Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 93 - 20. mai 2005 Hundrað umboð fyri altjóða fíggjar- og oljuheimin og føro- yskt vinnulív og myndugleikar hittust mikukvøldið í hjart- anum av London. Til umrøðu var einki minni enn Føroya framtíð. Lagt verður av álvara upp til frá føroyskari síðu at faa útlendskar ileggjarar at visa Føroyum størri ans MENNINGARATAK Jan Müller London Ikki færri enn 80 umboð fyri altjóða figgjarheimin, fleri av heimsins storstu oljufeløgum og finans- pressuna í Bretlandi vóru til staðar á føroysku sendi- stovuni í London, tá stóra kunningartiltakið um Før- oyar sum framtíðar íløgu- land lat upp mikudagin. Eisini høvdu 25 umboð fyri føroyskt vinnulív, pen- ingastovnarnar, íløgufeløg, oljufeløg og landsstýrið leitað sær til hin størsta fíggingardepilin í heim- inum henda góða og møgu- liga søguliga várdag í mai 2005. Har vóru framstandandi fólk frá kendum oljufeløg- um sum Shell, BP, Chev- ron, ExxonMobile, Statoil og Amerada Hess. Tað var eisini bæði áhugavert og forvitnisligt at síggja ikki færri enn tvey umboð fyri danska oljufelagið Maersk Olie og Gas millum mongu gestirnar. Hetta felagið var í síni tíð við í fyri-reik- ingunum til oljuleiting við Føroyar. Kanska eitt tekin um, at stóra danska olju- felagið aftur er farið at venda eygunum norður- eftir. Har vóru so eisíni umboð fyri bæði tey føroysku olju- feløgini, sum hvor í sinum lagi royna at eggja út- lendskum íleggjarum at gera íløgu í eina føroyska oljuframtíð. Úr Føroyum vóru so eisíni oddafolkini í Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Kaupthing Føroyar, Fiska- virking, Virðisbræva- marknaðinum, Notio, Fr a m t a k s g r u n n i n u m , felagnum Tjaldur, Beta fyri bert at nevna nøkur. Ikki færri enn tvey lands- stýrismálaráð vóru við við fíggjarmálaráðharranum, Bárði Nielsen á odda. Aftr- at honum vóru aðalstjór- arnir Petur Alberg Lam- hauge úr Fíggjarmálaráð- num og Arne Poulsen úr Vinnumálaráðnum við. John Rajani, føroyski sendiharrin í London beyð gestunum vælkomnum. Síðani vóru tríggjar fram- løgur við Bárði Nielsen, landsstýrismanni, Sigurð í Jákupsstovu, stjóra á Olju- fyrisitingini og at enda Graham Steward, stjóra í Føroya Kolvetni, ið eisíni sponsoreraði tiltakið. Reyði tráðurin í øllum fyrilestrunum var tann eini og sami: Føroyar bjóða seg fram á altjóða kapital- marknaðinum. Íleggjarar, bankar og aðrir fíggingar- stovnar eiga at síggja Føroyar, føroyskt vinnulív og føroyska rávøru, tað veri seg olju, fisk, KT og rætt og slætt menniskju sum eina skilagóða framtíðar íløgu. Og við m. a. tí føroyska oljufelagnum Faroe Pe- troleum sum fyrimynd fyri, hvussu væl ber til at sann- føra útlendskar íleggjarar um tað skilagóða í at gera íløgur í Føroyum, legði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum góðu kort síni á borðið: vit bjóða her- við altjóða íløgumarkn- aðinum at seta pengar sinar í komandi privatiseringar í Føroyum, í eitt nú ein stóran banka, eitt flogfelag, ein fiskiídndað osfr. Og eftir at stjórin í Oljufyri- sitingini hevð greitt frá, hvussu stórir moguleikar eru fyri at finna olju og gass í føroysku undir- grundini tók dynamiski og ágrýtni føroyski oljustjórin, sum starvast í Bretlandi og her roynir at skapa áhuga fyri Føroyum samanum og segði teimum 100 gest- unum, at nú var tíðin komin at venda eyguni móti At- lantsmótinum og frá Norð- sjónum. Tí tað er her við eitt nu Føroyar, at framtíðar oljan liggur goymd og bara bíðar eftir at vera upp- dagað. Eftir framløgurnar beyð tann sera fyrikomandi danski sendiharrin í London gestunum til lítla hugnaløtu í hølum sínum á sendistovuni, har ymsu gestirnir fingu høvi at tosa hvør við annan. Væleydnað føroyskt tiltak í L