Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 93 - 20. mai 2005 Ljósið fyrireikar seg til HM Kvinnurnar hjá fimleikafelagnum Ljósinum eru í hes- um døgum í Dan- mark, har tær skulu taka lut í HM í estetiskum fimleiki um vikuskifti. Liðið fór til Danmarkar mánadagin og hev- ur verið á venjing- arlegu á Fjóni FIMLEIKUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Venjingarlegan hjá Ljósinum var á kenda fimleikaháskúlanum í Ollerup á Fjóni, har nógvir føroyskir fim- leikar hava gingið. Har hava kvinnurnar vant og livað sum fimleik- arar burturav í nakrar dagar. Kappast í Greve Seint mikudagin gekk leiðin hjá Ljósinum til Keypmannahavnar, har tær hava møgu- leikan at fínpusssa framførsluna og eisini venja seg við um- hvørvið, ið kappast verður í. Sjálv HM-kappingin verður í Greve. Fríggjadagin er inn- leiðandi umfarið, har 28 lið kappast. Dagin eftir, leygardagin, verður finalan, har átta lið fara at stríðast um HM-gullið. Umframt Ljósið hava bæði Havnar Fimleikafelag og Støkk úr Runavík eitt lið við í HM-kapping- ini, og spennandi verð- ur at frætta, hvussu tey føroysku liðini fara at standa seg. Kvinnuliðið hjá Havnar Fimleikafelag fór týsdagin til Dan- markar, har tær sam- an við tveimum øðr- um føroyskum liðum fara at taka lut í HM- kappingini í estet- iskum fimleiki FIMLEIKUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað hevur gingið stak væl hjá Havnar Fimleikafelag seinnu árini. Felagið hevur havt fleiri lið, sum hava tikið lut í kappingini um danska meistaraheitið, og hesi lið eru komin aftur við heiðursmerkjum av ymsum slag. Nú fara kvinnurnar hjá felagnum at gera eina roynd at fáa gullið í heims- meistarakappingini. Vant hart Ferðalagið hjá Havnar Fim- leikafelag, sum telur 45 fólk, harav níggju eru fim- leikarar, fór til Danmarkar týsdagin. Undan fráferðini hevur kvinnuliðið vant sera hart, og sunnudagin høvdu tær eina seinastu venjing í Hoy- víkshøllini, hagani mynd- irnar eisini eru. Tá vandu tær fyrst eitt sindur, og síðani var framførslan hjá teimum sýnd fyri teimum, ið høvdu áhuga í hesum. Sum áðurnevnt eru tað trý føroysk kvinnulið, sum fara at taka lut í HM-kapp- ingini, sum verður í Greve fríggjadagin og sunnu- dagin. Umframt Havnar Fimleikafelag eru tað Støkk og Ljósið. Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag eiga tó all- arhelst at metast sum sterk- asta føroyska liðið, tí tær vunnu føroyameistarakapp- ingina í ár. Sosialurin fer sjálvsagt at fylgja væl við, hvussu tað gongur hjá teimum trimum føroysku liðunum í HM- kappingini. Russiska liðið CSKA Moskva vann miku- kvøldið 3-1 á Sport- ing Lissabon í eini sera undirhaldandi UEFA-Cup finalu Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var tó ikki nógv, sum bendi á, at russiska liðið skuldi enda omaná, tá ið finalan var hálvrunnin. Sporting Lissabon, ið hevði fyrimun av at verða á heimavølli, var greitt betra liðið fyri steðgin, og teir høvdu eisini tikið leiðsluna í dystinum. Fyrimyndarligt kontraspæl Sporting Lissabon niður- spældi russiska liðið fyri steðgin, og tað var fult uppiborið, at teir løgdu seg á odda, tá ið fyrri hálvleik- ur var hálvrunnin. Rogerio fekk bóltin áraka brots- teigarmarkið hjá CSKA, og hann langaði bóltin í meskarnar dygst upp undir samankomingina. Portu- gisiska liðið hevði eisini fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist teimum ikki. Unga manningin hjá CSKA Moskva var tó sum hamskift eftir steðgin. Teir vóru nógv ágrýtnari, og tað tóktist sum um, at teir nú tordu betur at spæla sítt spæla. Hetta gav eisini at bíta, tá ið góðir tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. CSKA fekk eitt fríspark nakað úti í høgra borði, og Aleksei Berezoutski setti krúllin undir bóltin inni í brotsteiginum, og bólturin stakk í vøllin, áðrenn hann fór í netið aftan fyri Ri- cardo í Sporting-málinum. Nú var dysturin púra opin aftur, men tað gingu einans tíggju minuttir, so hevði russiska liðið, sum Roman Abramovich eigur ein stór- an part í, lagt seg á odda. Hesaferð var talan um eitt skjótálop, har CSKA vístki fyrimyndarligt kontraspæl. Portugisiski leikarin hjá CSKA, Carvalho, sendi ein frálíkan bólt inn millum verjuspælararnar hjá Sport- ing, og Yuri Zhirkov gerst leysur, og hann sendir hegnisliga bóltin millum beinini á Ricardo og í mál til 2-1. Sporting Lissabon gav tó ikki skarvin yvir, og tá ið eitt korter var eftir, var um reppið, at teir komu upp á javnt. Russiski málverjin Akinfeev hálvbjargar eini langskotsroynd, men Sport- ing heldur fast í álopinum, og ein bóltur verður sendur hegnisliga inn í málteigin, har ein Sporting-leikari roynir at benda í málið. Men bólturin rakar innar- síðuna á stongini, áðrenn hann støkkur í føvningin á CSKA-málverjanum. Akinfeev ger so skjótt av og byrjar eitt kontraálop, og 19 sekund eftir at hann fekk bóltin, liggur hann í Sporting-málinum. Síðsta fótin á hesum kontraálopin- um átti brasilski framherjin hjá CSKA, Vagnar Love, og harvið tryggjaði CSKA Moskva sær UEFA-Cup sigurin. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt russiskt lið hevur vunnið eina europe- iska kapping, síðani jarn- múrurin fall, men hetta er neyvan seinastu ferð, at vit hava hoyrt um hetta spenn- andi liðið, ið CSKA Mosk- va hevur. CSKA vann frálíka finalu Føroyameistararnir fara eftir gullinum Kvinnuliðið hjá Havnar Fimleikafelag, sum tekur lut í HM-kappingini, telur níggju fimleikarar. Mynd: Pætur Niclasen Tá ið vant var í Hoyvíkshøllini sunnudagin, høvdu kvinnurnar hjá HF eisini eina framførslu av seriuni, ið tær fara at framføra í HM-kappingini. Mynd: Pætur Niclasen