Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 20. mai 2005 23 Fiskirannsóknarstovan skrivar í tíðindaskrivi, at Magnus Heinason júst er afturkomin av royndatúri, har kanningar vórðu gjørdar av silda- og svartkjaftastovnunum. Væl av norðhavssild var at síggja í føroyskum øki, í mun til í fjør, men minni av svartkjafti. Sildin var góð, umleið 270g í miðal, og hon stóð mest sum í øllum norðara parti av økinum, norðan fyri 63°20'N. Sildin var stygg og ring at fáast við, og meginparturin av torvunum stóðu djúpari enn 200m og vóru nakað spjaddar. Kanningingin er liður í eini felagskanning av sild og svartkjafti í økinum norðan fyri Føroyar og inn í Barentshavið, skipað undir ICES, har Ísland, Noreg, ES og Russland eisini luttaka. Endaligu útrokningarnar av nøgdini av sild og svartkjafti verða tøkar í juni, har úrslitini frá øllum rannsóknarskipunum verða við. -jm Aðalfundur Felagið Trolbátar hevur aðalfund tann 27. mai 2005 kl. 10.00 á Sjómansheiminum í Runavík. Dagsskrá: 1. Formaðurin greiðir frá farna ári 2. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu 3. Val av nevndarlimum og tiltakslimum 4. Val av grannskoðara 5. Trolingin á landleiðini 6. Ymiskt Nevndin Danska heimasíðan lydhoer.dk hevur í løtuni eina greinarøð, sum viðgerð føroysk- an tónleik. Hetta er komið í lag aftan á, at Lydhør hevði tvey umboð á Atlantic Music Event. Umboð- ini hjá Lydhør um- mældu Prix finaluna rættuliga bersøgt NIELS UNI DAM nielsuni@sosialurin.fo Eisini hevur heimasíðan havt eitt ummæli av eini konsert í Fuglafirði, sum var kvøldið fyri Atlantic Music Event. Eisini her var tónin rættuliga harður, so harður at hópin av føroy- ingum hava blanda seg í kjakið, sum tók seg upp inni á Lydhør. Meiningar, frá "at en skide dansker ikke skulle komme her" til "at tað var at gleðast um, at tað endiliga var onkur, sum tordi at ummæla ordiliga" hava runga á alnótini. Umboðini hjá Lydhør hava nú avgjørt, at kunna danir um føroyskan tónleik. Tí verður komandi vika føroysk vika á Lydhoer.dk. Fyribils hava teir ummælt fløguna "The most Beauti- full things" hjá Høgna Lisberg og "Havsglóð" hjá Knút Háberg Eysturstein. Greinarøðin fer sambært heimasíðuni harumframt at fevna um: - Prix Føroyar vinnararnar, Go-Go Blues - Tungu dreingirnar "Víkinga-etno-málms bólkin" Týr - Teir skemtiligu punkararnir í 200 - Melodiski rokkbólkurin Deja Vu - Ein instrumental fløga við Brandi Jakobsen - Gittaragrundaði og tyngri rokkurin hjá Makrel - Ein jassutt uppliving við Run The Most Beautifull things Fyrsta fløgan hjá Høgna Lisberg fær av grovfílini. Tekstirnir eru teir ið fá harðastu viðferðina: "Det største problem ved al- bummet er dog, at teksterne simpelthen er en omgang naiv sødsuppe, som faktisk får mig til at ønske, at Høgni ikke sang på eng- elsk. Det ville nemlig be- tyde, at jeg ikke kunne for- stå det banale bras, som Høgni spilder sin udmærk- ede stemme på, og som for alvor hiver bundproppen ud af musikken. Føj for en gang Helmig!." Løgini eru sambært um- mælaranum í lagi, men mangla persónligheit og egið ljóð. Hann heldur at stórsti trupulleikin við fløguni er, at Høgni er ov óbúgin, men at hetta vón- andi verður betur á kom- andi fløguni. Ummælarin heldur, at røddin er fín, men at hann skal royna at arbeiða við henni, eisini skal hann royna at gera gittarspæli persónligari. Høgni Lis- berg, fær tó eisini góðu orð við á vegnum, t.d. heldur ummælarin at fyrst inn- trykk er gott. Hann fær eis- ini 3 stjørnur, av 6 møgu- ligum. Havsglóð Fløgan hjá Knút Háberg Eysturstein fær somuleiðis 3 stjørnur av 6 møguligum. Men ummælið er sum heild nógv jaligari. Serliga tey friðarligu løgini falla væl í smakkin hjá ummælaran- um. Meðan onkunstaðni verða tær størru ljóðmynd- irnar ov nógv av tí góða, serliga í lagnum Shine. Ummælarin endar við at skriva: "Knút Háberg Eyst- urstein har bestemt et øre for både de simple fæng- ende melodier og de større lydcollager, hvor mange elementer er tænkt sammen i en større helhed. Havs- glóð er måske og på mange måder et godt bud på en moderne færøsk lyd — man hører nærmest de vældige naturkræfter rase og ser de åbne stenede vidder for sig. En gedigen debut med andre ord." Menningar tarnað í miðdeplinum Leygardagin 28 maj skipar Tónleika- tiltakið Teitis saman við Róðrafelagnum Knørrur fyri fam- iljufestivali í komm- unuskúlagarðinum í havn, har tey menn- ingartarnaðu og teirra mentan eru miðdeplinum TEITISFESTIVAL tíðindaskriv Navnið á fagnaðinum er Teitisfestivalurin og sipar tað til gleði, skemt og stuttleika, sum eisini er evsta endamálið við tiltakinum. Alt millum himmal og jørð á skránni Tað verður fyrst og fremst á tónleikapallinum, at tey menningartarnaðu fara at gera seg galdandi, m.a. verður okkara egnu M’s Blues Band og Ælabogin at framføra, umframt ís- lendski bólkurin "Blik- andi stjørnur" og danski bólkurin ØPP (øl, pølser og popcorn), 3 ferð danski grand prix vinn- arnir Pop & Kompani. Víðari vera framførslur við Glott & Gleimi sum fara at framføra gykl, buktalu og skemti, og so ikki minst fara Willy Boys at framføra verðina hjá H.C.Andersen. Frá- søgumaður er Jóhan í Kollafirði, mon ikki hann kemur at seta sín serliga dám á tiltakið. Eins og á ólavssøku verður umframt tónleikur, nógv annað til undirhalds og hugna, - har verða nevniliga pylsuvognur, tombola, tær tiltiknu knørrakøkurnar, ís, popkorn og okkurt at drekka, umframt kunnu børnini sum hava keypt sær atgongumerki nýta skreiðiborgir, hoppiborgir og karusell so leingi teimum lýstir. Borgarstjórin Heðin Mortensen setur tónleika- fagnaðin í ár. Vónandi síggjast vit leygardagin 28 maj kl 14.00 á stuttliga Teitis- festivalinum. Internet Sosialur www.sosialurin.fo in Føroysk vika á Lydhoer.dk Nógv sild og minni svartkjaftur Myndin sýnir útbreiðslu av sild í kanningarøkinum (Ekkóvirðir av sild norðan fyri Føroyar 4-18/5-2005) mynd: www.frs.fo