fríggjadagur 20. mai 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 93 - 20. mai 2005
– Eg eri ikki sann-
førdur um limaskap í
ES, men ein
limaskapur í EFTA
hevði latið dyrnar
upp fyri Føroyum,
sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður
ES OG FØROYAR
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Spurningurin um Føroyar
og umheimin er ein trupul
spurningur. Flestu politik-
arar eru samdir um, at nú-
verandi støða er ikki nøkt-
andi. Hvat skulu vit gera?
Møguleikarnir eru fleiri í
tali. Føroyar kunnu fáa
fullan limaskap í ES gjøgn-
um Danmark, júst sum
Áland hevur tað gjøgnum
Finnland. Føroyar kunnu
royna at fáa ein EBS-líkn-
andi sáttmála við ES, júst
sum Ísland hevur tað við
ES. Føroyar kunnu gerast
limir í EFTA, og tann vegin
koma tættari at fríum
marknaðum og ES. Føroyar
kunnu gerast fullveldisríki,
og gerast limir í ES. Ella
kunnu Føroyar velja onki at
gera, sum eisini er eitt val,
ið Óli Samró áður hevur
víst á.
Ikki nøktandi støða
Løgmaður er greiður yvir,
at kjakið um Evropeiska
Samveldið er trupult. Hann
ásannar, at núverandi støða
hjá
Føroyum
er
ikki
nøktandi.
– ES-ráðstevnan legði upp
til at fáa Føroyar lýstar í
einum ES-samanhangi. Tað
var fyri at fáa eina hóming
av, hvørjar møguleikar vit
hava. Í løtuni er støðan hon,
at vit hava eina handils-
avtalu við ES, sum bara
snýr seg um vørur. Tað er
ikki nøktandi, sigur Jóann-
es Eidesgaard, løgmaður.
Limaskapur í EFTA
áhugaverdur
– EFTA er framvegis ein
sera dynamiskur felags-
skapur, sum víðkar sítt
virksemi allatíðina. Ein
limaskapur í EFTA hevði
latið dyrnar upp fyri Føroy-
um. Tú fært atgongd til so
øgiliga nógv. Eitt EFTA-
samstarv er avgjørt ein
møguleiki við hesi nýggju
lóggavuni, sum samgongan
hevur fingið ígjøgnum,
sigur Jóannes Eidesgaard,
løgmaður,
sum
leggur
afturat, at gjøgnum EFTA
avreiða vit ikki fiski-
vinnuna.
– Tað eru summi, sum
hava ført fram, at missa
føroyingar ræðið á fiski-
vinnuni, so missa vit okk-
ara identitet, sigur løgmað-
ur.
Ikki sannførdur um
ES
– Eg eri ikki sannførdur um
limaskap í ES. Men núver-
andi støða er ikki góð nokk.
ES-limaskapur kann sjálv-
andi geva okkum veldigar
fyrimunur, inklusiv tey fýra
frælsini. Men trupulleikin
er framvegis tann, at vit
skulu avgeva fiskivinnu-
økið. Í hesum sambandi er
tað vert at dyrka, at Føroyar
saman við Noregi og Ís-
landi ger felags front ímóti
ES, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Óli Samró hevur ført
fram, at um Føroyar, Ísland,
og Noreg ganga saman um
fiskivinnupolitikkin og seta
nøkur krøv fram, so má ES
finna eina semju við hesi
trý londini, og so kann okk-
urt røkjast fyri, at fiski-
vinnupolitikkurin hjá ES
verður broyttur.
Í hesum valskeiðnum
– Eg vóni, at vit í hesum
valskeiðnum fáa ES-spurn-
ingin
munandi
meira
greiddan og klárlagdan.
Politikarar eru meira greið-
ir yvir, at isolering ber ikki
til. Tað er semja ímillum
samgonguflokkarnar, at nú-
verandi støða er ikki góð
nokk, og tað er í sjálvum
sær eitt gott útgangspunkt
til at finna eina politiska
semju í ES-málinum, sigur
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður.
Kjartan Jóhannsson,
sum helt fyrilestur á
ráðstevnuni um ES,
sigur, at limaskapurin
í EBS var tað størsta
stigið á leiðini hjá
Íslandi at gagnnýta
teir møguleikarnar,
sum altjóðagerðin
hevur við sær
ÍSLANDS-MODELLIN
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
– EBS hevur víst seg at
vera grundarlagið undan
ógvusligu
búskaparligu
menningini hjá Íslandi.
Hinvegin eri eg vísur í, at
eingin av okkum dugdi at
síggja veruligu avleiðing-
arnar áratíggjur seinni, sig-
ur Kjartan Jóhannsson,
íslendskur
sendiharri
í
Brússel.
EBS-sáttmálin er tann
einasta altjóða sáttmálin,
sum ES hevur gjørt, ið
gevur triðjaparts londum
beinleiðis
atgongd
til
innara marknaðin hjá ES.
Kjartan Jóhannsson sigur,
at EBS-sáttmálin veitir
vissu fyri, at Ísland fær
beinleiðis og fulla atgongd
til innara marknaðin hjá
ES. Kapitalur, tænastur, og
fólk kunnu flytast ótarnað
millum Ísland og limalond í
ES.
EBS-sáttmálin er dynam-
iskur á tann hátt, at tá
nýggjar ES-lógir verða
smíðaðar, so verður EBS-
sáttmálin javnan dagførdur
til at fevna um hesar eisini.
Kjartan Jóhannsson sigur,
at hugburðurin landanna
millum hevur verið at
sleppa undan orrustum og
finna loysnir ístaðin.
– Vit hava havt góðar
royndir við EBS. Tað hevur
verið so gott, at tað sær út
til, at vit í Íslandi hava eina
breiða politiska semju um,
at EBS-sáttmálin er horna-
steinurin í okkara samstarvi
við ES, sigur Kjartan
Jóhannsson.
– Okkara búskapur er
vorðin nógv sterkari og
fjølbroyttari.
Búskapar-
vøksturin
er
hækkaður
munandi. Vit hava fingið
eitt nýtt og nógv meira
modernað
samfelag.
Íslendskir vinnulívsmenn
hyggja meira úteftir, og við
alsamt størri sjálvsálitið
hava teir stovnað fyritøkur í
øðrum
londum,
sigur
Kjartan Jóhannsson, sendi-
harri hjá Íslandi í Brússel.
Løgmaður:
Ikki sannførdur um ES-limaskap
Hvønn veg skulu Føroyar fara? Fullan ES-limaskap? EBS-líknandi sáttmála? EFTA?
Møguleikarnir eru nógvir
Mynd: Jens Kr. Vang
EBS-sáttmálin er hornasteinurin
– Hvørt okkurt líknandi kann fáa støðufesti í Føroyum, tað vita
vit ikki enn, men míni ráð til føroyingar er at taka ímóti
framtíðini við opnum ørmum og einum opnum perspektivi,
sigur Kjartan Jóhannsson, sendiharri hjá Íslandi í Brússel
Mynd: Jens Kr. Vang
Mann hevur ongantíð í Føroyum kjak-
ast um, havt tað hevði merkt, um mann
fór upp í fiskivinnupolitikkin hjá ES.
– Jóannes Eidesgaard
”
Kjartan Jóhannson segði á ráðstevn-
uni um ES, at EBS-avtalan hevur havt
ótrúliga ávirkan á íslendskan búskap.
– Jóannes Eidesgaard
”
Kjakið um ES er ungt, og tað eru sera
fáir aktørar í kjakinum. Vit mugu
breiðka um kjakið.
– Jóannes Eidesgaard
”
Tað sum vit hava gjørt í Íslandi er eyðsýniliga tað, at vit hava brúkt
okkara sjálvræði til at taka avgerðir til okkara egna búskaparliga
fyrimun, men vit hava eisini gagnnýtt marknaðarkreftirnar og flutt
avgerðirnar frá stjórnini til borgararnar, og harvið økt teirra
frælsi.
- Kjartan Jóhannsson
”