Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 93 - 20. mai 2005 KÍ-vitjan í Orknoyggjum 1958 Í farnu viku høvdu vit eina mynd av einum manning, hvørs uppruni ivi var um: Var talan um eina skips- manning ella var talan um eitt fótbóltslið hjá KÍ á ferð í Orknoyggjum. Sama dag fingu vit upp- spurt, at talan í veruleik- anum var um eitt fótbólts- lið. Teir vóru á vitjan á Orknoyggjum í 1958, og vóru farnir leiðina suður í hav við bátinum »Ørvur«, sum Kjølbro í Klaksvík átti. Eigarin av myndini hev- ur nú sent okkum øll nøvn- ini á myndini, og verða tey prentað her: Aftast vinstrumegin: 1) Herman Dahl, 2) Ludvík Jónsson (Luddi hjá Toda), 3) Kristoffur í Vági, 4) Jens Hansen 5) enskur, 6) enskur, 7) Steinbjørn Jacobsen, 8) Jógvan Jacob- sen, 9) Gutti Kallsberg, 10) Jógvan á Høvdanum, 11) Frímann Baldvinsson, 12) Zacharias Lydersen, 13) Sámal Júst Ziska Dahl, 14) enskur og 15) Álvur Klakk. Sitandi eru teir vm.: 1) Borgarstjórin á pláss- inum, 2) John Reid Bjarta- líð, 3) Poul Jacob Olsen, ið var skipari á Ørvi henda túrin, og Robert Joensen. sb. Í apríl 1970 fingu hesir skipsførarar og stýrimenn prógv á Føroya Sjómansskúla Fyri 35 árum síðan: Skipsføraraprógv í apríl 1970 Fremra rað f.v.: Herman Olsen, Rituvík, skipsførari, Torleivur Mikkelsen, Vestmanna, skipsførari, Ørvur Thomassen, Klaksvík, skipsførari, og Pauli Larsen, Porkeri, skipsførari Aftara rað f.v.: Mortan Johannesen, Tórshavn, stýrimaður, Regin Nónstein, Hvalba, skipsførari, Edvin Vestergaard, Vágur, skipsførari, Alvin Joensen, Vágur, stýrimaður, Asbjørn Heinesen, Klaksvík, skipsførari, Heini Vesturdal, Eiði, skipsførari, Jógvan Klakkstein, Klaksvík, skipsførari, Johan Christiansen, Tórshavn, skipsførari, og Páll Heinesen, Sørvágur, stýrimaður Kelda: Myndaárbókin- árið ið fór 1970 Lesið Sosialin - so eru tit við