Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 21. mai 2005 7 Seinastu tveir túrarnar hevur svartkjafta- trolarin, Krúnborg, selt í Skagen.Veiðan hvønn túrin vá sløk 3.000 tons, og prísurin hevur ligið um 68 oyru fyri kilo, sum er 18 oyru meira, enn prísurin um hetta mundið var í Føroyum SVARTKJAFTUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Saman við øðrum føroysk- um og útlendskum svart- kjaftaskipum, er Krúnborg aftur til fiskiskap vestan- fyri Føroyar. Men báðar túrarnar undan hesum, seldi Krúnborg í Skagen. Sámal Jacobsen, reiðari, sigur, at hetta vóru tveir rættiliga góðir túrar. - Veiðan hvønn túrin vá sløk 3.000 tons, og prísurin var 68 oyru fyri kilo. Um somu tíð, var prísurin á svartkjafti á Havsbrún 50 oyru fyri kilo. Haraftrat kemur, at oljan í Danmark er eini 25-30 oyru bíligari fyri liturin enn í Føroyum. So, samanlagt vóru hetta tveir rættiliga góðir túrar, sigur hann. Um orsøkina til, at Krún- borg fór niður til Danmark- ar at landa, sigur Sámal, at tað snøgt sagt ikki var pláss í Fuglafirði, tí so nógvar svartkjaftalandingar vóru um hetta mundið. Eitt gott ár Reiðarin sigur, at eingin ivi er um, at leingjanin av skipinum hevur verið ein góð íløga fyri reiðaríið. - Eg haldi, at hetta árið higartil hevur verið hitt besta hjá Krúnborg nakran- tíð, sigur hann. Sámal væntar, at árið higartil eisini hevur verið tað besta hjá hinum svart- kjaftatrolarunum í flotanum. - Skipini eru størri og effektivari, og fiskiskap- urin higartil í ár hevur vignast væl, sigur hann. Reiðarin fýlist tó á, at tað er rættiliga trongt á svart- kjaftaleiðunum vestanfyri, tí talið av russarum er so stórt. - Eg haldi, at føroyskir myndugleikar áttu at sett eina avmarking í talinum av skipum. Hann sigur, at skipini taka nógv pláss, og stund- um er rættiliga trongligt at royna. - Tað er eisini hent, at okkurt trolið er farið, sigur Sámal Jacobsen, reiðari. - Fyribils útrokningar benda á, at tað er væl minni av svartkjafti í føroyskum øki í ár sambanborið við sein- asta ár. Tó er ymiskt, nær svartkjafturin kemur norður um Føroyar, og tí er ikki lætt at samanbera nøgdirnar í hesum øki ár undan ári, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur KANNING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Magnus Heinason hevur verið norðanfyri og gjørt silda-og svartkjaftakann- ingar. - Væl av norðhavssild var at síggja í føroyskum øki í mun til í fjør, men minni av svartkjafti. Jan Arge Jacobsen, fiski- frøðingur, sigur, at sildin var góð; miðalvektin lá um 270 g., og sildin stóð mest sum í øllum norðrara parti av økinum, norðan fyri 63°20'N. Hann vísir á, at sildin var stygg og ring at fáast við, og flestu torvurnar stóðu djúpari enn 200 metrar og vóru nakað spjaddar. Felags kanning - Kanningin, sum er skipað undir ICES, er liður í eini felags kanning av sild og svartkjafti í økinum norðan fyri Føroyar, Norskahavin- um og í Barentshavinum. Ísland, Noreg, ES og Russ- land taka eisini lut í hesi kanning. Jan Arge Jacobsen sigur, at endaligu útrokningarnar av nøgdini av sild og svart- kjafti verða tøkar í juni, og tá verða úrslitini frá øllum rannsóknarskipunum úr ymisku londunum eisini við. - Útrokningar vísa, at nøgdin av sild norðanfyri Føroyar er umleið 1,8 miljónir tons, sigur hann. Svartkjafturin Jan Arge Jacobsen sigur, at svartkjaftur er at finna í mest sum øllum økinum norðanfyri Føroyar. Tó eru nøgdirnar sera smáar í tí kalda sjónum norðaliga og vestaliga í økinum. - Í syðra parti av økinum – norður úr kantinum, var svartkjafturin størri enn longur norðuri og eysturi. Hetta er svartkjaftur, sum hevur gýtt sunnanfyri og er á veg norður at leita sær føði. Fiskifrøðingurin sigur, at svartkjafturin í landnyrð- ingspartinum út móti mark- inum var smærri og óbúgvin. - Fyribils útrokningar benda á, at tað er væl minni av svartkjafti í føroyskum øki í ár sambanborið við seinasta ár. Tó er ymiskt, nær svartkjafturin kemur norður um Føroyar. Summi ár er hann tíðliga á veg og onnur ár seinni; tí ber illa til at samanbera nøgdirnar í hesum øki ár undan ári, sigur Jan Arge Jacobsen. Nógv norðhavssild - men lítil svartkjaftur Útbreiðsla av sild í kann- ingarøkinum (ekkóvirðir norðanfyri Føroyar) Talva: Fiskirannsóknarstovan Sólborg endar helst í Íslandi - Á veg yvir á Flem- mish Kap hevði Sól- borg nøkur hál í før- oyskum øki - vestur ímóti markinum til Íslands, men fiski- skapurin var ikki lønandi, sigur Sámal Jacobsen, reiðari RÆKJUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Rækjutrolarin, Sólborg hjá Eileri Jacobsen, hevur verið nógv umrøddur seinastu tíðina. Sámal Jacobsen, reið- ari, sigur, at skipið nú er á veg yvir á Flemmish Kap. - Skipið er ikki selt; tað er farið til fiskiskap undir føroyskum flaggi – og undir okkara navni. Sámal sigur, at tað ser- liga eru íslendingar, sum hava víst Sólborg áhuga, og hann væntar, at tað verða íslendingar, sum verða keypararnir, tá ið saman um kemur. Hann sigur, at onkur fyrispurningur hevur eis- ini verið úr Spaniu. Spurdur, um føroysk reiðaríir hava víst Sólborg áhuga, váttar hann, at fyrispurningar hava verið, men torført er at fáa fígg- ing til eina vinnu, sum er í so stórum aldudali, sum føroyska rækjuvinnan er í løtuni. Bóru við rækjur Sámal sigur, at hetta er tíðin, tá ið føroysk rækju- skip okkurt árið hava bor- ið við stórar og góðar rækjur í føroyskum sjógvi vestur ímóti markinum til Íslands. - Sólborg hevði nøkur hál á leiðini, nú teir vóru á veg vestureftir. Teir bóru við rækjur, men ikki í slíkum nøgdum, at fiski- skapurin er lønandi. Hann vísir á, at vóru fleiri skip á leiðini, er hugsandi, at okkurt av skipunum hevði rakt við størri nøgdir, men oljan er dýr, og tí gjørdi Sólborg av at halda leiðina fram yvir á Flemmish Kap. - Rækjurnar, sum skip- ini plaga at fáa í før- oyskum sjógvi hesa tíðina av árinum, eru av sama slagi, sum stóru og reyðu rækjurnar í Grønlandi, sigur Sámal Jac-obsen. Á Flemmish Kap liggja skipini í løtuni um eini 10 tons um samdøgnið, og siglingartíðin úr Føroyum er eini 5-6 samdøgur. Krúnborg: Góðar sølur í Skagen - Hetta er tað besta árið hjá Krúnborg nakrantíð, sigur reiðarin, Sámal Jacobsen SOS05094?? 19/06/05 12:43 Page 7