom so annar føroyski fólkatingslim-
urin í ta støðu, at hann undir viðgerðini so at siga
var noyddur at ganga í móti einum løgtingsmeiri-
luta. Hetta er sæð frá einum demokratiskum sjónar-
miði sera ivasamt, og setir enn einaferð fokus á
leiklutin hjá føroysku fólkatingslimunum. Hinvegin
kann væl eingin siga Høgna Hoydal ringan fyri at
ganga ímóti einum løgtingsmeiriluta í júst hesum
máli, tá hugsað verður um ta støðu, sum flokkur
hansara hevur tikið í málinum um yvirtøkulógina.
Annað er so, at henda støða Tjóðveldisfloksins
veruliga má vekja undran, tí sambært hin føroyska
fólkatingsmannin, fyrrverandi løgmann Annfinn
Kalsberg er yvirtøkulógin skorin eftir leisti, sum
undanfarna samgonga var samd um. Mótstøðan hjá
Tjóðveldisflokkinum og hjá Miðflokkinum kann tí
tykjast at vera meira taktiskt grundað enn grundað á
veruliga andstygd fyri hesi loysn.
Nú er eftir hjá donsku politisku skipanini at fáa hetta
mál avgreitt, so friður verður á hesum øki heima í
Føroyum. Tá yvirtøkulógin er avgreidd, eigur lands-
stýrissamgongan at fáa samtykt nakrar yvirtøkur, so
lógin kann roynast i verki. Síðan er at fara til verka
og seta í verk øll tey mongu mál, sum eru sett upp í
samgonguskjalinum. Her liggur nógv á láni. Farið til
verka, leggið eina strategi við nøkrum itøkiligum
málum fyri øll týðandi samfelagsøki. Tá ið yvir-
tøkulógin er endaliga avgreidd frá danskari síðu, er
eingin umbering fyri ikki at reka dagsins politikk,
soleiðis sum hesin er niðurfeldur í samgonguskjalið.
Tað er bara at fara tilverka og tað skuldi ligið væl
fyri, tí samgongan hevur stuðul frá meginpartinum
av føroysku veljarafjøldini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Yvirtøkulógin á Fólkatingi
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jóhan Jógvansson
realist
Svar til lesarabræv hjá
Meinhard Jensen í Dimmu
týskvøld 17/05-05
Tað fyrikemur mær sum
Føroyar er væl á veg at
verða heilavaskaðar av
religiónsfanatikarum, ella
fundamentalistum,
sum
standa og rópa halleluja
Várharra og Jesus á hvørj-
um gøtuhorni. Tað er nær-
um ómøguligt at nýta
nakran miðil uttan at verða
heilavaskaður av hesum
religiónsgreðingum. Tann
frægasti av øllum er Svf,
sum bara sendir fleiri
andaktir, gudstænastur og
møtir hvønn tann einasta
sunnu- og halgidag.
Eg vil minna Meinhard
Jensen á, at vit realistar,
ella í tykkara eygum er tað
kanska heidningar, eisini
gjalda sjónvarpsgjald. Og
tá tykkara halgidagar forða
okkum at t. d. fara til
arbeiðis, so mátti tað verið
tað minsta at Svf gevur
okkum okkurt við hald í
veruleikanum at hyggja
eftir, heldur enn at síggja
onkran totalt heilavaskaðan
samkomuleiðara standa á
einum talarastóli og fáa
eina almenna religións
orgasmu.
Tað fyrikemur mær eisini
løgi at tit standa og prædika
um tolsemi, men hvørja
ferð onkur hevur vaskað
ein bil ein sunnudag, hildið
eina talu har onkur sam-
kyndur er til staðar ella sent
eina púra óskilduga og eftir
mínum tykki sera áhuga-
verda sjónvarpssendings so
verður tað til tað reina
samfelagskaos bara tí at tað
ikki passar við tykkara
fantasiverð við Gud og
Budha og øðrum tvætli.
Eg loyvi mær at ivast í,
um Meinhard Jensen hevði
sett spurnartekin við trú-
virði á keldunum í sjón-
varpssendingini, um talan
var um onkran annan
fundamentalist, sum pá-
stóð, at Jesus hevði grøtt
túsund fólk í Afrika ella
okkurt líknandi.
Eg vil eisini heita á øll
fólk í Føroyum, sum fram-
vegis hava beinini á jørðini,
um at royna at stríðast
ímóti
hesum
sjúkligu
»kristnu«, sum bara ikki
duga at halda teirra trúgv
fyri seg sjálvi.
Til endans vil eg siga, at
tað er veruliga býtt at fara
at finnast at Svf fyri at teir
senda eina sending við
manglandi trúvirði. Tað er
ikki Svf, sum hevur gjørt
sendingina, og hon hevur
minst líka høgt trúvirði
sum Bíblian, ein elligomul
bók, sum bestemt ikki er
interesant longur. Lesið
heldur Finnboga Ísakson o.
l. og forrestin, Gud er ikki
til.
Klaksvíkar Arbeiðs-
kvinnufelag
Føroya Arbeiðara-
felag
Havnar Arbeiðs-
mannafelag
Vit ætlað okkum ikki út í
nakað alment kjak við onn-
ur fakfeløg, men tær við-
merkingar, sum formaður
Starvsmannafelagsins
er
komin fram við í fjølmiðl-
unum í samband við sátt-
málasamráðingar okkara
skulu ikki standa ósvaraðar.
Formaðurin fyri Starvs-
mannafelagið róði í sjón-
varpinum m.a. uppundir:
• at
undirritaðu
feløg
høvdu latið verkfalls-
rættin frá okkum,
• at limir okkara við semj-
uni fara at verða fyri
einari reallønarlæking og
• at vit saman við arbeiðs-
gevarasíðuni royndu at
leggja okkum út í sam-
ráðingarnar á almenna
arbeiðsmarknaðinum.
Vit hava ikki latið verk-
falsrættin frá okkum.
Tað er ikki rætt, sum for-
maðurin róði uppunir, at vit
hava latið verkfallsrættin
frá okkum.
Tað sum vit hava avtalað
er, at í einum 2-ára tíðar-
skeiði skulu nøkur arbeiði á
sjúkuraktum
alibrúkum
verða undantikið møgu-
ligum verkfalli.
Hetta varð gjørt partvíst
fyri at forða fyri lógarinn-
trivi á økinum og eisini fyri
at medvirka til at alivinnan,
sum er sera illa fyri, fær
møguleika fyri at fóta sær
aftur.
Nevnda avtala var partur
av tí semju, sum partarnir á
privata arbeiðsmarknaðin-
um hava gjørt, og tí er tað
beinleiðis skeivt at skuld-
seta okkum fyri at hava
latið verkfallsrættin frá
okkum.
Vit valdu at styrkja
eftirlønargrunnar
okkara.
Tað undrar okkum, at for-
maðurin fyri Starvsmanna-
felagið alment fer út og
greiðir frá, at semjan á pri-
vata arbeismarknaðinum
fer at geva limum okkara
eitt reallønarfall.
Formaðurin
í
starvs-
mannafelagnum veit, at
limir okkara hava tørv á
einum styrktum eftirlønar-
grunni og hetta kann gerast,
antin við at arbeiðsgevar-
arnir skulu økja um tey inn-
gjøld, sum teir skulu gjalda
til hesar skipanir okkara,
ella at limirnir sjálvir skulu
gjalda.
Vit kunnu staðfesta, at
limir okkara yvir 2 ár fáa 3
% meira frá arbeiðsgevar-
unum, og vit valdu, eftir
ynski frá fleiri av limum
okkara, at lata hesar hækk-
ingar fara til til eitt nú
eftirlønarskipanir okkara.
Tað er ikki rætt, at limir
okkara við hesum hava útlit
fyri einari reallønar-lækk-
ing, tí um vit skuldu fylgja
ynskjunum um at styrkja
eftirlønarskipanir okkara,
so høvdu vit tvey í at velja,
nevniliga, at latað limirnar
sjálvar gjalda (meira) til
hesar skipanir, ella lata
arbeiðsgevararnar gjalda.
Vit valdu tað seinna, og tí
sleppa limir okkara frá
sjálvir at brúka størri part
av løn sínari til eftirløn.
Vit fara staðiliga at stríð-
ast fyri at limir okkara ikki
dragna enn meira í mun til
tey alment løntu
Formaðurin fyri Starvs-
mannafelagnum veit væl at
tað eru limir okkara, sum
halda vinnuhjólinum mal-
andi og eru við til at halda
hesum samfelag uppi. Tað
eru limir okkara, sum
hvønn dag stríðast í privatu
útflutningsvinnu okkara,
soleiðis at vit kunnu hava
ráð til at hava eina góða
almenna umsiting. At lønir
ikki eru líka vita vit full-
væl, men tað kann ikki vera
rætt, at hvørja ferð limir
okkara fáa kr. 5,00 í lønar-
hækking, so skal tann al-
ment lønti hava kr. 5,50 og
meira og hetta hevur verið
gongdini mongu seinastu
árini, har øll feløg hava
fingið somu prosentvísu
hækking, men ikki somu
hæking í krónum.
Formaðurin fyri Starvs-
mannafelagið skal tí vera
fullvísur í at vit áhaldandi
fara at stríðast fyri at lønar-
gjógvin millum tey, sum
starvast hjá landið og
kommunum og limum okk-
ara á privata arbeiðsmark-
naðinum ikki framhaldandi
skal breiðkast.
Aftursvar til formannin fyri Starvsmannafelagið
Eru øll trúgvandi býtt?