Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 21. mai 2005 5 Vágbingar alla orsøk til at gráta Gamla kommunuskrivstovan takast niður – Vit eru ómetaliga kedd í Vági og nú vænti eg at tað verður ógvuliga torført at fáa vágbingar at góðtaka eina kommunusam- anlegging, sigur Hans Joensen, býráðslimur SKÚLADEPIL OG ELLISHEIM Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er ein sorgarstøða í Vági. Hans Joensen, býráðs- limur í Vági, sigur, at vág- bingar eru ómetaliga kedd- ir, eftir at Løgtingið gjørdi av at flyta miðnámsskúlan úr Vági og leggja hann í Hovi. Sjálvur var hann av ít- arstu undangongumonnum fyri at varðveita skúlan í Vági. – Einastu amennu ar- beiðspláss vit høvdu í Vági, var skúlin, men nú eru tey eisini flutt. Hans Joensen vísir á, at hesi seinsastu 15 árini eru ein hópur av almennum arbeiðsplássum fluttúr Vági. Hann nevnir Strandferðsl- una, sum gav Vágs Komm- unu 500.000 krónur í inn- tøku um árið. Hann nevnir eisini Toll- og Skatt, Al- mannastovuna og sýslu- skrivstovuna, sum alt er flutt á Tvøroyri. Og nú seinast eru eisini vardu íbúðirnar í Vági afturlætnar. Harafturat kom ætlaða frímerkjadeildin heldur ikki til Vágs. – Vágbingar hava alla or- søk til at gráta, sigur Hans Joensen. Slættað við jørðina Í eini seinastu roynd at varðveita skúlan í Vági, samtykti ein meiriluti í Vágs Býráð at fara undir samráðingar um at leggja alla oynna í eina kommunu. Hetta var eitt stórt stig hjáVágs Býráði, tí higartil hevur tað ikki vilja hoyrt talan um eina kommunu í Suðuroy. Men treytin var eisini, at skúlin varð bygdur í Vági. Nú skúlin er fluttur, veit Hans Joensen ikki, hvussu verður vorðið við saman- legging. Hann leggur dent á, at sjálvur hevur hann ikki tikið støðu til spurningin um samanlegging. – Men eg dugi at síggja, at í løtuni er grundarlagið hjáVágs Kommunu at leggja saman við øðrum kommunum, ómetaliga veikt. Eg ivist eisini stórliga í, um vág- bingar høvdu atkvøtt fyri eini samanlegging, soleiðis sum støðan er nú, heldur býráðslimurin. Høvdu vit fingið skúlan í Vági, kundu vit samráðst um samanlegging á nøkun- lunda jøvnum føti við hinar kommunurnar, tí so stóðu báðir partar. Nú liggur ann- ar parturin slættaður við jørðina og tað kann neyvan nakað gott spyrjast burt- urúr. Annars staðfesti seinasta samtyktin í Vágs Býráði, at verður skúlin ikki bygdur í Vági, dettur eisini tilboðið um samanlegging, burtur. Røktarheim vælkomið Hans Joensen vísir staði- liga aftur, at meirilutin í Vágs er ómóti at byggja røktarheim í Vági. – Eg havi ongantíð havt nakað ímóti at eitt røktar- heim verður bygt í Vági og tað haldi eg heldur ikki, at nakar annar hevur. Eitt røktarheim skal vera væl- komið í Vági og tað hevur býráðið eisini staðfest í eini samtykt um miðnáms- skúlan. – Men eg haldi framveg- is, at tað var skeivt at offra skúlan afturfyri. Kundu vit varðveita skúlan afturfyri, góðtóku vit, at røktarheim- ið skuldi byggjast á Tvøroyri. Hans Joensen sigur, at er ætlanin at byggja røktar- heim í Vági, ivast hann ikki í, at býráðið fer at geva byggiloyvi til tað. – Men eg fari at seta meg ímóti, at tað verður bygt vesturi á Eiðinum á stykk- inum, sum var ætlað til skúlan. Eftir mínum tykki skal eitt røktarheim í Vági byggjast úti á Marknoyri á økinum, sum kommunan hevur lagt av til eldraøki. – Í býarætlanini fyri Vág, er økið á Marknoyri sett av til eldraøkið og økið veturi á Vatninum sett av til skúla- og ítrótt. Annars heldur Hans Joensen, at tað verður ikki uttan trupulleikar at seta eitt røktarheim á stovn í Suðuroy, tí her er onki útbúgvið fólk yvirhøvur til at átaka sær arbeiði á einum slíkum røktarheimi. Í summar hvørvur eitt sermerkt hús úr býarmyndini í Vági BÝARMYND Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal gamla kommunu- skrivstovan í Vági takast niður. Tað hevur Vágs Býráð samtykt á býráðsfundi nak- að síðani. Húsið er í avbera ringum standi og tað stendur at detta niður. À býráðsfundinum upp- lýsti Dánjal Bjarkhamar, formaður í teknisku nevnd, at ein byggikønur hevur kannað húsini og hann er komin til ta niðurstøðu, at tey eru kavrotin og í so vánaligum standi, at tað eru óráð at gera tey ístand. Tí eru einastu ráðini at taka tey niður. Býráðið hevur kortini í huga, at musikkskúlin brúkar húsini og somuleiðis hevur miðnámsskúlin bøk- ur í húsinum. Arbeitt verður nú við at finna aðrar loysnir fyri tí, men Dánjal Bjarkhamar sigur, at endamálið er at fáa húsini tikin niður nú í summar. Eitt eyðkenni við húsin- um er tann málaði rúturin oman ímóti vegnum. Tað er ein málningur, sum lista- málarin, William Smith, málaði og Dánjal Bjark- hamar sigur, at ætlanin er at taka hann úr og at varðveita hann. – Vágs Kommuna er slættað við jørðina, men tað er bein- leiðis ósatt, at vit eru ímóti at byggja røktarheim í Vági, sigur Hans Joensen, býráðs- limur í Vági. Men hann heldur, at eitt røktarheim skal ikki byggjast vesturi á Eiðinum, men á Marknoyri, sum er sett av til eldraøki Gamla kommunuskrivstovan í Vági er ikki nakað prýði fyri býin. Húsið stendur at rapa og nú verður tað tikið niður