týsdagur 12. september 2000síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
27
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 174 - 12. september 2000
Nr. 174 - 12. september 2000
JÁKUP MØRK
Millum teir glaðu føroying-
ar, sum fyri júst 10 árum
síðani fagnaðu føroyska sig-
rinum á Eysturríki, vóru
tveir, sum á hvør sín hátt
hava sett dám á føroyskan
landsliðsfótbólt seinnu ár-
ini.
Regin Egholm og Jens
Kristian Hansen mundu ikki
hugsa stórvegis um hetta, tá
teir veipaðu vi føroyskum
fløggum á Gongugøtuni,
men veruleikin í dag sigur,
at meðan Jens Kristian er
liðformaður á A-landsliði
okkara, er Regin formaður
í áskoðarabólkinum, 12.
maður.
Skipaði altið fyri
Tó so, hóast teir ikki kundu
vita alt hetta fyri tíggju ár-
um síðani, so vóru tá longu
onkur tekin um, at so skuldi
vera.
Jens Kristian heldur í øll-
um førum, at Regin altíð var
sera dugnaligur at skipa fyr-
i, tá okkurt var á vási.
- Tað stóð altíð okkurt ser-
ligt á skránni, tá Regin hev-
ði føðingardag. Hann gjørdi
altíð so nógv burtur úr, og
honum dámdi eisini væl, tá
fólk vóru nøgd við tað, sum
hann hevði gjørt. Á nýggj-
árinum vóru vit eisini altíð
heima hjá teimum, og var
nakað soleiðis á vási, so var
hann altíð til reiðar at traðka
til, greiðir Jens Kristian frá.
Um minniliga dagin fyri
10 árum síðani heldur hann,
at tað kvøldi var bara heilt
fantastiskt. Allur býurin var
á gosi, og hóast tað var
mikukvøld, so tóktust fólk
slettis ikki at vilja heim,
heldur hann.
Mitt undir øllum ruðul-
leikanum gjørdu teir báðir
vinmenninir eisini av, at tá
Føroyar skuldu í Parkina at
royna seg, skuldu teir eisini
vera til staðar, og teir hildu
eisini orð í so máta.
Um Danmarkarferðina
sigur Jens Kristian, at eisini
hetta var nakað heilt serligt.
- Hóast vit taptu 4-1, so
kendu vit øll tað, sum um
talan var um ein sigur. Með-
an danir vóru heldur ónøgd-
ir, og stillisliga fóru heim-
aftur, so vóru vit fleiri tús-
und føroyingar, sum bara
hildu á fram at syngja, eins
og vit høvdu vunnið dystin.
Regin og eg fylgdust eis-
ini allan hendan túrin, og
eftir dystin hildu vit leiðina
oman í býin. Eisini her var
lagið gott, og eg haldi at
handlarnir vóru farnir at lata
dyrnar upp, tá vit endiliga
settu kósina heimaftur.
Tað ferðina var tað nakað
heilt ófatuliga stórt, at
landsliðið kundi standa seg
somikið væl í altjóða høpi.
Í dag er støðan heilt øðr-
vísi, og krøvini frá áskoð-
arunum eru eisini væl størri.
T.d. var so at siga einki í
býnum mikukvøldið, sum
bendi á, at vit júst høvdu
fingið javnleik móti Sloven-
ia.
Ikki tí, eg øvndi ikki leik-
arunum frá 1990 nakað. Teir
høvdu heilt aðrar umstøður
at arbeiða undir, og flestu
teirra mistu pening av at
vera við á landsliðnum. Í
dag fáa leikararnir pengar
fyri meista arbeiðsløn, og
yvirhøvur eru allir karm-
arnir rundan um landsliðið
nógv meira professionellir.
12. maðurin munar
væl
Sum nevnt omanfyri, so
heldur Jens Kristian, at Reg-
in altíð hevur verið dugn-
aligur til at skipa fyri, og tí
gjørdist hann ikki so øgiliga
skakkur, tá hann gjørdist
Hvør sína leið, men tó í felag
At nógv er hent síðani víðagitna málið hjá Torkili er neyvan nakar ivi um. Fyri tveir teirra, sum hetta minniliga kvøld
fagnaðu landsliðnum, hava leiðirnar gingið í hvør sína ætt, men felagsnevnarin hevur tó verið landsliðið
oddamaður fyri 12. mann.
- Eg skal ikki siga, at eg
hevði væntað tað, men eg
var ikki so øgiliga bilsin, tá
eg fekk tað at vita. Hann
skal eisini eiga, at hann ger
eitt sera gott arbeiði á tí øki-
num, og yvirhøvur er 12.
maður ein sera góður stuðul
hjá okkum, sum eru á vøll-
inum.
Fyrr vóru t.d. als ikki so
nógv fløgg og annað, tá
landsliðið spældi sínar dyst-
ir, men nú er hetta gerand-
iskostur til dystir okkara.
Eisini til útidystirnar er 12.
maðurin við, og heldur ikki
her liggur teirra partur eftir.
Eg vil so sanniliga vóna,
at rúmd eisini verður fyri
teimum, tá FSF húsið verð-
ur bygt við Tórsvøll, tí teir
hava veruliga uppiborið at
fáa so góðar sømdir sum
gjørligt, heldur liðskiparin
á landsliðnum.
Byrjaði á
oyggjaleikunum
Núverandi formaðurin fyri
12. mann greiðir frá, at á-
hugi hansara fyri landslið-
num rættuliga tók dik á seg,
tá Oyggjaleikirnir vóru í
Føroyum í 1989.
- Tá var eingin ivi um, at
føroyska liðið var so nógv
tað besta, og vit vóru fleiri,
sum royndu at gera okkara
til, at dystirnir skuldu verða
so stuttligir sum gjørligt.
Tá dysturin móti Eystur-
ríki var á skránni, var lagi
tó ikki so gott at byrja við.
Eingin væntaði tað stóra av
dystinum, og eg hevði eisini
roknað við, at hetta bara var
nakað, sum skuldi fáast frá
hondini, so eg sat bara
heima saman við familjuni.
Tá úrslitið so varð greitt,
var støðan tó ein heilt onnur.
Eg royndi beinanvegin at
fáa fatur á nøkrum vin-
monnum, m.a. Jens Kristi-
ani, og vit fóru so beinan-
vegin at rigga okkum til at
fara í býin. Fløggini áttu vit
frá Oyggjaleikunum, og tá
hesi vóru funnin fram, var
bara at fara avstað. Vit
flaggaðu og stuttleikaðu
okkum alla náttina, og tað
var eisini hesa náttina, at
Jens Kristian og eg gjørdu
av at fara til Danmarkar.
Eisini Regin minnist dan-
markarferðina sum nakað
heilt serligt, og millum ann-
að greiðir hann soleiðis frá,
tá náttin var farin væl og
virðiliga at líða.
- Á veg heim fullu vit í
prát við ein dana, sum longu
var farin til arbeiðis. Hann
arbeiddi við vegagerð av
onkrum slag, og hann hugdi
eitt sindur løgið eftir okk-
um, soleiðis sum vit gingu,
málaðir í andlitinum og í
góðum lag. Hann segði okk-
um, at nú máttu vit skjótt
duga at síggja, at dysturin
var liðugt leiktur, og vit hó-
ast alt høvdu tapt. Hvussu
vit kortini kundu bera okk-
um at, eins og vit høvdu
Regin hevur altíð verið
ótrúliga dugnaliugr at
skipa fyri ymsum, so eg
varð ikki skakkur, tá
hann gjørdist formaður
fyri 12. manni
Tá droymdi eg ikki um,
at Jens Kristian skuldi
gerast liåskipari á
landsliðnum, men í
dag má eg siga, at tað
er ikki óuppiborið,
sigur Regin. Form-
aðurin í 12. manni
vunnið dystin, dugdi hann
so slettis ikki at skilja.
Hugsaði ikki um
landsliðið
At Jens Kristian nøkur ár
seinni skuldi gerast ein av
berandi leikarunum á lands-
liðnum, hevði Regin ikki
hóming av fyri 10 árum síð-
ani.
- Vit vóru á sama ung-
lingaliði hjá B36, og hóast
hann tá var komin á fyrsta
lið, var tað ikki í mínum
tonkum, at hann skuldi
koma somikið langt.
Hann skal tó eiga tað, at
hann í nógvar dystir hevur
verið millum teir stinnastu
á landsliðnum, so tað er av-
gjørt ikki óuppiborið, at
hann nú er vorðin liðskipari.
Málið hjá Toda var
byrjanin
Um sjálvan 12. mann sigur
Regin, at hetta var nakað,
sum hann hevði hugsað um
í eina tíð, áðrenn tað at enda
gjørdist veruleiki.
- Eg var við landsliðnum
á fleiri uttanlandsferðum,
og har sá eg, hvussu áskoð-
ararnir skipaðu seg aðra
staðni, og hetta helt eg so
avgjørt, at vit eisini áttu at
gera.
Leingi var tað tó ikki
meira enn til tos, men eftir
sigurin niðri á Malta broyt-
tist alt hetta. Kenslan eftir
sigurin, sum kom í land í
evstu løtu, var somikið ser-
lig. Fólk, sum valla kendu
hvønn annan klemmaðust
og mussaðust, og eftir hetta
tók tað ikki langa tíð. Áð-
renn vit fóru heim, var sem-
ja um, at vit skuldu taka stig
til at gera eitt felag, tá vit
komu aftur, og knappan
mánað eftir dystin hevði 12.
maður
stovnandi
aðal-
fundin.
Hava gjørt Føroyar
kendar
Í dag telur felagið millum
300 og 400 limir og virk-
semi okkara er eisini nógv
12. septermber 1990 niðri
á Vaglinum. Hýrurin er av
tí allarbesta, og einki er,
sum bendir á, at tveir av
teimum fýra á myndini
skulu hava sín stóra leik-
lut í føroyskum lands-
liðsfótbólti 10 ár seinni
Maðurin, sum fram um allar
hinar føroyingarnar kom í
miðdepulin í Landskrona
mikukvøldið 12. september
1990, var Torkil Nielsen. Í
62. minutti smeyg hann sær
framvið tveimum mót-
støðumonnum, áðrenn hann
úr fimtan metrum smekkaði
flatt í netið, og størsta sen-
satiónin nakrantíð í altjóða
fótbóltssøguni var sett á
breytina.
Tey seinnu árini hevur
Torkil gjørt lítið við fótbólt-
Torkil tímdi ikki av landinum
Hóast tilboð um royndarvenjingar aðra staðni, so droymdi føroyski
málskjúttin í Landskrona ongantíð um at gerast yrkisspælari í útlandinum
in. Fótliðirnir eru viðbrek-
nir, men hugurin til fótbólt-
in hevur verið góður. Tað
hevur havt við sær, at nógvir
kilometrar eru brúktir av til-
fari at stuðla fótliðirnar við.
Síðsta ferðin, hetta varð
gjørt, var leygardagin. Tá
var síðsta umfarið í old boys
kappingini á skránni. Torkil
Nielsen, sum 26. januar fylti
36, hevur nú aldur til old
boys fótbólt. Hann var í
Fuglafirði, og evnini eru
framvegis góð. Tey seinastu
fýra árini hava tvørámenn
vunnið kappingina. Hesa
ferð vann SÍF. Í finaluni
spældu teir ímóti TB, sum
hevði vunnið hin bólkin.
Tað var neyðugt við brots-
sparkskapping, árenn tað
var greitt, at Torkil og teir
høvdu vunnið FM.
Sunnudagin hildu tey 10
ára føðingardag heima hjá
Janu Mariu og Torkili í
Sandavági. Sunnrið varð
fødd á Landssjúkrahús-
inum, meðan Torkil og teir
fyrireikaðu seg til stóru
uppgávuna í Landskrona.
Torkil hevur so mangan
ásannað, at sigurin ímóti
Eysturríki var grundaður á
eitt liðavrik, har allir strídd-
ust fyri allar. Hann vil ikki
gera nakað serligt hóvasták
burturúr sær sjálvum.
Men tað varð nógv gjørt
burtur úr Torkili fyri tíggju
árum síðani. Tíðindafólk
kimaðu og ringdu, og vit-
janirnar í Sandavági vóru
títtar. Útlendingar vóru á-
hugaðir í at fáa Torkil av
landinum at spæla fótbólt,
men høvuðspersónurin var
ikki áhugaður:
– Tíðirnar eru so nógv
broyttar hesi seinastu tíggju
árini. Eg var als ikki hug-
aður at fara av landinum at
royndarvenja, og hugsanin
um at liva av fótbóltsspæl-
inum rúmaðist ikki í huga-
num tá, hevur Torkil Niel-
sen sagt.
Torkil var á landsliðnum
átjan ferðir. Hann var sjálv-
skrivaður á liðnum hvørja
ferð, men skaðar hildu hon-
um burtur fleiri ferðir. 16.
juni í 1993 segði Torkil far-
væl við landsliðið. Tað var
ímóti
Kekkoslovakia
á
Svangaskarði.
14. apríl í 1989 skoraði
Torkil fyrsta føroyska málið
í altjóða skrásettum lands-
dysti. Tað var ímóti Kanada
í Gundadali. Besta skeiðið
í hansara tíð á landsliðnum
var í 1990 og 1991. Eftir
sigurin á Eysturríki legði
Torkil frammanfyri 40 tús-
und áskoðarum upp til 1–1
málið í Ítróttarparkini. Allan
Mørkøre skoraði. Í næsta
dystinum var úrslitið 1–1 í
Belfast. Kári Reynheim
stútaði málið. So gekk
minni væl hjá landsliðnum.
Nú er stóra frítíðarítrivið hjá
Torkili seyðurin. Hann er
røktingarmaður í einum
parti av Giljahaga. Har eru
180 áseyðir. Um einar
tríggjar vikur fara teir at
ganga fjøllini í Sandavági,
har tað er lítið av kongs og
nógvir ognarar.
Tá teir fara á fjall í Gilja-
haga, verður Torkil Nielsen
álitið. Akkurát sum hann so
ofta var tað á landsliðnum.
Tá plagdi hann at undirs-
trika, at talan var um lið-
avrik. Tað ger hann eisini
hesa ferð. Honum dámar
væl at tosa um seyð. Men
honum líkar lítið, at fjøl-
miðlarnir gera so nógv burt-
urúr honum, tí tað var hann,
sum skoraði málið í Lands-
krona í dag fyri tíggju árum
síðani! Tað ber boð um ein
evnaríkan og lítillætnan
mann. Ikki undur í at lið-
felagarnir frá Landskrona
tíðini bera honum alt tað
besta. Tað ger pressan eis-
ini, sjálvt um hann ikki vil,
at vit seta hann í miðdep-
ulin. Men tað er ein veru-
leiki, sum tað ikki ber til at
dylja, at Torkil kom í mið-
depulin fyri tíggju árum síð-
ani – bæði heima á landi og
burturi í stóru verð.
JH
Hjá Janu Mariu og Torkili hildu tey sunnudagin 10 ára
føðingardagin Sunnrið. 10 ára degnum fyri tiltikna
málinum í Landskrona vil Torkil einki gera burturúr
Mynd: Edvard Joensen
økt. Vit selja keppar, turri-
klæði og fløgg, og tað er so
avgjørt ikki bara í Føroyum,
at áhugi er fyri hesum.
Millum annað kann nevn-
ast, at Seytjan á Áarvegnum
hevur roynt seg við at selja
lutir frá okkum, og tað hev-
ur ikki staðið á at selt hetta
til ferðafólk. Eisini eru
nógvir fyrispurningar frá út-
londum, og til stuttleikar
kann nevnast, at bæði í Ju-
goslavia og Sveis eru áskoð-
arar úr heimlandinum, sum
allarhelst fara at rópa á
Føroyar, tá okkara menn
skulu royna seg í komandi
mánaði.
At landsliðið - saman við
Regini Vágadal – er besta
umboð okkara úteftir er
Regin ikki í iva í, og alla
staðni hann hevur verið eru
hetta lutirnir, sum fólk seta
í samband við Føroya.
At hann so sjálvur saman
við barndómsvininunm nú
er miðdepil fyri hetta PR-
arbeiði fyri tjóð okkara er
so neyvan nakað, sum Reg-
in hevði roknað við, tá hann
saman við vinmonnum sín-
um fór oman í Gongugøt-
una at gleðast um málið hjá
Torkili Nielsen.
Eitt mál, sum av álvara
setti Føroyar á heimskortið.
Báðir eru teir samdir um, at dysturin í Parkini var
nakað heilt serlig