Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 20. mai 2005 17 Mýlingur komin upp á turt Fyrrapartin hósdagin kom Mýlingur upp á turt, og nú verður farið undir at meta um skaðan, ið skipið fekk mánamorgunin, tá ið grønlendski trol- arin Salleq rendi á tað ÓHAPP Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Stutt fyri døgurða hósdagin kom trolarin Mýlingur loksins upp á turt. Tá ið skipið skuldi takast upp mánadagin, slitnaði veir- urin á bedingsvogninum, og skipið fór aftur á sjógv. Bedingsvognurin endaði eisini á sjónum, og tí hevur verið neyðugt at fáa hann í lagi aftur, áðrenn Mýlingur kundi takast upp. Skoða nú skaðan Fólk frá Tórshavnar Skipa- smiðju hava síðani óhappið við bedingsvogninum mánadagin arbeitt við at fáa skift veirin á vogninum út, og tá ið hetta var gjørt, var vognurin royndarkoyrdur, áðrenn Mýlingur bleiv tikin upp. Gunnar Mohr, skipa- smiðjustjóri, sigur, at tað gekk væl at fáa Mýling upp á turt hósdagin, og nú verð- ur farið undir at meta um skaðan. - Nú fara fólk frá klass- anum, tryggingini og reið- arið hjá Mýlingi, (P/F Kim- bil blðm.) at kanna skaðan nærri, og vit skulu helst eisini gera ein meting av, hvat tað kemur at kosta at gera skaðan aftur, sigur Gunnar Mohr. Tá ið hetta er gjørt, verður støða tikin til, hvat ið skal henda við skipinum. Tað hevur verið frammi, at Mýlingur, ið hevði ligið við bryggju í drúgva tíð, var við at blíva seldur spaniól- um, og hesir møguligu keypararnir skuldu koma til Føroya síðst í hesi vikuni at hyggja nærri at skipinum. Sum skilst er tað ógvu- liga ivasamt, um sølan verður av nøkrum nú, og tað er eisini ivasamt, um tað kann loysa seg at um- væla skipið. Stórt hol á skrokkinum Tá ið Mýlingur kom upp á turt hósdagin, sást, at skipið hevur fingið eitt stórt hol á skrokkin niðan fyri vatnlinjuna stýriborðs- megin, har kúlan á grøn- lendska trolaranum, Salleq, hevur rakt við Mýling. Somuleiðis er lúnningin á Mýlingi stýriborðsmegin kroyst nakað inn, har gronin á Salleq hevur borið við. Mýlingur er bygdur á tí fyri føroyingar so kendu Sterkodder skipasmiðjuni í Kristianssund í Noregi í 1972. Skipið er 459 brutto- registartons, og hevur eina maskinorku upp á 1200 hestar. Er hent áður Í blaðnum mikudagin skrivaðu vit, at tá ið veir- urin á bedingsvogninum hjá Tórshavnar Skipa- smiðju slitnaði mána- dagin, var tað fyrstu ferð í søguni hjá skipasmiðjuni, at hetta var komið fyri. Hetta hava vit síðani fing- ið at vita, er ikki heilt rætt. Í 1969 kom eldur í Sat- urn, sum stóð uppi á bed- ing á Skipasmiðjuni, og tá smeltaði veirurin á vogn- inum, sum fór á sjógv. Tí- betur vóru arbeiðsmenn- inir júst farnir í kaffisteðg, og hetta var ivaleyst høv- uðsorsøkin til, at ongin fólkaskaði var í sambandi við hendingina. tn Sjóforhoyr var hósdagin Hósdagin var sjóforhoyr í málinum um, tá ið grøn- lendski trolarin Salleq rendi á Mýling og tveir smærri bátar, ið lógu við bryggju í Havn. Við evstamark hjá blaðnum var sjóforhoyrið ikki liðugt, og tí ber ikki til hjá okkum enn at koma við nakrari niðurstøðu um, hvør orsøkin til óhappið var. Vit fara tó í blaðnum í morgin at greiða nærri frá, hvat kom fram í sjó- forhoyrinum í sambandi við óhappið á havnarvág 2. hvítusunnumorgun. tn Krúnprin- sessan verji hjá danska nýra- felagnum Fyri góðari viku síðani varð almannakunngjørt, at hennara hátign Mary Krúnprinsessa hevur átik- ið sær lutin sum verji hjá danska nýrafelagnum. Danska nýrafelagið, sum eitur Nyreforening- en, er eitt sjúklingafelag fyri kroniskt nýrasjúk, íroknað dialysusjúklingar og nýratransplantatión. Eisini er felagið stuðul hjá teimum, ið varða av sjúklingunum. Tað verður mett, at umleið 5.000 danir eru nýrasjúkir. Í Føroyum hava vit eisini okkara egna Nýrafelag. tn Mýlingur hevur fingið eitt stórt hol á skrokkin niðan fyri vatnlinjuna stýriborðs- megin, har kúlustevnið á Salleq bar við skipið Mynd: Bárður Lydersen Hósdagin kom Mýlingur loksins upp á turt, og nú verður farið undir at skoða og meta um skaðan, ið skipið hevur fingið Mynd: Bárður Lydersen