týsdagur 12. september 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
25
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 174 - 12. september 2000
Nr. 174 - 12. september 2000
Minnnini sita føst
Bjarni í Stórustovu
Tann 12. september fyri 10
árum sí›ani. Ta› minnist eg
ikki. Jú, eg sat heima í
stovuni og hugdi at dysti-
num, og tá dysturin var li›-
ugur, var alt sjálvandi á
gosi.
Um kvøldi› fóru vit so
ein biltúr gjøgnum b‡in, og
ta› minnist eg sera væl. Hó-
ast vit royndu, so var ta› so
at siga ógjørligt at koyra í
b‡num, so nógv fólk var
alla sta›ni.
Vanliga ver›ur tiki› til, at vit menniskju altí› hava lyndi til at minnast tey positivu tingini her í lívinum. At naka› er um
tosi›, er einki at ivast í, tá tosa› ver›ur um hin 12. september 1990, munnu tey flestu minnast, hvat tey tókust vi›. Í øllum
førum var hetta stø›an hjá teimum f‡ra, sum vit spurdu um hendan minniliga dagin í føroyskari fótbóltssøgu
Steinfinn Mittelstein
Hatta kvøldi› minnist eg
øgiliga væl. Eg sá nevnliga
slettis ikki dystin.
Ta› var solei›is, at eg var
foreldraumbo› í barnagar›-
inum, har sonurin gekk, og
hetta kvøldi› høvdu vit
fund. Dystin løgdu vit sum
so einki í, tí eingin rokna›i
vi›, at Føroyar at gera nak-
a› sum helst, og vit ikki so
miki› sum tímdu at hava út-
varpi› tendra›.
Sostatt var ta› ikki, fyrr
enn eg kom heim, at eg fekk
úrsliti› at vita. Eg var tó ikki
ordiliga fanga›ur av stemn-
inginum, so nakran túr í b‡-
in bleiv ta› ikki til. Vit sótu
heima og lurta›u eftir út-
varpinum, og so var› annars
fari› í song til vanliga tí›.
Dagarnar
eftir
dystin,
kom eg tó meira og meira
vi› í øllum, og eg var eisini
millum teirra, sum fóru til
Danmarkar til næsta dystin
hjá føroyska li›num, og ta›
var so avgjørt ein fantastisk-
ur túrur.
Jógvan Sundstein,
táverandi løgma›ur
Hvar eg var 12. september í
1990. Eg var í Landskrona
og hugdi eftir dystinum.
Handan spurningin fekk eg
annars eisini, tá bankakann-
ingin var, men tá var ta›
orsaka› av, at eg hev›i veri ›
á fundi vi› Schlüter sama
dag.
Eftir dystin var lagi› heilt
ótrúligt. Ta› var ein heilt
serlig frøi á øllum. Ve›ri ›
var eisini av tí allarbesta, so
alt var bara so gott, sum ta›
kundi vera.
Sjálvur var eg tó ikki so
leingi úti í Landskrona. Vit
skuldu beina lei› aftur til
Keypmannahavnar, so vit
fingu ikki veri› í Svøríki
alla náttina.
Erla Hammershaimb
Smith
Kvøldi› gekk fyri seg so-
lei›is, at familjan var savn-
a› uppi á, har vit sótu og
hugdu eftir dystinum. Eg
vænta›i ikki ta› stóra av
hesum, so eg sat bara heilt
rólig vi› stokkunum.
Sum dysturin lei›, gjørd-
ist lagi› bara betri og betri,
og at enda høvdu leikararnir
vundi› okkum upp í loft.
Aftaná fóru vit sjálvandi
oman í b‡in, har vit bara
gingu og práta›u vi› fólk,
og annars fylgdu vi› í øllum
ru›uleikanum, sum var í
b‡num.
Lesarin hevur
kanska lagt til
merkis, at
einki prát er
við Páll
Guðlaugsson á
hesum síðum.
Hetta kemst
ikki av, at vit
á nakran hátt
hava gloymt
venjaran, sum
stóð við róðrið
fyri 10 árum
síðani. Trup-
ulleikin er, at
tað ikki
eydnaðist
okkum at fáa
fatur á Páll
sunnukvøldið
Páll ikki gloymdur
Fyrsti altjóða venjari okkara er ikki gloymdur
Hava prógvað
at vit kunnu
verða við
Formaðurin í Fótbóltssambandinum mátti klípa seg í
armin, eftir at Føroyar høvdu gjørt tað óhugsandi í
fyrsta EM-dystinum. Undan dystinum ivaðust hann og
aðrir við ábyrgd í, hvat tað skuldi enda við, tá Føroyar
møttu Eysturríki
EYÐUN KLAKSTEIN
Maðurin á ovastu rók í
Fótbóltsambandi Føroya er
í dag tann sami, sum hann
var fyri 10 árum síðani, tá
føroyska landsliðið trein inn
á altjóða fótbóltspallin við
einum ordans braki.
- Sigurin á Eysturríki var
tann størsti sigurin. Hesin
sigurin kemur altíð at standa
sum nakað heilt serligt í før-
oysku fótbóltssøguni, held-
ur Torleif Sigurðsson.
- Undan dystinum vistu
vit í grundini als ikki,
hvussu leikur fór at fara, tí
vit høvdu ikki roynt hetta
áður. Nógvir atfinningar-
samar røddir vóru frammi,
sum søgdu at vit fóru at gera
Føroyum fyri skommum,
og at vit ikki hoyrdu heima
í altjóða fótbólti.
Óveruligt
Bæði uttanlands og í Før-
oyum vóru tað nógv fólk
sum hildu, at Føroyar hevði
einki at gera í eini EM-
kapping, og at eitt tap undir
10-0 var ein sigur fyri Før-
oyar.
- Fólk førdu fram, at vit
áttu at kenna okkum hógv,
og at vit fóru at blíva av-
bukaðir ímóti Eysturríki.
Vit, sum stóðu við ábyrgd,
vóru eisini í iva um, hvussu
fyrsti dysturin fór at enda.
Tí var tað fullkomiliga ó-
veruligt, at vit skuldu vinna
á Eysturríki.
- Aftan á dystin mátti eg
klípa meg í armin og spyrja,
um hetta var veruleiki, ella
um tað var ein dreymur. Og
eg minnist, at folk í Eyst-
urríki tosaðu um eina
landaskomm. Ein heilt tjóð
var flov, tí vit høvdu sett
teirra landslið uppá pláss,
sigur Torleif Sigurðsson.
Kundi enda galið
Formaðurin í FSF heldur, at
grundsjónarmiðið fyri al-
tjóða luttøkuni hjá Føroyum
var sunt.
- Vit søgdu, at um vit ikki
kundu verða við fíggjarliga
ella ítróttarliga, so høvdu vit
einki at gera í altjóða fót-
bólti. Vit hildu, at vit vóru
á rættari leið, men vit vistu,
at tað kundi enda heilt galið,
um vit ikki stóðu okkum
fíggjarliga ella ítróttarliga.
Tíðin eftir sigurin á Eyst-
urríki hevur víst, at vit
hoyra heima í altjóða fót-
bólti. Vit standa okkum
bæði fíggjarliga, ítróttarliga
og umsitingarliga, sigur
Torleif Sigurðsson.
- Tá vit fóru uppí, kendi
eg meg vísan í, at um vit
ikki tóku kjansin tá, so fór
tað at verða trupult seinni,
tí treytirnar fyri limaskapið
fóru at broytast. Vit eru í
eini heilt serligari støðu sum
tjóð, tí vit eru ikki nakað
sjálvstøðugt land, og eftir at
múrurin fall, og londini í
Jugoslavia tóku loysing, eru
treytirnar fyri limaskapi
broyttar.
Gott fyri fólkið
Síðani sigurin á Eysturríki
hevur føroyskur fótbóltur
ment seg sera nógv, og so
seint sum fyri eini góðari
viku síðani var tað sjón fyri
søgn, at sjálvt tey bestu
landsliðini í Europa vinna
ikki altíð ímóti føroyska
landsliðnum.
- Vit hava nógvar før-
oyskar spælarar uttanlands,
og landsliðið hevur ment
seg nógv. Hetta hevði ikki
latið seg gjørt uttan luttøk-
una í EM og HM kapping-
um. Vit vóru noyddir at taka
stigið fyri at geva teimum
spælarunum, sum veruliga
hava hug og evni, ein
møguleika at koma longur,
sigur Torleif Sigurðsson.
- Okkara spælarar eru
búnaðir nógv hesi seinastu
10 árini. Føroyskur fótbólt-
ur hevur prógvað, at hann
kann verða við í EM og HM
kappingum, og um vit nú
høvdu tapt 10-0, hevði tað
verið ein skandala.
- Tey avrik, sum vit hava
í fótbóltsdystum, hevur
týdning fyri okkum sum
fólk. Tað skal einki politiskt
leggjast í tað, men tað eru
nógv fólk, sum eru glað fyri
góðu fótbóltsúrslitini, tí tey
vísa, at vit eru einki verri
enn onnur. Ofta eru hetta
eisini fólk, sum als ikki
hava áhuga fyri fótbólti sum
so.
Búskaparligur
fyrimunur
Umframt at viðvirka til, at
føroyingar gerast stoltir av
sær sjálvum, er fótbólts-
landsliðið ein búskaparligur
fyrimunur hjá føroyingum.
Umfamt tað nógvu og góðu
umrøðuna, sum fótbólturin
hevur við sær, kastar lut-
tøkan í altjóða fótbólti eisini
pengar av til føroyska
samfelagið.
- Vit staðfestu beinanveg-
in, tá vit fóru við í altjóða
fótbólt, at vit kundu ikki líta
á føroyska samfelagið at
fíggja okkara luttøku. Tí
kannaðu vit allar møguleik-
ar fyri fígging hjá UEFA og
FIFA, og tað vísir seg, at
hesi felagsskapir hava eina
solidariska skipan sum ger,
at øll fáa tað sama í grund-
gjaldinum, og síðani er tað
upp til hvørt land av standa
seg so væl sum gjørligt,
sigur Torleif Sigurðsson.
- Vit hava millum 12 og
15 milliónir krónur millum
fingrarnar hvørt ár, og
føroyska samfelagið fær
stóran ágóða av, at útlendsk
landslið koma hendan veg-
in. Vit fáa 700.000 krónur í
stuðli frá landskassanum,
men tað er bara ein partur
av tí, sum vit gjalda í MVG
og skatti.
Og hetta er 10 ár eftir, at
Føroyar góvu Eysturríki ein
vals, so tað hoyrdist úr Wien
heilt til Mikladals.
Og vit hava lært.
- Sigurin á Eysturríki var tann størsti sigurin. Hesin sigurin kemur altíð at standa sum
nakað heilt serligt í føroysku fótbóltssøguni
Ein heilt tjóð var flov, tí vit høvdu sett teirra landslið uppá pláss, sigur Torleif
Sigurðsson