fríggjadagur 20. mai 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 93 - 20. mai 2005
Ringanna harri:
Kongurin kemur aftur
Í hesum triðja og seinasta
parti av Ringanna Harri
verða allar undanfarnu frá-
søgurnar bundnar saman,
og úrslitið er ein stórfingin
filmur við fleiri ótrúligum
løtum. Hin óndi Sauron og
ræðuligi herur hansara fara
undir at hertaka heimin. Og
Fróði, djarvi hobbin, er
tann einasti, ið kann bjarga
Miðgarði. Saman við ferða-
liði sínum fer hann til
gongu ímóti Eldfjallinum.
Ferðin er sera vandamikil.
Gingið verður ígjøgnum
myrkar skógir og upp um
ivasom fjallaskørð, fíggind-
in er í hølunum á teimum
og kann eisini verða fyri
framman. Hesin síðsti part-
urin í røðini er fyri leik-
stjóranum, manninum aftan
fyri
filmsverkætlanina
Peter Jackson, tann besti.
Filmurin er hæddarpunktið
í allari søguni, sigur hann.
Høvundurin at Ringanna
Harri, JRR Tolkien, hevur
við verki sínum ávirkað
fleiri ættarlið av lesarum.
Og tað vóru fá, ið hildu at
ein filmgerð av Ringanna
Harri kundi verða væleydn-
að. Fyri Peter Jackson var
alt arbeiðið ein stórur bar-
dagi. Hann var herovastin,
ið leiddi mikla herin av
starvsfólkum — t.d. lista-
fólk við serkunnleika innan
talgildislist, vápnaserfrøð-
ingar, steinmyndahøggarar,
málfrøðingar, klædnafólk,
stylistar, smiðir, model-
byggjarar, sjónleikarar og
ikki minst heili 26.000
statistar. Øll hesi hava verið
til at gjørt hugaheimin hjá
Tolkien til veruleika á
filmsspolanum.
The Million Dollar Hotel
Navnið á hotellinum ljóðar
fínt, men The Million Doll-
ar Hotel í Los Angeles er
eitt heim hjá nøkrum fá-
tækum einstaklingum, ið
ikki finna innivist úti í tí
borgarliga samfelagnum.
Hotellið fær enn verri orð á
seg, tí tvey deyðsføll verða
staðfest á staðnum. Filmur-
in byrjar við at hin ungi
Tom Tom loypir í deyðan
av ovastu hædd. Í lopinum
hugsar Tom Tom um und-
anfarnu tíðina, um løg-
regluarbeiðið í sambandi
við morðið á listamannin
Izzy Goldkiss — ígjøgnum
tankarnar hjá Tom Tom
koma vit inná søguna í
filminum. Tað kemur fram,
at Izzy Goldkiss er sonur til
ein kendan fjølmiðlamann,
so nú verður FBI-agenturin
Skinner (Mel Gibson) sett-
ur at kanna málið. Hann
gerst skjótt greiður yvir, at
gestirnir á hotellinum eru
nakrir serskøltar og sam-
felagstaparar. Til dømis er
Vivien ein av gestunum.
Hon sigur, seg havi verið
unnusta Izzys, men hesum
ivast fleiri í. So er tað hin
karismatiski
Geronimo,
sum í veruleikanum er ein
verri lygnhálsur, ið roynir
at vinna sær pening við at
selja abstraktu málningar-
nar hjá Izzy. Skinner hittir
eisini skøkjuna Eloise, ið
dámar at lesa intellektuell-
an lesnað, og Dixie, ið
roynir at sannføra øll fólk
um at hann í veruleikanum
er tann fimti limurin í The
Beatles. Men sum kann-
ingararbeiðið gongur gerst
tað klárt, at eisini Skinner
agentur hevur sínar heldur
løgnu síður og serleikar.
Við:Tom Tom: Jeremy
Davies. Eloise: Milla
Jovovich. Agent Skinner:
Mel Gibson. Geronimo:
Jimmy Smits. Dixie: Peter
Stormare.Vivien:
Amanda Plummer.
Jessica: Gloria Stuart.
Shorty: Bud Cort. Izzy
Goldkiss:Tim Roth.
Terence Scopey: Julian
Sands. Stanley Goldkiss:
Harris Yulin.
Leikstjórn:Wim Wenders
Við m.ø.: Elijah Wood,
Sean Astin, Sir Ian
McKellen, Cate Blan-
chett,Viggo Mortensen,
Liv Tyler og Orlando
Bloom.
Upprunaheiti — The
Lord of the Rings:The
Return of the King
Ungi og djarvi hobbin Fróði við ringinum. Mann tað fara at
eydnast honum at vinna á tí ónda valdinum?
Filmurin Ringanna Harri
vann heili 11
oskarvirðislønir, m.a. fyri
besta film og bestu leikstjórn
Á Canal+ Film1 í kvøld kl. 20.00
Hin karismatiski
Geronimo (Jimmy
Smits) og Tom Tom
(Jeremy Davies)
Dramafilmur frá 2000
við m.a. Milla Jovovich
og Mel Gibson
Á Kanal 5 sunnukvøldið kl. 21.00