Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 20. mai 2005 15 London – Vit eiga at koma burtur úr dunnu- hylinum í Føroyum og fara út í stóru verð at skapa okk- um virðing og áhuga. Eitt nú er altjóða fíggingar- marknaðurin í London eitt slíkt plass og høvi sigur Bárður Nielsen, figgjarmálaráð- harri, sum er púra ovfarin av ti stóra áhuganum fyri før- oyska menningar- átakinum í bretska høvuðsstaðnum mikudagin MENNINGARATAK Jan Müller, London Tað var ein sera vælupp- lagdur fíggjarmálaráð- harri, sum beyð mongu gestunum vælkomnum til føroysku sendistovuna í London mikudagin. Og tað var ein ikki minni vælupplagdur Bárður Nielsen, sum tríggjar tímar seinni takkaði mongu gestunum fyri at hava lýtt á og brúkt hesa tíðina at fáa sær innlit í eina spennandi framtíð í Norðuratlantshavi, har hann beyð útlendingum at vera við til at skapa hesa framtíð og at røkka setninginum hjá lands- stýrinum um, at Føroyar í ár 2015 skulu vera heim- sins fremsta tjóð. Fantastiskur dagur – Hetta hevur verið einki minni enn ein fantast- iskur dagur. Eg eri ov- farin av, at so nógv framstandandi fólk fyri stórar fyritøkur hava sett tíð av til at vera her saman við okkum. Og tað er heldur ikki ein og hvør her er talan um. Hetta eru fólk, sum vissuliga hava fingurin á pulsinum, á borðinum og í fíggingar- heiminum sum heild. Eg haldi, at hetta tiltakið er ótrúliga nógv vert fyri Føroyar. Bara tann um- tala vit fáa kann fáa stór- an týdning. Landsstýris- maðurin er milt sagt sera kløkkur av, at so mong oddafolk úr fíggingar- heiminum og umboðandi finanspressuni umframt oljufólk vistu áhuga fyri tiltakinum. – Hetta fer at skapa ekko einaferð í fram- tíðini, tað eri eg sann- førdur um. Bárður Niel- sen sigur við Sosialin, at tað er ikki nakað loyndar- mál, at vit hava atlanir um at privatisera tær al- mennu fyritøkurnar. Tær eru eftirhondini vorðnar so stórur almennur klumpur, at tað er rætt at selja hesa kommerciellu stórfyritøkur, sum kapp- ast á jøvnum føti við privatar fyritøkur. Hann sær einki skeivt í tí at kunna figgjarverðina í London um hetta. Heldur tvørturímóti. Tað er bæði ræt og neyðugt. Og tað er í tøkum tíma. Burtur frá dunnuhylinum – Vit eiga at koma út úr dunnuhylinum í Føroy- um, sum bara er ein pinkulítil blettur á heims- kortinum - og fara út í stóru verð at skapa okk- um virðing og ans. Faa vit føroyingar at síggja møguleikarnar at vera við í ti stóru peningaverðini sum eitt nú henni í London, so dugi eg ikki at síggja nakra forðing í, at man luttekur á tí altjóða peningamarknað- inum eisini. Og eisíni øvugt: at vera her í London fyri at faá altjóða íleggjarar at vísa Før- oyum ans. Landsstýrismaðurin leggur áherðslu á bæði hesi tingini: at vit fáa skapt áhuga fyri hjá øðrum at vera við til at skapa nakað í Føroyum, men ikki minst tað, at vit føroyingar sjálvir fara út í tí stóru verð og skapa nakað og harvið ikki minst fáa vitan og kapital til Føroyar. – Tað trúgvi eg er sera týdningarmikið fyri at ekspandera víðari og fyri at faa skapt ein væl- ferðarbúskap, sum vit jú øll vilja hava heima í Føroyum. (Sosialurin fer í komandi bloðum og í Vinnusíðunum í næstu viku at hava greinar frá hesum tiltakinum og øðrum í London, blaðm.) Bárður Nielsen eftir Londonatak: Ein nýggj byrjan fyri Føroyar Føroyska ferðalagið uttan fyri St. Paul’s Cathedral Vilhelm Petersen, stjóri á Atlantic Petroleum, Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, Olaf Olsen og John Rajani, sendimaður í London Bárður Nielsen, Arne Poulsen og John Rajani uttan fyri bretska parlamentið Bárður NIelsen, fíggjarmálaráðharri, uttan fyri virðisbrævamarknaðin í London