Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 94 - 21. mai 2005 Í næstum verður borgarstjórin í Havn klagaður til løgtings- ins umboðsmann. Minnilutin í býrðan- um veit nevniliga einki um fleiri av milliónaavgerðunum, sum í seinastuni eru tiknar BÝRÁÐIÐ Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Eg haldi tað vera ódám- ligt, soleiðis sum nýggja samgongan hevur sett sær fyri at halda minnilutan púrasta uttanfyri alt býráðs- arbeiðið. Allir býráðslim- irnir eru jú valdir inn at umboða fólki, og tað fylgir ein stór ábygd við tí valin- um. Men her eru allar regl- ur og lógir settar til viks, sigur Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri. Hildin uttanfyri Jan heldur tað absolut vera positivt, at býráðslimir fara út at vitja borgarar og eig- arafeløg. Hann gevur eisini Marin Katrinu Frýdal, for- kvinnu í teknisku nevnd, rætt, tá hon sigur, at tað ofta verða avgerðir tiknar út frá pappírum og kortum. – Men tað er ódámligt og margháttligt, soleiðis, sum samgongan arbeiðir. Eg havi sitið í býráðnum í 20 ár, og eg havi aldri upplivað nakað líknandi, staðfestir Jan Christiansen. Hann vísir á, at býráðið er bygt upp av nevndum. Og tað er har, at avgerðir- nar eiga at verða tiknar. – Allir býráðslimir eiga at verða javntsettir. Tað stend- ur onga staðni at samgongan hevur heimild at gera sum hon vil, og bara lata minni- lutan sita púra uttanfyri. So kundu vit tað sama farið heim, tá samgongan var skipað, og komið aftur um fýra ár, vísir Jan á. Hann sigur, at minnilutin øtast leiðina, sum sam- gongan hevur valt at ganga. – T.d. eru fleiri stór arbeiðið í milliónaklassan- um sett í verk, uttan at minnilutin veit nakað um tað. Eg kann taka arbeiðið við lágu kei og Müllers pakkhús sum dømi. Tað málið hevur ongantíð verið í nakrari nevnd, arbeiðið er ongantíð útbjóðað og eing- in í minnilutanum veit nak- að um tað. Eg havi í dag biðið um at fáa alment innlit í málið, fyri at finna útav, hvat gongur fyri seg har, sigur fyrrverandi borgarstjórin. Jan greiðir frá, at talan er um eitt arbeiði, sum kostar 1,6 mió, men sum onga sum helst politiska viðgerð hevur fingið. – Hetta er brot á allar siðvenjur og reglur, stað- festir hann. Fara víðari við málinum Fríggjadagin bað Jan Christiansen tí um at fáa al- ment innlit í arbeiðið við lágukei. Og tá tey skjølini eru fingin honum, innan 10 dagar, ætlar hann at leggja tey saman við klaguni, sum verður send til løgtingsins umboðsmann. Hann sigur, at hetta als ikki hóvar minnilutanum, men tey kenna seg ikki hava nakran annan møgu- leika. – Lat meg sláa fast, at hugskotið um handan kunningartúrin niðan á Løgmannabreyt er sera gott, og vit stuðla tí fult út. Men vit harmast um, at vit einki fingu at vita um túrin, soleiðis, at allir limirnir í býráðnum kundu fingið sama møguleika at verði kunnaðir. Hetta var bert enn eitt dømi um, hvussu býráðsarbeiðið gongur fyri seg í dag, vísir Jan á. Men hetta er ikki nakað, sum minnilutin í Tórs- havnar býráð vil finna seg í. Tey eru sera ørg um, at øll politisk viðgerð er sett til síðis, og at ein so stórur partur av býráðnum verður hildin uttanfyri. – Vit hava ferð eftir ferð gjørt vart við okkara ónøgd, og sagt við borgarstjóran, at hann eigur at vera savnandi miðpunktið í býráðnum. Hann er jú ikki bert borgar- stjóri fyri samgonguna. Men tað er sum at sletta vatn á gás. Tí kenna vit okkum noydd at fara víðari við málinum, slær Jan Christiansen fast Hann sigur víðari, at tað eisini er sera umráðandi umsitingin í býráðnum ar- beiðir fyri allar býráðslimir, og ikki bert samgongulimir. – Vit hava gjørt vart við hetta so ofta, men tað verður bara latið sum luft. Borgarstjórin er ikki maður fyri at vera borgarstjóri fyri alt býráðið, men vit vita jú, at tað er ikki hann, sum sit- ur við evsta avgerðarrættin- um. Tí tað er Jógvan Arge, varaborgarstjóri, sum ræður og stingur út í kortið, sigur Jan Christiansen. Hann undrast á hvar op- inleikin, gjøgnumskygnið og álitið, sum samgongu- flokkarnir fóru til val uppá, er blivið av. – Hvussu skulu borgarar- nir í Havn kenna seg trygg- ar, tá sjálvt ikki býráðslimir í minnilutanum vita hvat gongur fyri seg? Tað er í lagið at føra samgongupol- itikk, men tað skal gerast við opnum kortum, og ikki handan ryggin á býráðs- limunum, slær Jan Christi- ansen at enda fast. Borgarstjórin klagaður – Hvar er gjøgnumskygnið, opinleikin og álitið hjá samgonguni, tá tey sjálvt ikki megna at kunna minnilutan um milliónaavgerðir, sum verða tiknar, spyr Jan Christiansen. Í næstum verður ein klaga send løgtingsins umboðsmanni. Mynd: Savnsmynd Gogo Blues fer í kvøld at spæla í Pakkhús- inum í Vági TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Úr pakkísi í pakkhús. So- leiðis kundi yvirskriftin eisini verið. Gogo Blues eru nevniliga júst komnir aftur av ferð í Grønlandi, nú teir fara at spæla í Stóra Pakkhúsi í Vági. Neyvan eru teir bláfrystir av túrinum, men blátt verður leygarkvøldið óivað, men kendir eru Príx Føroy- ar vinnararnir hinvegin fyri at kunna skapa hita og gott huglag. GoGo Blues vitjaði í Pakkhúsinum fyri tíð síðani og var tá talan um eitt sera gott kvøld, kanska eitt tað besta, ið verið hevur í hús- inum, siga fyrireikararnir, sum vænta sær nógv av kvøldinum. GoGo í Pakkhúsinum KAPPING Nú Tjóðpallur Føroya er farin til verka, og ein nýggj tíð innan leiklistina er byrjað, verður ein bú- merkjakapping skriva út. Leiklistaráðið ynskir á hendan hátt at geva Tjóðpalli Føroya sín egna samleika. Vónandi fara allar góðar kreftir at vísa hesum áhuga og at hjálpa til at evna eitt búmerki, so nógv uppskot verða at velja ímillum. Ynskiligt er at fáa eitt búmerki, sum kan ímynda og lýsa stovnin og tað hann skal standa fyri. Eitt búmerki, sum Tjóðpallur Føroya kann brúka í samband við prentlutir, heimasíðu, skeltir o.s.fr. Tríggjar virðislønir vera latnar: ein á kr. 15.000,-, ein á kr. 7.000,- og ein á kr. 3.000,-. Í dómsnevndini eru Ingvør Nolsøe, Anker Mortensen, Annika Sølv- ará og Jenny C. Petersen. Freistin at lata uppskot inn er 20. juni, og verða innkomnu uppskotini sýnd fram í samband við komandi framførsluna hjá Tjóðpalli Føroya. Sí annars lýsing í blaðnum. Búmerkjakapping hjá Tjóðpalli Føroya