Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fótbólts- skúlarnir byrja aftur Aftur í ár fer Fótbólts- sambandið at skipa fyri fótbóltsskúlum kring landið. Í ár verða skúlarnir tríggir í tali, og verða hesir í Sanda- vági, í Havn og á Toft- um. Skúlarnir í Sanda- vági og í Havn verða hildnir 24. og 25. juni, meðan tann á Toftum verður hildin 1. og 2. juli. Sum vant, so er talan um avmarkað tal av luttakarum. FSF heitir tí á tey, sum ætla sær at taka lut, um at gera skjótt av við tilmeld- ingini. Evstmark fyri tekngin er annars 10. juni, men eru skúlarnir fullsettir áðrenn hetta, verður kortini ikki tikið ímóti nýggjum næmingum. -jm HB-NSÍ mána- kvøldið Týskvøldið varð lutur kastaður um, hvørt tað skuldu verða B36 ella HB, sum skuldu spæla sunnudagin komandi. Hetta gjørdist neyðugt, tá fótbóltskappingin av misgávum varð løgd soleiðis, at bæði havn- arfeløgini skuldu hava heimavøll samstundis. Og hóast roynt varð at broyta hetta, so vísti tað seg ikki at hjálpa stórvegis. Í lutakastinum, sum gekk fyri seg í Ut- varpinum týskvøldið, varð úrslitið so, at B36 og Skála spæla sunnu- dagin, og at HB og NSÍ spæla mána- kvøldið -jm Dómsnevndin hjá FSF hevur nú í ein mánaða bølt yvir máli, sum eftir røttum skuldi tikið í mesta lagi 10 dagar at avgreitt KÆRUVIÐGERÐ Jákup Mørk Tann 15. apríl sendi Royn eina kæru til dómsnevndina hjá FSF. Kæran snúi seg um dystin millum Royn og B71 í kappingini um FSF- steypið, har Royn hevði kært B71 fyri at nýta spæl- ara, sum ikki stóð á dóm- araseðlinum. Úrskuðrurin hjá kapp- ingarnevndini í málinum varð, at sandoyingarnir fingu eina bót fyri ósketni, men at teir ikki vórðu dømdir at tapa dystin. Ein úrskurður, sum hvalbingar ikki vóru nøgdir um, og sum teir tí kærdu til dóms- nevndina. Men síðani er ikki hent nakað sum helst í málinum. Sambært reglugerðini fyri dómsnevndina, so eigur niðurstøða at verða gjørd í málinum innan 10 dagar eftir, at alt viðkomandi til- far er fingið til vega. Og staðfest verður eisini, at hetta »viðkomandi tilfar« skal fáast til vega sum skjótast. Handfaringin er prinsipiel Og tað er einki at siga til, um hvalbingar eru ónøgdir um viðgerðina, sum málið hevur fingið. Hjá Royn er talan nevn- liga um dyst, ið kann vera avgerandi fyri, hvørt liðið skuldi hava møguleika fyri víðari luttøku í kappingini um FSF-steypið. Fær Royn viðhald í kæruni, broytist støðan í bólki 1 soleiðis, at Royn, LÍF og B71 øll hava sama stigatal. Eisini í innanhýsis uppgerðunum vilja liðini hava sama stigatal, men málmunrin hjá Royn vil tó verða tann lakasti. Í førum, har kærur elva til slíka støðu, hevur FSF tó ikki nakran greiðan politikk, og tí er ikki óhugs- andi, at kappingarnevndin tá skuldi tikið støðu til, hvat skal henda. Men hóast kæran varð send dómsnevndini tann 15. apríl, so hevur Royn tó einki hoyrt aftur í málinum. Dómsnevndin var annars saman um vikuskiftið, 23. – 24. apríl, men ta ferðina vórðu einans málini við- víkjandi kærunum hjá KÍ og B36 viðgjørd. Tvær kærur, sum annars vórðu lætnar dómsnevndini sam- stundis, sum kæran hjá Royn varð latin. Spurningurin er so, hvørja lagnu málið hjá Royn fær. Tað er neyvan haldbært, at dómsnevndin als ikki viðgerð málið, og hóast dómsnevndin sjálv- andi kann staðfesta avgerð- ina hjá kappingarnevndini, so má handfaringin av mál- inum sigast at hava stóran prinsipiellan týdning. Tí hvussu leingi kann bíðar eftir avgerðum, sum møgu- liga kunnu fáa avgerandi ávirkan á lands- og/ella steypakapping. Vit hava fleiri ferðir roynt at fáa viðmerkingar frá formanninum í dóms- nevndini, Petur Even Djur- huus, men higartil hevur hesin ikki verið at hitta. Tað tykist vera fleiri írar, sum sita við atgongumerkjum til landsdystin móti Føroyum, men sum ikki hava innivist í Føroyum GISTINGAR Jákup Mørk Í Sosialinum í gjár hevði Kunningarstovan eina lýs- ing, har tey sóknaðust eftir fólki, sum kunnu hýsa írskum fótbóltsfjepparum í døgunum, 6. til 9. juni. Orsøkin er sjálvandi fót- bóltslandsdysturin hjá írum móti Føroyum. Vanliga ferðast írar í stórum tali við fótbóltslandsliðnum, og líkt er til, at dysturin hesaferð ikki verður nakað undan- tak. Somikið stórur er áhugin, at tað nú stendur á at her- berga øllum, sum ætlandi koma til Føroya. Her hava írar úti við 900 atgongu- merki, og hetta er meira, enn gistingarvinnan í høv- uðsstaðarøkinum megnar at taka. Ikki minst, tá hotellini samstundis í stóran mun eru upptikin av landsliðs- leikarum, venjarum og øðr- um, sum eru knýtt at slík- um ferðum. Plagar at ganga Av Kunningastovuni verður sagt, at tað í løtuni er eitt sindur trupult at siga, hvussu nógvum seingjar- plássum tørvur er á. Ikki minst tí tað eisini tykist vera so, at tað í Írlandi eru fleiri fólk, sum sita við atgongumerkjum til dystin, men sum enn ikki hava bílagt sær nakra ferð til Føroya, tí tey vita ikki, hvussu vorðið er við gist- ingarmøguleikum. Nakað sum ger, at tørvurin á seingjarplássum væl kann økjast, so hvørt sum hesi verða fleiri í tali. Hinvegin er heldur ikki víst, at talan verður um tann heilt stóra trupulleikan kortini. Eitt nú hava líkn- andi støður verið, tá skotar og týskarar hava vitjað her við sínum landsliðum, og tá hevur tað kortini borið til at herberga øllum. - Nú heita vit so á fólk, sum kanska hava møgu- leika at hava einstakar áskoðarar búgvandi hesar báðar næturnar. Vit hava longu hoyrt frá nøkrum, at tey gjarna vilja hýsa einum, tveimum og trimum, og tað hevur ofta víst seg, at før- oyska hjálpsemið er stórt í so máta, verður sagt av Kunningarstovuni. - Tað er jú heldur ikki øll verðin, sum biðið verður um. Vanliga hava fótbólts- áskoðarar so ikki givið okkum trupulleikar av nøkrum slag. Tað einasta, sum tey vilja hava, er eitt pláss at sova í, og tá talan bara er um tvær nætur, so vóna vit, a tað ber til at fáa fólk at hýsa nøkrum av hes- um, verður sagt at enda. Nr. 93 • fríggjadagur • 20. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Døllarí í dómsnevndini Kunningarstovan leitar nú eftir privat-fólki, sum kunnu hýsa nøkrum av írsku fótbóltsáskoðarunum, sum í næstum koma til Føroya Sóknast eftir plássi til írar um... ...er lisin -so ert tú við!