Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 20. mai 2005 11 VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Finnleif Guttesen Veljarar á Tvøroyri settu ikki nakrar treytir við, tá teir við stórum meiriluta atkvøddu fyri, at Suður- oyggin skuldi verða ein kommuna. Fleiri býráðslimur søgdu fyrr alment, at teir tóku undir við, at Suður- oyggin skuldi verða ein kommuna, men hug- burðurin, við at býta virksemi og íløgur um alla oynna var meira ivasamur, tí helst skuldi alt leggjast á Tvøroyri, við einari samanlegging. Nú eru nýggir býráðs- limir komnir til og vón- andi hava teir ikki sama hugburð, tí so kunnu vit gloyma alt um eina skilagóða samanlegg- ing. Eitt ið órógvar nógv, er at eitt samt býráð tók undir við, at ellisheim skuldi byggjast á Tvør- oyri og ikki sunnan fyri Hovs egg. Hesin hug- burður vísur, at býráðs- limir bert hava tonkt upp á egnan dunnuhyl og ikki um framburð í allari Suðuroy. At ein meiriluti í Vágs býráð, tekur undir við sama tanka, vísur bert, at hesin meiriluti ikki tonkir nógv uppá var- andi arbeiðspláss. Suðuroy ein kommuna Skal tað verða nøkur meining í, at leggja Suð- uroy saman í eina kommunu, so vita øll, sum búleikast her suðri, at almenn arbeiðspláss mugu deilast í oynni, tí annars koma vit ikki burtur úr hesum oyði- leggjandi brigslið mill- um Tvøroyri og Vág. Tað, ið vil geva eina ávísa javnvág í almenn- um arbeiðsplássum, er at byggja ellisheim í Vági. Kann Tvøroyrar býráð ikki taka undir við hesum uttan ávísar treyt- ir, ja, so er hugburðurin hjá býráðslimum heldur ikki broyttur, har sagt verður ein kommuna, men alt til Tvøroyri. Og so fer eingin av hinum 6 kommununum, at taka undir við at leggja sam- an. Tað verður tí spenn- andi at síggja, um bý- ráðslimir á Tvøroyri, í hvussu so er ein meiri- luti, tora at fara út um bøðgararnar og úr dunnuhylinum, tí veljar- ar á Tvøroyri hava við stórum meiriluta sagt, at teir tora. Tvøroyrar býráð er fyri samanlegging, men við treytum? Turið Debes Hentze Tað skuldi vera eitt átak móti landsstýrinum, men gjørdist eitt álop á ein av teirra egnu, og eftir stendur myndin av forkvinnuni fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, í verjustøðu, nú hon á sínum persónligu herðum má bera ábyrgdina av, at felagstil- takið móti landsstýrinum miseydnaðist – tí hon ringdi inn til fimmaran! Hví skuldi so lítið til at steðga átakinum. Var átakið ov illa gjøgnumhugsað, ella vóru kanska beinleiðis mis- tøk gjørd?. Samanhald móti einum felags fígginda kann kenn- ast tølandi, men at spæla við vøddunum móti einum sterkari parti, er býttisligt og ikki vandaleyst. Málið verður mist av hondum, samstundis sum tú missir andlit. Landsstýrið hevði longu fingið viðhald í fúta- rættinum og kendi seg fyri- bils sum ein vinnara, nú feløgini í avmakt gjørdu av at mótmæla brúkinum av fútarættinum í arbeiðs- ósemjum. Men hvør var konstruk- tión í hesum løgna átaki, sum var ein beinleiðis fylgja av trætuni á lands- sjúkrahúsinum, men sum feløgini nú løgdu stóran dent á at taka frástøðu frá, ein avgerð, sum eftir mín- um tykki júst var orsøkin til, at átakið gjørdist tann- leyst og í uttan innihald. Eitt slag út í tóma luft móti einum fjarskotnum mót- parti, sum lítið fór at merkja til svian av arbeiðs- steðginum, sum skuldi vera - ikki fyrstkomandi fríggja- dag, men næsta fríggjadag! Ikki løgið at óróð kom í millum fakfeløgini, og at bert ein uppringing til fimmaran fekk korthúsið at rapa. Hetta var jú ikki nøk- ur góð sak at fylkjast um – ongin átti i veruleikanum sakina. Meiri undrunarsamt er eftir mínum tykki tann manglandi sjálvrannsakan- in hjá fakfeløgunum. Hesi tiga og lata hanga í luftini, at hevði forkvinnan ikki gjørt handa brølaran, so hevði støðan verið ein onn- ur. Veruleikin var og er jú tann, at stríðið millum fak- bólkarnar í landssjúkrahús- inum als ikki er av. Hesir bólkar samdust um at grava stríðsøksina niður fyri at gera felags front móti landsstýrinum. Hvussu hetta uppskot um eitt felags átak er framkomið og frá hvørjum, veit eg ikki, men freistandi er at hugsað sær, at tað eru onnur fakfeløg enn júst tey, sum eru partur í trætuni á landssjúkrahús- inum, sum hava gingið undan, og hava nýtt høvi at brúka trætuna til egin áhugamál. Sjúkrarøktarfrøðingarnir, giti eg, hava í byrjanini ver- ið fegnar um stuðulin, sum tó ikki hevur verið so fløv- andi kortini, tí tær máttu ikki kenna hetta átak sum ein stuðul til teirra sak. Annar fakbólkur á lands- sjúkrahúsinum, jarðamøð- urnar, eru í trætuni strateg- isk so væl placeraðar mót- vegis landsstýrinum (ella leiðsluni á landssjúkrahús- inum), at tær hava neyvan havt tann stóra áhugan í hesum mótmæli. Fyri hesar hevur tað havt alstóran týdning at fá út boðskapin um, at átakið onki hevði við trætuna á landssjúkra- húsinum at gera. Væl er hugsandi, at bólk- arnir sum liggja í stríði á føðideildini, eitt sindur hálvhjartað og uttan at hugsað seg nóg væl um, hava latið seg draga við inn í hesa nýskaptu konflikt- una, sum felagsátakið móti landsstýrinum í veruleikan- um er. Ein proklamatión sum ikki hevði rættiligt kjølfesti í fakfeløgunum, men var eitt síðuskot á eini heitari trætu, og sum tey flestu fakfeløgini tí eisini høvdu trupult við at identi- ficerað seg við – men sum teir stríðandi fakbólkarnir á landssjúkrahúsinum hin vegin høvdu ilt við at halda burtur frá teirra egnu trætu. Tað var reaktiónin upp á Fimmaran eisini eitt týðu- ligt tekin um, tí í veruleik- anum varð har jú ikki sagt annað enn tað, sum vit øll vistu frammanundan. Tað ber til eina løtu at leggja til viks innanhýsis ósemjur fyri at fremja felags mál, men ósemjur- nar hvørva ikki, og gerast skjótt virknar aftur, um felagsátakið ikki eydnast bæði skjótt og væl. Átakið hjá fakfeløgunum var ikki nóg væl grundað, júst tí tað ikki var knýtt at eini ávísari aktuellari trætu. Sakin var ikki nóg góð til at halda burtur tær innanhýsis træt- ur, sum øll vistu vóru grundarlagið undir átakin- um, men sum roynt varð í orðum at skúgva til viks og fjala, og láta sum um tær ikki vóru har. Trætur og ósemjur kunnu ikki kvalast, men mugu viðgerast við tí álvarsemi tær krevja. Og tá ræður um trætur og fjølmiðlar, so má hugsast fleiri leikir fram. Tað varð ikki gjørt, tí sigast má, at tað er bláoygt og kanska eisini arrogant av fakfeløgunum, aftaná at hava boðað frá arbeiðs- steðgi, at játta at luttaka í útvarpssending við høvuðs- persóninum í trætuni á føðideildini, landsstýrin- um, væl vitandi at trætan á landssjúkrahúsinum fram- haldandi prutlar lívliga undir lokinum. Onkur segði, at bara tað at forkvinnan ringdi inn til fimmaran var álitisbrot- brot. Er ikki eisini orsøk til at seta spurnartekin við rættleikan í, at fakfeløgini yvirhøvur luttaka saman við landsstýrinum í hesi sending. Landsstýrið, sum høvuðspersónur í trætuni, hevur alla arenaina fyri seg sjálvan saman við einum fakfelag, sum ikki var part- ur í trætuni, og tí sjálvandi als ikki so obs upp á hesa, men situr og tosar um fúta- rætt, meðan partarnir í undirliggjandi trætuni á landssjúkrahúsinum ikki luttaka, men mugu lata sær lynda at sita við hús og lurta eftir orðunum, sum fella í Fimmaranum. Jarðamøðurnar draga somu línu sum landsstýrið, so tær hava ikki nógv at váða við luttøku landsstýri- sins, men sjúkrarøktarfrøð- ingarnir eru í andsøgn til landsstýrið og kenna seg noyddar at koma við rætt- leiðingum, til tað sum sagt verður. Tað er so einkult og sjálvsagt. Hvussu kundi nakar ímyndað sær, at Fimmarin bara skuldi snúgva seg um fútarætt ella ikki í ein heila tíman? Sjálvmál til fakfeløgini Hans Birgir Hansen 6. kapitul. Vinnuligt virki á vegnum Blaðlesarar síð niðanfyri nevnda citat frá. Politi viðtøka fyri Tórshavn. § 34. Eingin má uttan loyvi frá politinum fáa sær støðu á veg fyri at selja vørur, teirra millum matvørur, ið fyrst og fremst eru ætlaðar til nýtslu á staðnum, ella í aðrar mátar at handla. Hvat ið almennum veg- um viðvíkir, kann loyvi bert verða givið við býráð- sins undirtøku. Viðvíkjandi privátum vegum kann loyvi bert verða givið við ánarans undirtøku og aftan á sam- ráðing við býráðið. 2. petti. Uttan loyvi frá politinum ber tó til at selja nýveiddan fisk, fugl, fuglaegg, grind og spik á støðum, ið havnarmeistarin vísir á. § 35. Bannað er á veg ella parkeringsstøðum at seta akfør við tí í hyggju at gera nýtslu av teimum ella at viðgera tey, t.d. til sølu, útleigingar, heila ella lutvísa vinnuliga umvæling ella til nýtslu sum lýsing, verkstað, bústað ella til- hald, uttan so at loyvi er givið av býráðnum, sum tekur avgerð í málinum eftir samráðing við politiið. Eg havi áður citera politi- viðtøka fyri Tórshavn í øðrum blaðið fyri nakað av tí síðani til blaðlesarans kunning - upplýsing. Politiviðtøka fyri Tórshavn www.sosialurin.fo Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið