Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 94 - 21. mai 2005 Vestmanna Tourist Centre er nú liðugt og letur upp alment um vikuskiftið FERÐAVINNA Tey sum ætla at vitja í Vestmanna um vikuskiftið, meðan bátastevna er, hava eisini møguleikan at vitja nýggju ferðavinnumiðstøð- ina Inni á Fjørð. Handilin og kunningarstovan, sum millum annað skipar fyri útferðunum hjá Sjóferðum (Skúvadal Spf) undir Vest- mannabjørgini, lótu upp fyri tveimum vikum síðani. Og nú er so eisini klárt at lata sjálva matstovuna upp. Í matstovuni kunnu 70 fólk sita, og ætlanin er at hava eina serliga báta- stevnu matskrá nú um vikuskiftið, siga fyrireikar- arnir. Kommunan hevur sein- astu dagarnar asfalterað økið uttan fyri sjálv húsini og gomlu skúrarnir, ið stóðu har eru burtur, so økið við bátahylin er ikki til at kenna aftur. Bygningurin hjá Vest- manna Tourist Centre er góðar 250 fermetrar. Kappingin um at gerast Ársins Song- rødd er í ár skorin niður til tvey innleið- andi umfør og eina finalu. Í mesta lagi 20 sangarar sleppa við til kappingina, sum í ár verður hildin í Fugla- firði TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo So er tíðin aftur komin til at finna Ársins Songrødd. Nógvar føroyskar song- stjørnur eru gjøgnum tíðina sprotnar úr hesi kapping, og fleiri av teimum hava síðani funnið sær vegin fram á stóra tónleikapallin- um - bæði her heima og úti í stóru verð. Tvey undanumfør eru á skránni í ár, og verða bæði hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Sjálv finalan verður eisini í Fuglafirði, har umstøður og karmar til slík tiltøk eru framúr góð. Í mun til seinasta ár verð- ur nú ein langur listi við fleiri hundrað løgum at velja ímillum. Listan finnur tú á www.songroddin.com. Bert pláss fyri 20 Í ár er tó einans pláss fyri 20 luttakarum, so tað ræður um at tekna seg til kapping- ina skjótast gjørligt. Hetta kann gerast inni á heima- síðuni, har tað eisini ber til at finna reglar og ymiskt annað um sjálva kapping- ina. Tekningin fer fram inni á www.songroddin.com, og heldur áfram til 26. mai. Á sjálvum pallinum verður Ragnhild Ellings- gaard vertur til tiltakið, meðan Elin í Stórustovu skipar fyri undirhaldinum á DJ-Showinum, sum verður aftaná sjálva kappingina. Fyrsta innleiðandi um- farið verður 11. juni, og finalan verður tann 25. juni. Børnini, sum ætlað sær við í Nósabarna- prixið, skulu fyrst gjøgnum eina upp- tøkuroynd, sum verð- ur í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði leygardagin TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nú stendur Nósabarnaprix- ið aftur fyri durunum, og væl umtókta sangkappingin fyri børn hevur verið so væl umtókt seinnu árini, at fyrireikararnir hesaferð hava gjørt av, at ein upp- tøkuroynd skal vera fyri kappingina. Áður hava nógv fleiri børn, enn pláss hevur verið fyri í kappingini, teknað seg til, og í ár verður roynt við ein úttøkuroynd, har tey, sum duga best, at syngja verða vald til kapp- ingina. Vinnarin fær 10.000 kr. Upptøkuroyndin verður í Mentanarhúsinum í Fugla- firði leygardagin frá kl. 14.00 til 19.00, og tá kunnu øll børn millum 7 og 14 ár royna seg. Tað er ikki neyðugt at hava nakran tónleik við sær, tí Kim Hansen situr við klaverið og spælir tað, børnini ynskja. Eisini verða trý fólk, sum hava drúgvar royndir innan sang og tón- leik, sum velja út tey 30 børnini millum til kapping- ina. Trý innleiðandi umfør verða hildin í Mentanar- húsinum í Fuglafirði, og sjálv finalan verður á varmakeldustevnu. Vinnarin av Nósabarna- prixnum 2005 fær 10.000 krónur, nummar 2 fær 3.000 krónur og nummar 3 fær 1.500 krónur. Harafturat verður ein fløga gjørd, har øll børnini, sum koma í finaluna, syngja ein sang. Fyrsta kappingin í Nósa- barnaprixnum verður tann 11. juni. Nósabarnaprix 2005 í nýggjum hami Besta songrøddin skal finnast Fjørukrógvin í Vestmanna opin Í nýggju matstovuni, Fjørukrógvin, er pláss fyri 70 fólkum at sita, og um vikuskiftið verður ein serlig bátastevnumatskrá