Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 93 - 20. mai 2005 Stevna Ford Í gjár byrjaði eitt rættiliga sjáldsamt rættarmál í argentinska høvuðsstað- num Buenos Aires. Á ákærubonkinum sita umboð fyri amerikonsku bilverksmiðjuna Ford, og teir skulu svara, hví Ford samstarvaði við tað sera harðrenda hernaðarstýrið, sum ráddi í Argentina frá 1976 til 1983. Eisini skulu teir greiða frá, hvat varð av teimum 16 fak- felagsleiðarunum, sum hvurvu beint eftir hern- aðarkvettið í 1976, og sum vórðu píndir í hølun- um hjá verksmiðjuni. Av- hoyringar seinni hava víst, at fleiri av fakfelags- leiðarunum vórðu tveittir í havið úr tyrlum. Skjøl, sum eru komin undan kavi, vísa, at amerikonsku myndug- leikarnir vistu um tað, sum fór fram á bilverk- smiðjunum í Argentina. Tann 13. apríl í 1976 sendi amerikanska sendi- stovan í Buenos Aires eitt fjarrit til Washington, har hon greiddi frá, at her- menn høvdu lagt á verk- falsmenninar á bilverk- smiðjunum, og at átakið var væleydnað. Eisini í Brasil eru fólk í ferð við at fyrireika rætt- armál ímóti bilverk- smiðjum, sum samstarv- aðu við hernaðarstýrið har. Tað snýr seg um svensku fyritøkuna Scania, men Chrysler, Volkswagen og Firestone kunnu eisini vænta at verða drigin í rættin í Brasil. Keglast um dómarar Í USA hevur George W. Bush, forseti, biðið Se- natið góðkenna sjey fólk, sum hann hevur skotið upp at velja til dómarar. Upprunaliga skuldu teir setast í starv longu undir tí fyrra forsetaskeiðinum hjá Bush, men tí forðaðu demokratarnir fyri, so nú roynir forsetin aftur. Men hóast republikan- ararnir hjá forsetanum hava meiriluta í Senatin- um, er tað als ikki vist, at forsetin fær sín vilja. Skipanin hjá Senatinum loyvir minnilutanum at halda orðaskiftinum gangandi fyri at forða einari atkvøðugreiðslu, og alt bendir á, at demo- kratarnir ætla sær at brúka hendan møguleik- an. Republikanararnir kunnu ikki forða tí, tí tað hevði kravt undirtøku frá minst 60 senatorum, og teir hava bara 55. Demokratarnir vilja ikki góðkenna øll dóm- araevnini hjá forsetanum, tí teir halda tey vera alt ov konservativ, men eygleið- arar halda, at tvídrátturin nú er bara fyrireiking til orðaskiftið, sum verður, tá amerikanski hægsti- rættur skal hava annan dómara fyri tann 80 ára gamla William Rehn- quist, sum væntandi fer at leggja frá sær í summar, skrivar AP. Slangur í bankanum Ein maður í Suðurafrika er funnin sekur í dráps- roynd, eftir at hann slepti fimm eiturslangum leys- um inni í einum banka í býnum Johannesburg. Tað var í januar í fjør, at Abel Manamela fór inn í Absa-bankan. Hann og bankastjórin høvdu verið á rokinum um eitt lán, men nú hevði Abel Manamela mist tolið, og tá hann kom inn í bankan, legði tær fimm slangur- nar á diskin og hótti starvsfólkini. Í ruðuleik- anum beit ein av slangun- um ein vaktarmann, og hann mátti flytast á sjúkrahús alt fyri eitt. Løgreglan ákærdi tann illa mannin fyri dráps- roynd. Dómarin var samdur við løgregluni, men hann segði seg kort- ini skilja Abel Manamela, tí eftir dómarans tykki hevði bankastjórin verið sera ólagaligur. Kortini kendi hann seg noyddan at døma Manamela, tí sjálvt um hann hevði grund til at vera mis- nøgdur við framferð bankans, kundi hann ikki taka málið í egnar hend- ur, soleiðis sum hann gjørdi, segði dómarin. Kirkenes rætta staðið Norska stjórnin hevur gjørt av at skipa ein ser- ligan Barentsstovn, men í seinastuni hevur orða- skifti verið um, hvar stovnurin skal halda til. Stjórnin hevur skotið upp, at stovnurin skal halda til í Kirkenes, men undir einari hoyring í Stórtinginum herfyri kom fram, at fleiri halda Tromsø vera tað betra valið. Ein teirra er stjórin á veðurgranskingarstovn- inum, Pål Prestrud. Undir hoyringini segði hann, at tað hevði verið skilabetri at bygt Barentsstovnin í Tromsø, tí har hevði stovnurin fingið ágóða av tí fakliga kunnleikanum á lærda háskúlanum í bý- num og pólgranskingar- stovninum. Stjórnin í Oslo hevur ikki gjørt nakrar við- merkingar til orðaskiftið, sum hevur tikið seg upp, men væntandi fer stjórnin at halda uppá, at Barents- stovnurin skal halda til í Kirkenes, skrivar Nord- lys. Tvíburðartornini í New York, sum rap- aðu tann 11. septemb- er í 2001, eiga at verða bygd uppaftur, heldur kendi byggiharrin og sjónvarpsmaðurin Donald Trump BYGGING Árni Joensen fartekst@mail.dk Líka síðani atsóknina at World Trade Center hava myndugleikarnir í New York kjakast um, hvat skal gerast við staðið, sum tey bæði tornini stóðu á. Her- fyri varð so avgjørt at byggja ein bygning, sum skal fáa heitið Freedom Tower ella Frælsistornið á staðnum. Men øll eru ikki so fegin um ta ætlanina, og ein teirra er tann kendi byggi- harrin og sjónvarpsmaðurin Donald Trump. Á einum tíðindafundi fyrradagin almannakunngjørdi hann sítt egna uppskot, sum er at byggja tvey torn av sama slagi sum tey bæði tví- burðartornini. Annað teirra verður eftir ætlanini 566 metrar høgt og sostatt heimsins hægsti bygningur. Blaðið Wall Street Jour- nal mælti herfyri býar- myndugleikunum í New York til at lata Donald Trump koma við einum uppskoti um, hvat skal gerast við Grund Zero, har World Trade Center stóð. Blaðið vildi vera við, at býarmyndugleikarnir hava svikið í ólukkumát í hesum máli. Tað heldur Donald Trump eisini, og hann heldur uppskotið um eitt Freedom Tower vera heilt burturvið. – Vit eiga at byggja eitt størri, sterkari og vakrari Worlæd Trade Center. Tað er tað, fólk vilja hava, sigur hann. Útlendsku diplomat- arnir og tíðinda- menninir, sum vóru bodnir til usbekiska býin Andisjan at kanna, hvat veruliga er hent har, sluppu ikki at síggja nakað KANNINGARFERÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Teir útlendsku diplomatar- nir og tíðindamenninir sluppu eina bussferð ígjøg- num Andisjan, men sam- bært tíðindamonnunum høvdu bussurin og ferða- leiðararnir so stóran skund, at tað bar als ikki til at gera sær eina mynd av tí, sum hent var. Tað tykist rættiliga sann- líkt, at fleiri hundrað fólk lógu eftirá, tá hermenn skutu inn í eina mótmælis- gongu í Andisjan fyri einari viku síðani. Tíðindini fingu altjóða samfelagið at krevja, at teir usbekisku myndugleikarnir lótu út- lendsk umboð sleppa at kanna málið, men diplo- matarnir og tíðindamennin- ir, sum vórðu bodnir til býin, fingu lítið og einki burturúr, skrivar norski tíð- indamaðurin Halvør Tjønn. Tað einasta, sum teir sluppu at vitja, var eitt fongsul og ein almennur umsitingarbygningur, og so sluppu teir at tosa við nøkur umboð fyri myndugleikar- nar. Diplomatanir og tíðinda- menninir høvdu ætlað sær at vitja ein skúla, tí mót- mælisfólkini hava sagt, at hermenninir høvdu savnað umleið 500 lík í skúlanum. Men tey útlendsku umboð- ini sluppu ikki at vitja skúlan. Diplomatarnir og tíð- indamenninir sluppu heldur ikki at tosa við fólk á gøt- uni í Andisjan. Tíðinda- stovurnar skrivaðu í gjár, at nógv fólk vóru komin sam- an uttan fyri eitt sjúkrahús, tí tey vildu hava at vita, hvussu tað stóð til hjá fleiri, sum vórðu særd, tá her- menninir skutu inn í mót- mælisgonguna. UTTAN ÚR HEIMI Sluppu ikki at síggja nakað Eiga at endurbyggja World Trade Center Donald Trump almannakunnger uppskotið um at byggja World Trade Center uppaftur Mynd: Reuters