Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 20. mai 2005 19 Útlendski týdn- ingurin veksur Í farnu viku boðaði Atlantic Airways frá, at felagið seinasta í hesum mánaðinum fer at leggja eitt met-úrslit fyri aðalfundin. Samlaða úrslitið hjá felagnum var fyri 2004 14,2 mió kr. Í fjør var hetta 9,7 mió kr., og hetta er sjálvandi nakað, sum tey í felagnum gleðast um. Magni Arge, stjóri, vil ikki gera nakrar ítøki- ligar viðmerkingar til roknskapin, fyrr enn hesin er lagdur fyri aðalfundin, men hann vísir enn einaferð á gen- erellu positvu menning- ina, sum felagið tykist vera í. - Tað sær sjálvandi hampuliga skilagott út, tá vit kunnu koma við einum góðum yvirskoti, og ikki minst fegnast vit um, at tað hevur borið til at fáa meir-inntøkur úr útlandinum. Taka vit charter-túrar uttanlands og vanligar ferðaseðlar, sum verða goldnir av út- lendingum, so er út- lendski parturin av um- setninginum um 1/3 av samlaða umsetinginum. Og hetta hevur sjálvandi við sær, at vit eru minni sárbærir mótvegis sveiggjum í føroyska búskapinum. Fyri stuttum varð boð- að frá, at Atlantic hevur útbygt samstarvið við norska Aker Stord, sum tey nú í gott ár hava samstarvað við, at ikki minst fegnast Magni Arge um hesa avtaluna. - Hetta halda vit í øll- um førum vera ein stóra álitisváttan til okkum. Og tað vísur væl eisini, at vit hava gjørt eitt gott arbeiði fyri teir. Høvdu vit ikki tað, so kundu teir jú altíð valt onkran annan operatør, men tað hav ateir so ikki gjørt. -jm Froyur sjósettur Nýggi túrbáturin verður í Føroyum í morgin FERÐAVINNA Um vikuskiftið varð nýggi túrbáturin hjá Sjóferðum í Vestmanna, Sp/F Skúvadal, sjósettur í Reykjavík. Bát- urin kemur til Føroya í dag, hósdag, við Eimskipum. – Royndartúrurin gekk eftir ætlan, og báturin hevði eina max.ferð uppá 28,6 sjómíl tá hann var tómur, sigur Gunnar Skúvadal frá Sjóferðum. Nú báturin kemur til Føroya, skal nautisk útgerð og bjargingarútgerð setast í hann, so er hann klárur at fara í drift. Sitipláss eru til 43 fólk inni, men harumframt er gott pláss úti á dekkinum umframt í erva á flybrúnni. Báturin er útgjørdur við tveimum D9 Volvo Penta motorum, sum hvør er 575 HK. Motorarnir hava nýggj- astu tøknina sum ger, at teir brenna lítið og tí eisini dálka lítið. Í summar fara Sjóferðir at hava serlig tilboð saman við nýggju matstovuni í Vest- manna, Fjørukrógvin, sum í næstum letur upp. Hon ligg- ur við bátahylin Inni á Fjørð, beint har sum bátar- nir fara útferðir undir Vestmannabjørgini. el – Royndartúrurin gekk eftir ætlan, og báturin hevði eina max.ferð uppá 28,6 sjómíl tá hann var tómur, sigur Gunnar Skúvadal frá Sjóferðum Magni Arge er samd- ur í, at flogvøllurin gerst betri, um hann verður longdur, men hann ivast í, hvør nytta er í teimum metrum, sum fara upp um 1.450 FLOGVØLLUR Jákup Mørk Tosið um at leingja flog- vøllin í Vágum hevur leingi verið ígongd, og seinastu tíðina er kanska enn meira ferð komin á tosið. Tosað hevur verið um, hvørt vøll- urin skal leingjast 200 metrar, 300 metrar ella kanska enn meira enn tað. Í løtuni er bara ein opera- tørur, sum eru fastur brúk- ariav vøllinum, og stjórin hjá Atlantic Airways er sjálvsagt ikki ósamdur í, at tað er rætt at leingja vøllin. - Alt annað líka, so vil ein longri vøllur sjálvandi geva eina tryggari atgongd og ein størri regularitet. Men hinvegin er lítið at ivast í, at sjálv innflúgvingin ikki verður stórt øðrvísi. Tú verður framvegis noyddur at flúgva inn yvir antin fjørðin ella vatnið, so akk- urát tann parturin verður ikki broyttur stórvegis, sigur Magni Arge. Cost/benefit Magni Arge hevur sjálvur fleiri ferðir ført fram, at tað er av stórum týdningi, at tað nú verður meldað greitt út, hvørt vøllurin í Vágum verður longdur, og hvussu nógvum metrum hann verður longdur við. Hetta tí júst sjálvur vøllurin er ein avgerandi fortreyt fyri framtíðar íløguætlanunum hjá felagnum. Spurdur beinleiðis, hvussu teir kundu hugsað sær eina slíka ætlan, sigur Magni, at hann hledur tað vera hóskandi, at vøllurin verður longdur við eini 200 metrum. - Tá hava vit ein vøll á 1.450 metrar, og tað er nóg mikið til at taka ímóti teim- um miðalstóru flogførun- um. - Sjálvandi kann ein enn størri leingjan geva ein enn størri regularitet og kanska eisini eina betri innflúgv- ing, men hinvegin vil tað eisini vera ein spurningur um, hvussu nógv tú fært burtur úr kostnaðinum, sum eyka metrarnir kosta. Tað verður jú neyvan soleiðis, at tað verður tørvur á at seta nakran DC-10 ella líknandi flogfar her kortini. - Tí spurningurin vil í seinasta enda jú eisini vera um prísin fyri nýtsluna av vøllinum. Tað er nokk einki at ivast í, at ein størri vøllur kostar meira í rakstri, og so er jú ikki ilt at ímynda sær, hvør skal gjalda tað. Tað verður jú í fyrsta lagi op- eratørurin og í øðrum lagi kundarnir hjá hesum. 200 metrar er nokk Magni Arge heldur tað vera avmarkað, hvussu nógv nytta fæst úr teimum metrunum, sum fara upp um 1450. Hetta í mun til kostnaðin av eyka metrunum Roykiav- venjing Maria Olsen í Klaksvík, sum áður hevur havt so- nevnd roykistopp-skeið, fer í næstum undir enn eina røð av skeiðum. Lagt verður fyri á al- tjóða roykfría degnum, sum er 31. mai, og síðani hittast luttakararnir ætl- andi fimm ferðir afturat, har tey læra, hvussu tey skulu sleppa av við nikotin-trongdina. Maria sigur, at skeiðið er á leið hálvan annan tíma hvørja ferð, og um tørvur er á tí, so er møgu- leiki at víðkað skeiðið til at fevna um eini seks til sjey kvøld, heldur enn tey fimm, sum upprunaliga eru ásett. -jm