leygardagur 21. mai 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 21. mai 2005
3
Advokatar selja »skriftstøð« til politikarar
Advokatar hava nær-
um fingið einarætt
uppá sannleikan í
føroyskum politikki.
Ja, teir kunnu næstan
samanberast við orak-
ul og heksadoktarar.
Men tað ber altíð til at
bíleggja sær politisk
argument frá einum
advokati, og øll fáa
tað, sum tey hava brúk
fyri, tí nógvir teirra
eru til sølu til hægst-
bjóðandi. Tað heldur
stjórnmálafrøðinguri
n Sjúrður Skaale, sum
ávarar ímóti gongdini
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Føroyar verða stýrdar av
heksadoktarum.
Tað er yvirskriftin í einari
grein, sum stjórnmálafrøð-
ingurin Sjúrður Skaale
skrivar í Tinghelluni í Sosi-
alinum í dag.
Sjúrður Skaale, sum áður
hevur starvast í miðfyrisit-
ingini í landsstýrinum og
hevur verið skrivari í
Fólkatinginum, er rættiliga
bersøgin í greinini, har
hann leggur eftir bæði pol-
itikarum og advokatum.
– Tá ein advokatur sigur
okkurt, so hevur tað í Før-
oyum nógv størri týdning,
enn um onkur annar - til
dømis Føroya løgmaður -
sigur tað. Advokatar hava í
føroyskum politikki nærum
fingið einarætt uppá sann-
leikan. Ja, teir kunnu næst-
an samanberast við orakul
og heksadoktarar, sigur
Sjúrður Skaale.
Skriftstøð frá
advokatum
Hann tekur viðgerðina av
nýggju yvirtøkulógini fram
sum feskasta dømi um,
hvussu advokatar verða
brúktir og misbrúktir í før-
oyskum politikki.
– Undir viðgerðini av
málinum settu bara nakrir
heilt fáir av okkara fólka-
valdu seg førar fyri at seta
fram egna meting av hesum
fløkta máli. Nei, til tess
kravdust notat frá advokat-
um! So politikararnir gingu
og veipaðu við notatum og
býttu notat út, og lósu
burtur úr notatum, tá teir
talaðu, sigur Sjúrður Skaale
og vísir á tey mongu upp-
ritini frá advokatum, sum
vóru brúkt fyri og ímóti
yvirtøkulógini.
– Tað var sum at sita í
kirkjuni at hoyra politikarar-
nar, hvør í sínum lagi, royna
at útleggja tekstin hjá hesum
ymisku advokatunum. Tí
eins og prestarnir mugu
royna at byggja alt tað, teir
siga, á Skriftina, so tordu
fáir politikarar at siga nakað
uttan so, at teir kundu vísa
til okkurt "skriftstað" hjá
einum advokati.
– Ein avgerandi munur er
kortini: Bíblian er liðugt
skrivað. Har er einki at
leggja afturat, og einki at
taka frá. Men tørvar tær
hjálp í politikki, kanst tú
altíð bíleggja eitt nýtt notat
frá einum nýggjum advok-
ati. Tað varð gjørt fleiri
ferðir í hesum málinum. Og
allir partar fingu akkurát
tað, sum teir vildu hava!
Advokatar til sølu
Sjúrður
Skaale
ávarar
ímóti, at advokatar fáa so
stóra ávirkan í føroyskum
politikki, tí teirra mein-
ingar eru ymiskar.
– Hetta málið átti at lært
okkum, at advokatar eru
menniskju sum tú og eg.
Teirra meiningar og met-
ingar fara í hvør sína ætt.
Teir kunnu duga væl - men
teir kunnu eisini duga út av
lagi illa. Og so eru nógvir
teirra eisini til sølu til tann,
sum bjóðar mest.
– Tí er tað skeivt, at ad-
vokatar hava status sum
politisk orakul. Ein politik-
ari hevur skyldu til at seta
seg væl inn í tingini, og
síðani taka støðu eftir bestu
sannføring.
Sjálvsagt
kunnu advokatar geva ráð -
men politikarin skal ikki
keypa sær argument frá ad-
vokatum. Hann skal sjálvur
duga at grundgeva fyri síni
avgerð. Hann skal skilja
hvat tað er, hann ger. Og
tað vóru tað bert fáir
politikarar, sum gjørdu í
hesum føri, sigur Sjúrður
Skaale.
Greinin kann lesast í
fullum líki í Tinghelluni í
blaðnum í dag.
Starvslýsing
Undirstjóri til Føroya Realkreditstovn
Heiðavegur 15
Postboks 190
FO-600 Saltangará
Telefon 34 34 54
Telefax
Correspondent Firm of
International
a Swiss Cooperation
KPMG
SPEKT statsaut.
revisorar Sp/f.
spekt@spekt.fo
www.spekt.fo
Staravegur 17
Postboks 3258
FO-110 Tórshavn
Telefon 34 34 34
Telefax 34 34 35
Fyri Føroya Realkreditstovn verður søkt
eftir undirstjóra at byrja skjótast til ber.
Virksemið hjá Føroya Realkreditstovni
fevnir um útlán við veð í fiskiførum, flót-
andi eindum og førum í frálandsvinnu og
fiskaaling við heimstaði í Føroyum.
Stovnurin verður stjórnaður av einari
trímannastjórn, ið verður tilnevnd av
landsstýrismanninum í Fíggjarmálum.
Á stovninum eru 2 starvsfólk, umframt
undirstjóran.
Undirstjórin hevur ábyrgdina av dagligu
leiðsluni av Føroya Realkreditstovni við
ávísing til stjórnina.
Undirstjórin skal í neyvum samarbeiðið
við stjórnina, hava ábyrgdina av dagligu
leiðsluni av framhaldandi rakstri
felagsins, herundir skipa fyri veitan av
lánum og røkt av núverandi lánum.
Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.
Um Føroya Realkreditstovn
Starvið
Umsøkjarin
Umsóknir
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin:
• hevur hollan ástøðiligan og praktisk-
an kunnleika til roknskap og fíggjar-
viðurskifti
• hevur hollan kunnleika til vinnuøkini
sum útlánini hjá stovninum fevna um
og samfelagsviðurskifti sum heild
• hevur leiðsluroyndir
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góð samstarvsevni
• dugir væl at málbera seg í skrift og
talu.
Umsókn við upplýsingum um útbúgving
og royndir, skal sendast til SPEKT
statsaut. revisorar Sp/f, í seinasta lagi
15. juni 2005.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Árna Ellefsen á telefon
34 34 45 ella 54 34 45.
Allar upplýsingar og umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði.