Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 20. mai 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Móttøka Í samband við at tað eru 40 ár síðani Fróðskapar- setur Føroya varð stovnað, verður almenn mót- tøka á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni fríggja- dagin 20. mai kl. 15.-17. Fróðskaparsetrið 70 ára føðingardagur Mánadagin 23.05 fyllur Tóra Johannesen, Norðskála 70 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Tóru, eru vælkom- in leygarkvøldið 21.05 frá kl. 17. Dagurin verður hildin á Skála hjá soninum Johannus Juhl. Týsdagin 17. mai var mót- tøka í Timburhandlinum í Runavík. Henda dagin hevði Kaj Højgaard, sum er føddur í 1941, verið á skrivstovuni í Timbur- handlinum í 40 ár. Fitt av fólki varð komið at heilsa upp á Kaj, sum øll hesi árini hevur tikið ímóti ordrum, fakturerað og ikki minst havt sera gott hegni at umgangast kundarnar. Hann hevur stóran áhuga í tí, sum hann fæst við og fylgir væl við í samfelags- viðurskiftum, hann kennir eina rúgvu av fólki, og so er hann, sum so nógvir toftamenn eru tað, ógvuliga skjótur og hittinorðaður. Á samkomuni vóru starvsfelagar, familja og eisini nógv, sum dagliga vitja í timburhandlinum, eitt nú handverkar- arnir, sum so ofta frá tí at klokkan er farin gott og væl av hálvgum átta á morgni og langt út á seinnapartin hitta Kaj. Á samkomuni segði Trygvi Mortensen, leiðari í Timbur- handlinum, nøkur orð um Kaj og takkaði honum fyri gott og samvitskufult arbeiði øll hesi árini. Trygvi kennir Kaj, sum longu hevðí verið nógv ár í Timburhandlinum, tá ið Trygvi kom har sum lærlingur í 1986. Eisini handaði stjór- in Kaj málning við motivi av Toftum. Sámal Toftanes í Leirvík hevur málað. Nógvar heilsanir vóru frá handils- sambondum bæði innanlands og uttanlands. Kaj minnist aftur á stóru broytingarnar, sum hava verið hesi 40 árini, síðani hann kom í Timburhandilin, sum nógvu tey fyrru árini var í tveimum av lonunum, sum Højgaard átti inni á kaiini, har sum teir eisini høvdu fiskavirkið Lynfrost. Tá fór mesti parturin av einari viku at lossa skipini, sum komu við timbri. Alt varð gjørt við hond, og einir 30 menn luttóku í lossingini. Nú eru hjálp- aramboðini nógv og góð, lastirnar umborð og goymslurn- ar á landi eru væl skipaðar, og tað er so at siga bara ein løta, at nakrir fáir menn syrgja fyri, at timbri er komið upp á pláss, so skipið aftur kann fara sína leið. Kaj Højgaard er ættaður innan av Regni á Toftum. Hann var yngstur av børnunum hjá bóndahjúnunum Annu Malenu og Christian Jóhannesi Højgaard. Longu tá ið hann var 14 ára gamalur, fór Kaj, sum so mangir aðrir á Toftum, í vinnu hjá D. P. Højgaard. Hann var fýra ár í Oyrum, har D. P. Højgaard hevði fiskavirki, og so var hann eisini har tvey summur, meðan hann gekk í handilsskúla í Havnini. Tá arbeiddi hann eisini eitt ár hjá Ólavi Guðmundsson, sála, sum hevði Impo og Skipaavgreiðslu í Havnini. Eftir lokið handilsskúla- prógv arbeiddi Kaj í trý ár á skrivstovuni hjá Runavíkar Mekaniska Verkstaði, sum Tórshavnar Skipasmiðja átti, og sum Olivar Rasmussen dreiv. So var tað, at hann í 1965 fór at arbeiða í Timburhandlinum, sum Havstein Ellings- gaard tá var leiðari í. Í mong ár hevði Eli Hansen ábyrgd- ina, og síðani hann legði frá sær, hevur Trygvi Mortensen havt ábyrgdina. Kaj kundi 40 ára dagin staðfesta, at tey, sum vóru á skrivstovuni, tá ið hann kom hagar, eru øll á lívi, meðan teir, sum tá vóru á lagrinum, allir eru farnir. Á skrivstov- uni vóru Havstein Ellingsgaard, Eli Hansen, Marna Peter- sen og Marin Skaale. Kaj avloysti Mariu, sum nú eitur Róin og býr í Fuglafirði. Á lagrinum vóru brøðurnir Magnus og Símun Andreassen ella Maggi og Munni, sum teir vórðu nevndir, Frits Magnussen, Oluf Færø, Hans hjá Heina og Kornelius í Æðuvík. Eitt sindur seinni komu Sørin í Hoygarðinum og Sørin hjá Hendriki. Hann er framvegis á lívi. Kaj Højgaard er giftur við Elinborg, sum eisini er ættað av Toftum. Tey búgva inni á Regni, og tey eiga trý børn – Olaf, Anna Malena og Mary. Í dag, fríggjadagin 20. mai, verður Elin Henriksen á Strondum 50. Elin er lærari á Strondum, og hon hevur síðani ungdómsárini gjørt vart við seg í almenna orðaskiftinum. Ikki minst, tá ið málstríðið leikaði í Hoydølum, var hon í and- glettinum. Elin er læraralærd, og tað eru foreldrini og systirin, Hervør Jørgensen í Mið- vági, eisini. Foreldrini eru Kirstin og Jeffrei Henrik- sen. Hon er ættað av Strondum og hann úr Sør- vági. Tey vóru bæði liðug á Læraraskúlanum í 1950. Jeffrei, sum 1. mai í ár fylti 75 ár, er kendur lærari og skúlamaður. Hann var skúlastjóri á Venjingarskúlanum og seinni lektor á Læraraskúlanum, og hann hevur skrivað og givið út eina ørgrynnu av greinum og bókum, sum flestar snúgva seg um skúlaskap, føroyska málið og eisini esperanto. Fyrstu barnaárini búði Elin á Eiði, har pápin var lærari. Í 1960 fluttu tey til Havnar, har pápin hevði fingið starv í Kommunuskúlanum. Í 1968 gjørdist hann skúlastjóri á Venjingarskúlanum, sum tá var nýggjur. Elin var liðug í Hoydølum í 1974. Hon fekk tó ikki prógv, tí hon vildi ikki tosa danskt til próvtøkuna í munn- ligari samfelagsfrøði. Hetta var fyrsta ferðin, at próvtøka var í samfelagsfrøði. Próvdómarin skilti ikki føroyskt, og so spurdist einki burturúr, og harvið restaði próvtalið í munnligari samfelagsfrøði á próvnum. Eftir árini í Hoydølum las Elin føroyskt á Fróð- skaparsetrinum í eitt ár, og aftan á eina tíð við fyrifall- andi arbeiði lærdi hon til bókhandlara í Nýggja Bók- handli. Í 1981 flutti hon niður. Hon arbeiddi eitt nú á bóndagarði, áðrenn hon fór á Rudolf Steiner-lær- araskúlan í Skanderborg, har hon var liðug í 1985. Í átta ár var hon lærari á Steinerskúlanum í Skan- derborg, og so lærdi hon til pedagog á Rudolf Steiner- pedagogskúlanum í Århus. Í 1998 flutti Elin aftur til Føroya. Tá gjørdist hon leiðari í barnagarðinum á Velbastað. Har var hon í fýra ár. Í 2002 fór hon á Føroya Læraraskúla. Tað var neyðugt, um hon skuldi verða lærari í føroyska fólkaskúl- anum. Elin var á Læraraskúlanum í eitt ár, og síðani hevur hon verið lærari á Strondum. Elin hevur altíð verið sjálvstýrisfólk, og í ungdómsárun- um var hon politiskt rættuliga virkin. Hon hevur havt stór- an áhuga fyri tjóðskapi og føroyskum dansi. Eftir at hon flutti inn á Strendur at búgva, hevur hon í frítíðarundirvís- ingini staðið fyri føroyskum dansi (barnadansi), og fyri nøkrum árum síðani var hon við til at skriva álitið í sam- bandi við frískúlalóggávuna. Elin eigur ein son. Hann eitur Jóhannes, og hann er føddur í 1993. Elin Henriksen 50 ár Kaj Højgaard 40 ár í Timburhandlinum Andlát & jarðarferðir Símun Jóhannus Poulsen, Klaksvík, ættaður úr Hvannasundi andaðist Hvítusunnudag á Norðoya Røktarheimi, 85 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hóskvøldið klokkan 18 heim í Kristianskirkjuna. Jarðarferðin verður fríggjadagin klokkan 13 úr Kristianskirkjuni. Sungið verður úr sálmabókini Hjallgrím Magnussen, fyrrverandi løgreglumaður, Tórshavn, ættaður úr Trongisvági andaðist á Lands- sjúkrahúsinum 2. Hvítusunnudag, 79 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrshúskapellinum hósdagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin klokkan 13. Rigmor Jacobsen, Klaksvík, andaðist 2. Hvítusunnudag á Norðoya Røktarheimi, 92 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum hóskvøldið klokkan 19. Jarðarferðin verður úr Kristianskirkjuni fríggjadagin klokkan 14.30. Eli Poulsen við Neyst, Hvalba, andaðist á Lands- sjúkrahúsinum týsdagin, 87 ára gamal. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum hósdagin klokkan 16. Jarðarferðin verður úr Vitninum í Hvalba leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Eli kunnu lata Zarepta eina gávu. Kelda: Útvarp Føroya Lesið -so eru tit við! Dagurin 20. mai. Angelica. Teir kenna onga halga konu við hesum navni.