Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 93 - 20. mai 2005 Føroyingar ganga næstan amok við stórum tónleikatil- tøkum seinasta viku- skiftið í juni. Ársins Songrødd, Nósa- barnaprixið, Jóan- søkufestivalur, Sand- oyarfestivalur, stórar gospelkonsertir og Beatles-konsert eru á skránni somu dagar. Fyrrverandi fyriskip- ari heldur, at hetta er garvilt, og stórur vandi er fyri, at onkur fer at brenna seg TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað vóru dagar, tá ið summarstevnurnar kring landið mest sum vóru frið- aðar og livdu sítt egna lív, men soleiðis er ikki longur. Nú er vanligt, at onnur til- tøk verða hildin kring land- ið, tá ið gomlu summar- stevnurnar verða hildnar, og í ár verður tað gróthørð kapping um jóansøku-viku- skiftið. Neyvan nakrantíð áður hava so nógv stórt tónleika- tiltøk verið á skránni í Føroyum somu dagar, sum í døgunum 24. og 25. juni. Jóansøkan verður hildin á Tvøroyri fyri 80. ferð, men jubileums-stevnan fær av álvara kapping frá øðr- um stórum tiltøkum aðra- staðni í landinum. Sandoyingar hava boðað frá, at teir ætla sær at gera ein nýggjan tónleikafestival júst hetta vikuskiftið, og tað fekk suðuroyingar at svara aftur við enn einum nýggjum tónleikafestivali, sum skal haldast á jóan- søku. Harvið koma tveir nýggir festivalar at kappast um fólk á jóansøku. Óvanliga nógv annað Men tað eru ikki bara sand- oyingar og suðuroyingar, sum ætla sær at savna fólk seinasta vikuskiftið í juni. Fleiri onnur tiltøk verða á skránni. Amerikansku gospel- sangararnir Russ Taff og Lynda Randle vitja í Før- oyum júst tá, og tey skulu hava tríggjar konsertir sama vikuskiftið. Konsert- irnar verða í Skálabotni, Havn og í Klaksvík, og nógv verður gjørt burtur úr hesum konsertum, sum verða hildnar bara fáar dagar eftir, at ein annar am- erikanskur gospelsangari, Jesse Dixon, hevur havt konsert í Runavík. Fríggjakvøldið 24. juni verður seinasta innleiðandi umfarið í Nósabarnaprixn- um hildið í Fuglafirði. Leygarkvøldið 25. juni verður finalan í kappingini Ársins Songrødd í Fugal- firði, og serliga ungfólk plaga at hava stóran áhuga fyri hesari kapping. Og í Klaksvík skal ein Beatles-kopibólkur úr Ong- landi hava konsert á jóansøku. Hetta er tað, sum er kom- ið fram higartil um stór til- tøk, sum skulu verða viku- skiftið 24. og 25. juni, men um áhugin ikki er til tón- leik, so ber millum annað til at fara á stóru fótbólts- skúlarnar hjá FSF, sum eisini verða hildnir tá. Onkur fær tað trupult Finn Jensen hevur skipað fyri nógvum stórum tiltøk- um í Føroyum, og hann heldur, at føroyingar hava mest sum lopið fram av við øllum tiltøkunum sama vikuskiftið. – Hatta er garvilt, og tað er stórur vandi fyri, at onk- ur fer at brenna seg. Og tað kostar at brenna seg, sigur Finn Jensen, sum er lærari á Handilsskúlanum í Havn. – Tað tykist sum føroy- ingar ríða á einari bylgju við stórum tónleikatiltøk- um, og tiltøkini gerast bara fleiri og fleiri í tali. Soleiðis var eisini einaferð við pylsuvognum í miðbýnum í Havn, men tað gekk ikki hjá øllum. Finn Jensen heldur, at føroyski marknaðurin er so avmarkaður, at tað ber illa til at hava so nógv stór til- tøk í landinum sama viku- skiftið. – Tú kanst byrja við, at tað kanska eru góð 50.000 fólk í landinum síðst í juni. Síðani kanst tú taka øll tey burtur av, sum als ikki fara til nakað, og síðani kanst tú dividera tey við øllum til- tøkunum, sum skulu vera. Onkur fer at fáa trupulleik- ar við at savna fólk hatta vikuskiftið. – Tað ber illa til at venda peikifingurin ímóti nøkrum ávísum fyriskiparum, tí øll hava fyrireikað seg hvør í sínum lagi, og tí eru so nógv tiltøk komin at liggja samstundis. Men hetta eru nýggjar tíðir, og nú fara summarstevnurnar at fáa tað trupult, tí festivalar og onnur tiltøk fara at kappast við tær, sigur Finn Jensen. Jóansøkan verður garvill Tiltøkini Hesi tónleikatiltøk eru á skránni í døgunum frá 21. til 25. juni o Amerikanski gospelsangarin Jesse Dixon hevur konsert í Runavík o Innleiðandi umfar í Nósabarnaprixnum verður í Fuglafirði o Finalan í Ársins Songrødd verður í Fuglafirði o Beatles-kopibólkur spælir í Klaksvík o Jóansøkufestivalurin verður hildin á Tvøroyri fyri fyrstu ferð o Tónleikafestivalur verður hildin í Sandoynni fyri fyrstu ferð o Amerikansku gospelsangararnir Russ Taff og Lynda Randle hava konsertir í Havn, Klaksvík og Skálabotni Tað verður ein samanbrestur í bæði moll og duri, tá ið stór tónleikatiltøk skulu haldast kring alt landið á Jóansøku 100.000 krónur til G! G! Festivalurin hevur fingið játtað 100.000 krónur í norður- lendskum stuðli. Festivalurin hevur seinastu trý árini fingið samanlagt 550.000 krónur frá Norðurlendska Mentanargrunninum TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nordisk Kulturfond hev- ur gjørt av, at grunnurin stuðlar G! Festivalinum aftur í ár. G! Festivalurin fær hesaferð 100.000 krónur í stuðli, og upp- hæddin er serliga ætlað til ferðaútreiðslur hjá norð- urlendskum tónleikarum, sum koma á festivalin. Hetta er triðja árið á rað, at G! Festivalurin fær stuðul frá Norðurlendska Mentanargrunninum, og samanlagt hevur festival- urin í Gøtu fingið 550.000 krónur úr grunn- inum hesi árini. Bara norðurlendskt Eitt av krøvunum, sum Mentanargrunnurin setir er, at minst trý norðurlond skulu verða umboðað, og tað er eingin trupulleiki hjá G!, tí har eru øll nøvnini, sum higartil eru avdúkað, norðurlendsk. Blue Foundation og Nep- hew úr Danmark, Beats and Styles og Darude úr Finnlandi, Hjálmar úr Ís- landi, og so føroysku Mak- rel, 200 og Teitur Lassen Fyrireikararnir av G! Festivalinum siga, at í næstum verða fleiri nøvn avdúkað – bæði føroysk og útlendsk. Seinasta árið Tað er ikki vanligt, at Nordisk Kulturfond letur stuðul í fleiri ár á rað til sama tiltak, men í serstøk- um førum verður hetta gjørt fyri at verða við til at byggja upp nýggj, virðismikil tiltøk. Tá er hægst talan um trý ár. Tað merkir sostatt, at hetta er seinasta árið, at G! fær stuðul frá Norður- lendska Mentanargrunn- inum. – G! Festival takkar fyri, er errin um, og tekur tað sum eina álitisváttan, at tiltakið er so høgt í met- um millum norðurlendsk- ar myndugleikar, at vit hava fingið játtað stuðul í 3 ár á rað frá grunninum. Vit fara at gera alt okkara besta at liva upp til álitið, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.